Seinasta punktum á midnátt

Løgmaður vónar at seinasta punktum í samgongusamráðingunum kann setast á midnátt. Jóannes Eidesgaard, samráðingarleiðari er framvegis rættiliga bjartskygdur um, at tað fer at eydnast at skipa eina CHE samgongu.

Hann vil kortini ikki siga nakað ítøkiligt um samráðingarnar, men hann ásannar, at tað framvegis kunnu vera snávingarsteinar.

Kortini heldur hann, at samráðingarnar eru nú komnar so langt, at hann tykist rættiliga sannførdur um, at tað fer at eydnast og hann setir nøsina upp eftir at skrivað samgonguskjalið liðugt í kvøld.

Ì morgin skal so setast ein bólkur, sum skal fínpussa tað, áðrenn tað verður endaliga góðkent av teimum trimum flokkunum