Ungdómur og eftirskúlar

Eftir lokna skúlagongd, t.v.s. eftir 9 og 10 flokk, er ein vaksandi áhugi hjá okkara ungu at fara uttanlanda á eftirskúla ella at arbeiða í fremmandum umhvørvi

Eftir langa skúlagongd, hava tey ungu tørv á, at fara heimanífrá, at nema sær kunnleika, at uppliva nakað annað.

Tey mennast av at koma heimanífrá, soleiðis at tey eru betri fyri, at takað ímóti teimum avbóðingum, ið okkara miðnámsskúlar geva teimum. Tíanverri, hava fleiri av okkara ungdómi ikki pening, ella møguleika, at spara pening upp, fyri at fara uttanlanda.

Tórshavnar Kommuna hevur samskifti við kommunir / býir, í øðrum norðanlondum, og hevði tað verði ein góður møguleiki, at gjørt sínamillum avtalur um at hjálpa teimu ungu við tilboðum uppá eftirskúlar, ungdómsarbeiði o.a., eisini á tí fíggjarliga økinum.

 

X Fólkafloksins