Amerikonsk flogfeløg repa seglini

Tað dýra brennievnið noyðir nú tey stóru, amerikonsku flogfeløgini at repa seglini Tey stóru amerikonsku flogfeløgini hava boðað frá, at tey fara at leggja rutur niður, starvsfólk verða uppsøgd, og prísurin á ferðaseðlum fer upp.

Tað er neyðugt, tí brennievnið til flogførini er vorðið so dýrt.

United Airlines sigur, at tað fer at strika fleiri rutur og at siga fólki upp. Tað sama sigur American Airlines, sum ætlar at siga umleið 1.000 starvsfólkum upp.

Delta Airlines, sum ætlar at leggja saman við Northwest Airlines, ætlar at koyra 2.000 fólk til hús og at strika fleiri rutur.