Tað ljóðar, at týska flogfelagið Lufthansa umhugsar at keypa tað skandinaviska
Virðið á partabrøvunum í skandinaviska flogfelagnum SAS hækkaði nógv í dag, tí tað ljóðar, at týska flogfelagið Lufthansa umhugsar at keypa SAS. Seinni gjørdi børsurin av at taka partabrøvini í SAS úr handli.
Svenska blaðið Dagens Nyheter skrivar, at fíggjarstøðan hjá SAS er so vánalig, at felagið kann ikki venda gongdini aftur á beint, og at eigararnir hava ongan annan møguleika enn at selja felagið.
Danmark, Noreg og Svøríki eiga 50 prosent av partapeninginum í SAS. Tann størsti privati eigarin at tann svenska Wallenberg-ættin, sum eigur góð sjey prosent av felagnum.