Ísrael hevur sent herskip og ein kavbát suður ígjøgnum Suezveitina. Endamálið er at ávara Iran Ísraelska stjórnin hevur boðað frá, at nøkur av landsins herskipum eru farin suður ígjøgnum Suezveitina, og eygleiðarar tulka hetta sum eina greiða ávaring til iranska stýrið um, at ísraelsku herskipini kunnu raka mál í Iran.
Eygleiðararnir vísa á, at ísraelsk herskip sigla javnan ígjøgnum Suezveitina, men at hetta er fyrstu ferð, at landið boðar frá, at tað hevur sent herskip ígjøgnum veitina.
Sum skilst er ein ísraelskur kavbátur eisini farin ígjøgnum veitina.
Ísraelska stjórnin hevur sagt, at hon tryggjar sær rætt til at søkja at kjarnorkuútbúnaðinum í Iran.