aftur í ár samskipar átakið Jól í Miðbýnum. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað, skráin verður lýst seinni. Tað skrivar torshavn.fo. Aftur í ár koma [...] tendra jólatræið. Jólatræið er aftur í ár ein gáva úr Reykjavík, og í sambandi við at jólatræið verður tendrað tann 29. november, vitjar Sóley Tómasdóttir, býráðslimur í Reykjavík. Tiltakið Barnajól verður [...] sum bara gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum. Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin
og gjørt makrelkanningar í føroyskum sjógvi saman við Havstovuni. Fyribilsúrslitini vísa, at væl meiri var til av bæði makreli og sild í føroyskum sjógvi í ár í mun til somu tíð í fjør, og at støddin á [...] makrelinum nú er omanfyri 30 cm í miðal. Mest var at fáa norðan fyri og í ein landnyrðing úr Føroyum, meðan væl minni var at fáa sunnan og vestan fyri Føroyar. Nógv sild var eisini at síggja á ekkoloddinum [...] m verður tøkt síðst í august mánað, tá tølini frá øllum fýra luttakandi skipunum verða viðgjørd. Longdarbýti var ymiskt í kanningarøkinum; størsti makrelurin varð fingin norðast í økinum, og størsta sildin
Í yvirlýsing eftir aðalfundin í gjár vísir Føroya Pedagogfelag á týdningin av, at námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest hægri enn ídag. Í yvirlýsingini vísir Pedagogfelagið á, at nógv tann størsti parturin [...] av limunum í felagnum er kvinnur, og tann størsti parturin av teimum er kvinnur í burðarførum aldri. Tað er hetta fólkatilfeingið, ið skal føða komandi ættarliðini, sum føroyska samfelagið er í ferð við [...] hjálparfólk starvast. ? Pedagogfelagið sigur í yvirlýsingini, at hetta eigur at verða eitt samfelagskrav at tryggja, at føroyingar fram eftir aftur fara at støðast í Føroyum.? - Tað er fortreytin fyri, at tað yvirhøvur
Føroya Fiskimannafelag. Afturvendandi í fleiri ár hevur verið, at botnfiskaflotin undir Føroyum - lemmatrolarar, partrolarar, línuskip og garnaskip - liggja heldur tungt í sjónum fíggjarliga, meðan gongdin [...] rímiliga væl í nøkur ár, og árið í fjør var eitt gott ár. - Sæð undir einum er uppsjóvarflotin kortini ikki nóg væl konsolideraður, eins og gjaldførið kundi verið væl betri. Tó eru tað skip í bólkinum, sum [...] higartil í 2012 hevur víst, at veiðivirðið er heldur lakari, samstundis sum oljuútreiðslurnar eru øktar. - Tí kann roknast við, at úrslitið í 2012 hjá uppsjóvarflotanum verður heldur lakari enn í 2011, sigur
eitt slíkt fólksligt tiltak, og bátafestivalurin á Toftum í gjár er hin fyrst av fleiri, sum verða í Føroyum í summar. [...] búffarnir vóru seldir. Bátafestivalurin á Toftum í gjár er hin fyrsti, síðan koronu-farsóttin tók seg upp, og Føroyar fóru niður í ferð hin 12. mars í fjør. Fólk gleddust um at vera saman aftur til eitt [...] Tað merktist á Toftum í gjár, at tað nú aftur ber til at skipa fyri almennum tiltøkum. Nógvir bátar vóru við í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir, og úti á havnalagnum stóðu einir 25 kampingvognar
sjálvstøðugan hátalara í viðførisrúminum. Tollararnir tóku síðani hátalaran inn til røntgenkanning, og har bleiv staðfest, at okkurt fremmant var í hátalaranum. Hátalarin bleiv latin upp, og í honum lá ein va [...] vakumpakkaður posi við onkrum hvítum pulvuri í. Tollvaldið setti seg í samband við løgregluna, sum var skjót á staðið, og samstundis bleiv pulvurið í posanum skift út við flormelis. Hátalarin bleiv skrúvaður [...] skrúvaður saman aftur, og menninir sluppu at koyra í land í Føroyum uttan at nakað meiri var gjørt við teir tá. Men løgreglan hevði riggað seg til, og síðani eltu teir menninar allatíðina, meðan teir vóru
Arbeiðsloysið í Føroyum hevur ongantíð verið so lítið, sum tað er nú. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í januar í ár var arbeiðsloysið 1,1 prosent, og tað er eisini 1,1 prosent minni enn tað var fyri [...] síðani, tí í januar í fjør var arbeiðsloysið 2,2 prosent. Hjá mannfólki er arbeiðsloysið 0,9 prosent og hjá konufólki er tað eitt sindur hægri, ella 1,3 prosent. Í tali var arbeiðsloysið 323 persónar í januar [...] januar í ár, tað eru 302 færri enn sama mánað í fjør. Hagstovan sigur, at hetta er tað minsta arbeiðsloysið, sum nakrantíð er skrásett. Frammanundan var arbeiðsloysið minst í juni 2008, tá ið 333 føroyingar
Holmsund búgva í eini kjallaraíbúð í Rituvík saman við tvey ára gomlu dóttur teirra Tamaru, sum onki kennir til torføru støðuna, tey eru í og strongdina, sum er við at kvala foreldur hennara. Í februar mánaði [...] mánaði í ár varð familjan uppsøgd í íbúðini, tí húsini, tey eru í, skulu seljast, og nú royna tey av øllum alvi at finna eitt stað at húsast í. Eydnast tað ikki, so verður hendan barnafamiljan tí heimleys [...] at fáa ein fastan og stabilan bústað til mína familju. Tað sær bara ikki út til, at eg fái tað í Føroyum, sigur 26 ára gamla Adriana Arnbjarnardóttir, sum saman við sjeikinum og tvey ára gomlu dóttur teirra
sigling til Mykinesar í summar. Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at lýsa tørvin og leggja ætlanirnar fyri samlaða kervið hjá stovninum í summar. Hetta verður væntandi lagt fram í næstu viku. - Tá kemur [...] Hilmar Eliasen. Hann ivast tó ikki í, at ein loysn verður funnin, men kann í løtuni ikki siga, um tað verður verandi veitari ella onkur annar, sum skal røkja Mykinessiglingina í ár. - Men tað verður heilt víst [...] leiðum okkara í summar, sigur Hilmar Eliasen. Hann sigur, at hetta er ein torfør kabal at leggja, tí fleiri skip skulu eftir ætlan í dokk, og tí mugu ymiskar broytingar gerast á onkrum leiðum í styttri tíðarskeið
nu í dag. Tað halda danskir ummælarar, sum hava brúkt meginpartin av degnum í dag til at umrøða tiltakið í morgun, tá ið tað varð avdúkað, hvørjar matstovur í Norðurlondum fingu Michelinstjørnur. Í hesum [...] Michelin í ár, er at tað er ein matstova í Føroyum, sum borðreiðir við náta og skerpikjøti, sum hevur fingið eina stjørnu, tí fyri bara trimum árum síðani fór Michelin ikki út um býarportrið í Keypmannahavn [...] sum fær hendan treytaleysa heiðurin. Ole Troelsø, ummælari hjá Børsen sigur í Politiken, at tað merkisverdasta, sum hendi í dag, var, at Koks loksins hevur fingið hesa viðurkenningina. – Tað er ein fr