– Eg ynski mær veruliga at fáa ein fastan og stabilan bústað til mína familju. Tað sær bara ikki út til, at eg fái tað í Føroyum, sigur 26 ára gamla Adriana Arnbjarnardóttir, sum saman við sjeikinum og tvey ára gomlu dóttur teirra verður heimleys 1. juni, finna tey ikki ein leigubústað innan ta tíð.
Adriana Arnbjarnardóttir og Kristian Eli Holmsund búgva í eini kjallaraíbúð í Rituvík saman við tvey ára gomlu dóttur teirra Tamaru, sum onki kennir til torføru støðuna, tey eru í og strongdina, sum er við at kvala foreldur hennara.
Í februar mánaði í ár varð familjan uppsøgd í íbúðini, tí húsini, tey eru í, skulu seljast, og nú royna tey av øllum alvi at finna eitt stað at húsast í. Eydnast tað ikki, so verður hendan barnafamiljan tí heimleys 1. juni.
– Vit fingu tríggjar mánaðir uppsagnartíð, men í dag er tað alt ov lítið, tí tað er óvanliga torført at finna ein nýggjan bústað at búgva í, sigur Adriana Arnbjarnardóttir.
– Vit hava leitað og spurt allastaðni, sum er hugsandi, men onki er at finna. Vit hava onga familju, sum vit kunnu búgva hjá, meðan vit leita ella samla okkum pengar, so vit kunnu keypa eini hús, sigur hon.
Les alla samrøðuna við Adrianu Arnbjarnardóttir í Sosialinum, sum er í sølubúðunum kring landið fríggjamorgunin