Seldu 800 búffar á bátafestivali

Tað vóru nógvir bátar, kampingvognar og nógv fólk á Toftum í gjár, tá Bátafelagið skipaði fyri festivali í allar besta veðri.

 

Tað merktist á Toftum í gjár, at tað nú aftur ber til at skipa fyri almennum tiltøkum.

Nógvir bátar vóru við í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir, og úti á havnalagnum stóðu einir 25 kampingvognar. 

Niðri við havnalagið í Oyrunum stóðu allan dagin og alt kvøldið nógvir bilar, og her var nógv fólk at síggja kring um á festivaløkinum allan dagin og til langt út á kvøldið.

Dagurin í gjár eydnaðist væl til veður, og tað var ongantíð nakar vindur. Hann var høgur í ættini, men tað var turt og ikki so ógvuliga kalt.

Kortini kom góða suppan væl við, sum fyriskipararnir bjóðaðu í stóra tjaldinum beint eftir setanina tíðliga seinnapartin.

Stutt eftir, at suppa var at fáa í stóra tjaldinum, vórðu búffar lagdir á grilluna, eins og fólk eisini høvdu høvi at keypa sær grillaðan laks.

Sum seinnaparturin leið, søgdu teir, sum stóðu fyri grillingini, at sølan av bæði búffum og laksi hevði verið góð, og at allir 800 búffarnir vóru seldir.

Bátafestivalurin á Toftum í gjár er hin fyrsti, síðan koronu-farsóttin tók seg upp, og Føroyar fóru niður í ferð hin 12. mars í fjør.

Fólk gleddust um at vera saman aftur til eitt slíkt fólksligt tiltak, og bátafestivalurin á Toftum í gjár er hin fyrst av fleiri, sum verða í Føroyum í summar.