Narkohundurin fann rúsevnini

Tað var ein narkohundur hjá tollvaldinum, sum fann rúsevnini, sum tríggir mans nú eru ákærdir fyri at hava roynt at smugla til Føroya

Tað var um morgunin tann 18. novembur í fjør, at tveir ungir danir komu til Føroya við Norrønu við bili. Teir blivu steðgaðir í tollinum, har tollvaldið fór at kanna bilin, og samstundis blivu menninir tiknir til viks til avhoyringar.

Ein hundur hjá tollvaldinum bleiv settur at kanna bilin, og tá ið hundurin kannaði bilin innan, gjørdi hann vart við ein sjálvstøðugan hátalara í viðførisrúminum. Tollararnir tóku síðani hátalaran inn til røntgenkanning, og har bleiv staðfest, at okkurt fremmant var í hátalaranum. Hátalarin bleiv latin upp, og í honum lá ein vakumpakkaður posi við onkrum hvítum pulvuri í.

Tollvaldið setti seg í samband við løgregluna, sum var skjót á staðið, og samstundis bleiv pulvurið í posanum skift út við flormelis. Hátalarin bleiv skrúvaður saman aftur, og menninir sluppu at koyra í land í Føroyum uttan at nakað meiri var gjørt við teir tá.

Men løgreglan hevði riggað seg til, og síðani eltu teir menninar allatíðina, meðan teir vóru her, so at man eisini kundi finna fram til, hvørjum menninir møttust við. Ætlanin hjá monnunum var at fara av landinum aftur við Norrønu fýra dagar eftir, at teir vóru komnir til landið, men sama dag blivu teir handtiknir, og saman við einum føroyingi hava teir sitið varðhaldsfongslaðir síðani.

Málið koyrir sum nevningating í Føroya Rætti í løtuni, og væntandi gongur øll hendan vikan og komandi vika, áðrenn dómur fellur í málinum.