Í yvirlýsing eftir aðalfundin í gjár vísir Føroya Pedagogfelag á týdningin av, at námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest hægri enn ídag.
Í yvirlýsingini vísir Pedagogfelagið á, at nógv tann størsti parturin av limunum í felagnum er kvinnur, og tann størsti parturin av teimum er kvinnur í burðarførum aldri.
Tað er hetta fólkatilfeingið, ið skal føða komandi ættarliðini, sum føroyska samfelagið er í ferð við at reka av landinum. Skulu vit tryggja støðufestið hjá hesum kvinnum, má lønarlagið lyftast serliga fyri henda fakbólk, skrivar Pedagogfelagið, sum í yvirlýsing kemur við hesi áheitan:
- Tí vil Føroya Pedagogfelag koma við eini inniligari áheitan á myndugleikarnar um at hugsa um hetta, tá sáttmálasamráðingarnar aftur skulu vera í heyst. Ein uppraðfesting av námsfrøðiliga arbeiðinum er ein íløga í famtíðina. Tað er lættari at taka hond um børnini, enn at rætta upp á tey tá tey eru vaksin.?Kravið hjá okkum er, at lønin verður lyft, so hon samsvarar ábyrgd og arbeiðsbyrðu, og at størri dentur verður lagdur á at skapa eitt sunt og mennandi arbeiðsumhvørvi allar staðir, har pedagogar og pedagogisk hjálparfólk starvast. ?
Pedagogfelagið sigur í yvirlýsingini, at hetta eigur at verða eitt samfelagskrav at tryggja, at føroyingar fram eftir aftur fara at støðast í Føroyum.?
- Tað er fortreytin fyri, at tað yvirhøvur verða føroyingar at bera boð í bý í komandi tíðum, sigur felagið.