einaferð um hvussu nógv alt hetta tosið næstan bert hevur snúð seg tøknina sjálva, um tólið, um útgerðina, um hennara ferð og megi og allar hennara hentleikar og møguleikar. Tvs. bert um skrokkin, um hylkið [...] og uppvaksin her í oynni, so varðið um teir, og hvar tit enn fara, latið teir so altíð vera eyðkenni tykkara. Latið tó hesar eginleikar skyggja gjøgnum tykkara vituga skil, so verður tað aldrin til skról [...] Tit hava óivað hoyrt so mangan hesi trý árini tit hava gingið til student, um tann alstóra og støðugt veksandi týdning sum kunnleiki og vitan hevur í okkara tíð, tit hava hoyrt um kunningartøkni og in
roynd við at minka um ferðsluvanlukkurnar her á landi. Og tað hevur so sanniliga gjørt sín mun, má ásannast, um ein hyggur at hagtølunum. Í áttati árunum lótu upp til tíggju fólk lív um árið í ferðsluni [...] varin, áðrenn ein úttalar seg. ? Hetta er so viðbrekið, og tá ongin nágreiniliga frágreiðing fyriliggur, so kann tað vera so skjótt, at ein byrjar at tosa um nakað, sum ein í veruleikanum ikki hevur skil [...] at tosa um hagtøl, tá menniskjur hava latið lív í ferðsluni. Men tað er ein beiskur veruleiki, at hagtølini siga okkum nógv um, hvussu tað stendur til á hesum økinum. Og sambært Jón Kragesteen, so kemur
arbeiði hjá teimum ella útbúgva seg til at kunna arbeiða har. Hann sigur annars, at um so er, at eingin olja er í Føroyum, so er alt hetta ikki til fántýtis kortini. Tá hava vit fingið eina vitan, sum kann [...] gassvinnu. Hvat vilja vit! Hvat heldur Jógvan Hugo so um gongdina í Føroyum á oljuøkinum. Eru vit tilreiðar at taka ímóti hesi avbjóðing! -Tað veldst um, hvat tú vilt sum samfelag. Tað verður ein politisk [...] uttanífrá og norðmenn høvdu ikki fyrireikað seg so væl til hesa nýggju vinnu eitt nú á vitanarøkinum. Tað kom so seinni. -Tað er sera umráðandi, at vit fáa kanaliserað so nógva vitan sum gjørligt inn í umsitingina
fjølbroyttan kost, um tað so er kaffi, wienerbreyð ella ein gibbernakkara av og á. Gevið fólkafloksmonnum A-vitaminir, so at teir finna út úr aftur myrkrinum. Gevið sambandsmonnum B-vitaminir, so at teir ikki [...] og goffandi fram á sjónvarpsskíggjar og úr útvarpslurtum. Bløðini eru á tremur við uppgjørdum fólkum. Viðhvørt ivast ein í, um eitt nýtt mánaðarblað fyri einligar mammur er komið út ella um onkur hevur [...] symptomið vera, at teir síggja illa í myrkri, og finna ikki fram. Um teir vilja hjálpa uppá trot, er gott at eta seyðakjøt av Viðareiði. Um teir skulu eta grønmeti, verður mælt til, at teir bara eta gularøtur
Føroyum. Og tá talan er um ro-ro, er Norröna einasta sambandið í so máta, sum Ísland hevur. Hinvegin vil Magni Laksáfoss hava greiði á, um Norröna er vital fyri alivinnuna. - So fyribils er støðan óbroytt [...] trongstøðu og ikki hevði ráð at keypt olju, so mátti landið traðka til, tí er eingin streymur, steðgar landið upp. Og má sannførast um, at líknandi støða uppstendur, um vit ikki bjarga Norrönu, sigur Magni Laksáfoss [...] landsstýrinum um at veita Smyril Line fíggjarliga hjálp. Magni Laksáfoss, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, krevur í hvussu er prógv fyri, at bjargingin er vital fyri samfelagið. Hann dregur fram dømi SEV.
hevur ONKI annað land ofrað so nógv fyri so lítið í mun til Russland. Ikki nær námind hesum upphæddum. Og um tú spyrt meg, so eri eg líka so keddur, og líka so sorgarbundin um støðuna, sum flest øll onnur [...] Marknaðin. Um hann dettur burtur, so skal tann makrelurin seljast til aðrar marknaðir. Gaman í er verðin stór, og tað eru nógvir munnar at metta, men um vit ikki kunnu selja til Russland, so eru møguleikar [...] mia kr) Til samanberingar, so kostaði danska mink skandalan 17 mia. Lutfalsliga skulu offrað meir enn 3 ferðir so nógv fyri eina vinnu. Og um vit taka Týskland sum dømi, so svarar okkara offur í týskum
streymin í havinum. Vit vita tí enn ikki, um tað heita rákið fram við Føroyum verður støðugt ta komandi øldina ella ikki. Tí er eisini torført at siga við vissu, um Føroyar fara at hitna líka skjótt sum aðrir [...] sera væl fyri. Fram við Føroyum rekur sjógvur, sum stavar frá heitari leiðum, og sum tí hitar okkara havøki, luft og land. Føroyar eru tí nógv lýggjari, enn tú kundi væntað, tá tú hugsar um, hvussu norðarlaga [...] fer fram við Føroyum. Alt bendir tó á, at arktiska økið fer at hitna ógvisliga hesa komandi øldina av tí CO2, sum vit menniskju lata út í luftina. Hetta kann ávirka pumpuna, sum drívur streymin fram við
Eina løtu var kappingin millum Gongurólv og Jarnbard sera hørð. Teir fóru mest sum stavn um stavn eina løtu, men so kom ferð á Gongurólv aftur, og teir komu á mál umleið hálva bátslongd framman fyri Jarnbard [...] hevur eisini hug at blanda seg, men leygardagin var størri munur á bátunum enn á Varmakeldu, tá alt fór um málið í einum hurlivasa, sum Jógvan Arge tók til. Gongurólvur fekk bestu byrjanina og legði seg á odda [...] tríggir bátarnir løgdu seg nærum í eitt felt fyri seg sjálvar og kappaðust har. Teir togaðust aftur og fram allir, men sama støða helt sær allan vegin. Gongurólvur fremstur, Jarnbardur næstur og Sølmundur sum
tvey ára sáttmala fram til 1. oktober 2012. Men Fíggjarmálaráðið vildi ikki góðtaka tað, tí tað hevði kostað landskassanum yvir 70 milliónir um árið afturat í lønarútreiðslum og nú verður so roynt at finna [...] hava boðað frá, at teir fegnir halda fram. Tað skilst, at ein trupulleiki, sum hevur tikið seg upp, er, at partarnir -kanska serliga Fíggjarmálaráðið- vil ikki so fegið binda seg til ein tveyára sáttmála [...] Semingsmenninir vita enn ikki um tað fer at eydnast at finna semju ímillum fakfeløgini øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin. Tað siga teir í stuttari viðmerking við
at viðgera uppskotini um Eysturoyartunnil. Uppskot er frá frá Kára P. Højgaard um at lata eitt privat felag gera og reka tunnilin og so eru trý onnur uppskot frá andstøðutinglimum um at gera ein almennan [...] nevndin biðið um frágreiðing frá nógvum fólkum. Rættarnevndin hevur aftur fund í morgin, men forkvinnan sigur at enn er óvist, nær nevndin kemur til eina niðurstøðu. Tað hevur verið ført fram, at sáttmálin [...] hon. - Verða vit liðug í næstu viku, er tað fínt. Men føla vit, at vit ikki eru liðug, halda vit fram við viðgerðini. Men hon leggur dent á, at tað er ikki sjálvur sáttmálin við privata felagið, sum er