Vita ikki um tað verður arbeiðssteðgur

Semingsmenninir vita enn ikki um tað fer at eydnast at finna semju ímillum fakfeløgini øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin. Tað siga teir í stuttari viðmerking við Portalin beint nú.

Men nú eru teir farnir undir eina nýggja semingsroynd og teir hava onga tíðarfreist sett á, nær hon skal vera liðug.

Teir ganga dúgliga ímillum partarnar enn, men framvegis er tað nokk so langt ímillum teir.

Av tí sama vita semingsmenninig heldur ikki, hvussu leingi teir halda á.

Fakfeløgini góðtóku fyrr í dag eitt semingsuppskot, sum tað skilst, hevði givið teimum eini 3,6% í lænarhækking í einum tvey ára sáttmala fram til 1. oktober 2012.

Men Fíggjarmálaráðið vildi ikki góðtaka tað, tí tað hevði kostað landskassanum yvir 70 milliónir um árið afturat í lønarútreiðslum og nú verður so roynt at finna eina millumloysn.

Hetta er ein nýggj semingsroynd, sum verður gjørd, eftir at báðir partar hava boðað frá, at teir fegnir halda fram.

Tað skilst, at ein trupulleiki, sum hevur tikið seg upp, er, at partarnir -kanska serliga Fíggjarmálaráðið- vil ikki so fegið binda seg til ein tveyára sáttmála, sum støðan er.

Á myndini eru semingsmenninir, Hákun Steingrímsson, vinstrumegin, og terje Sigurðsson.