Vita la Gongurólvur

Innsmurdur í Vita margarin fór Gongurólvur fyrstur um málstrikuna á Skála leygardagin. Sigurin má sigast at vera eitt týdningarmikið stig fyri at nærkast føroyameistaraheitinum

Kappingin hjá 6 mannaførunum við monnum stendur millum havnabátarnar báðar, Gongurólv og Jarnbard. Sølmundur úr Runavík hevur eisini hug at blanda seg, men leygardagin var størri munur á bátunum enn á Varmakeldu, tá alt fór um málið í einum hurlivasa, sum Jógvan Arge tók til.
Gongurólvur fekk bestu byrjanina og legði seg á odda beinanvegin. Honum á baki kom Jarnbardur, og síðani Sølmundur. Hesir tríggir bátarnir løgdu seg nærum í eitt felt fyri seg sjálvar og kappaðust har. Teir togaðust aftur og fram allir, men sama støða helt sær allan vegin. Gongurólvur fremstur, Jarnbardur næstur og Sølmundur sum tann triðji.
Eina løtu var kappingin millum Gongurólv og Jarnbard sera hørð. Teir fóru mest sum stavn um stavn eina løtu, men so kom ferð á Gongurólv aftur, og teir komu á mál umleið hálva bátslongd framman fyri Jarnbard, sum var knappa bátslongd framman fyri Sølmund.

<TT$?$end$!$6 mannafør menn</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$1 Gongurólvur 07:30.21 1G </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$2 Jarnbardur 07:31.23 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$3 Sølmundur 07:33.04 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$4 Sundabáturin 07:35.15 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$5 Hósvíkingur 07:38.14 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$6 Páll Fangi 07:43.07 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$7 Smyril 07:48.22 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$8 Stjørnan 07:50.10 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$9 Víkingur 07:50.12 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$10 Lómur 07:51.01 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$11 Fuglfirðingur 08:10.01</TT$?$end$!$