Tað kann tykjast heldur løgið at fara at tosa um hagtøl, tá menniskjur hava latið lív í ferðsluni. Men tað er ein beiskur veruleiki, at hagtølini siga okkum nógv um, hvussu tað stendur til á hesum økinum. Og sambært Jón Kragesteen, so kemur tann dagurin helst ongantíð, tá vit hava fingið nóg mikið av vitan um øll viðurskifti hesum viðvíkjandi.
? Vitan er alneyðug fyri tað framhaldandi arbeiðið, sigur Jón, meðan hann finnur tilfar fram um ferðsluvanlukkur seinastu seks ella sjey árini.
Síðani 1997 eru 24 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Býtt upp í aldursbólkar vísa tey, at nærum tveir triðingar eru ung millum 15 og 24 ár. Og Jón sigur, at alt talar fyri, at júst hesin bólkurin er tann, sum minkar minst.
? Allir bólkarnir minka, men júst hesin minkar minst, sigur hann.
Jón Kragesteen og Ráðið fyri Ferðslutrygd gera eitt ótroyttiligt arbeiði í teirri roynd við at minka um ferðsluvanlukkurnar her á landi. Og tað hevur so sanniliga gjørt sín mun, má ásannast, um ein hyggur at hagtølunum. Í áttati árunum lótu upp til tíggju fólk lív um árið í ferðsluni í Føroyum, meðan talið er komið niður á tey fýra ella fimm seinnu árini. Og har hevur tað ligið so at siga allan vegin upp gjøgnum nítiárini. Tað er helst vælhugsandi, at lógarásetingin um, at bilbeltið skal nýtast, er ein av høvuðsorsøkunum til hetta.
Leiðarin á Ferðslutrygd er í øllum førum ikki í iva um tann spurningin.
? Bilbeltið hevur bjargað mongum og hevði kunnað bjargað mongum, men tað er helst ikki bara sum at siga tað at fáa full fólk at brúka bilbeltið, sigur hann.
Í ár hava tveir ungir mans latið lív í ferðsluni, og tað fellur leiðaranum fyri Ferðslutrygd líka tungt fyri bróstið hvørjaferð.
? Ein hugsar hvørjaferð, hvat kundi havt verðið gjørt øðrvísi, sigur hann.
Ferðsluskaðanevnd
Jón Kragesteen heldur, at ein ferðsluskaðanevnd er alneyðug í Føroyum.
? Ikki fyrr enn ferðsluvanlukkurnar verða kannaðar nágreiniliga, kunnu vit fáa nóg góð hagtøl og frágreiðingar um, hvat í veruleikanum er hent, heldur hann.
Hann vísir til dømis á, at í hagtølunum sæst bert, hvussu mong hava latið lív, og hvussu mong hava fingið skaða. Og út frá tí fæst onki at vita um sjálva vanlukkuna. Og heldur onki um, hvussu álvarsligan skaða talan er um.
? Øll, sum hava fingið skaða í ferðsluni, koma undir hasi tølini ? líka mikið um tey hava brotið ein fingur ella tey hava fingið varðuga mein, greiðir Jón frá, og tað er hann ikki nøgdur við.
? Ein tílík nevnd fer at útvega nógva vitan um eitt nú typir av vanlukkum, og á tann hátt ogna vit okkum ikki bert hagtøl, men eisini eina vitan, sum er gull verd fyri framhaldandi fyribyrgjandi arbeiði, sigur leiðarin á Ferðslutrygd.
Vanlukkuorsøkir
Jón Kragesteen sigur, at tá tað kemur til orsøkir til vanlukkur, eigur ein at vera sera varin, áðrenn ein úttalar seg.
? Hetta er so viðbrekið, og tá ongin nágreiniliga frágreiðing fyriliggur, so kann tað vera so skjótt, at ein byrjar at tosa um nakað, sum ein í veruleikanum ikki hevur skil fyri. Og í ringasta føri kann ein koma at siga okkurt, sum er beinleiðis skeivt, og tað er ikki gott fyri nakran, sigur hann.
Eisini í hesum førinum hevði ein ferðsluskaðanevnd verið góð, heldur hann.
Onkur hevur víst á, at tá ein persónur koyrir ein annan í deyðan, so verður tað ofta so nógv samkensla við tí, sum koyrdi bilin, at onki verður tosað um vanlukkuna.
Jón hevur samkenslu fyri einum persóni, sum koyrir annan í deyðan, men samstundis vísir hann á, at tað er ein viss ábyrgd við øllum.
Tá ein persónur hevur koyrt ein annan í deyðan, eigur hann at eisini at føla tað við at missa koyrikortið - ella í øllum førum koma at kenna, at tað framyvir er í vanda í eina tíð, er Jón sannførdur um.
Jón ásannar tó, at tá ein møgulig ferðsluskaðanevnd er liðug við sínar kanningar, so kann tað verða hart at hoyra niðurstøðuna.
? Men hugsanin við eini tílíkari nevnd er ikki at sparka til ein, sum liggur niðri frammanundan ella í ringasta føri er deyður sjálvur, men heldur at ogna sær eina vitan, sum er gull verd, sigur hann.










