num hóskvøldið 5. november kl. 20.00. Tað er Fróðskaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag, ið skipa fyri fyrilestrinum. Evnið í fyrilestrinum er ein samandráttarlig frágreiðing um, hvussu arbeiðast kann [...] av enskum lánorðum, ið komin eru inn í málið ymisk tíðarskeið. ? Hvussu tey koma; hvussu tey laga seg til; hvussu gerast kann av, nær ið tey eru komin; hvørja ávirkan slík orð hava á móðurmálið. Nakrar [...] Tórði Jóansson er tann fjórði fyrilesturin, sum Fróðskaparsetrið og Fróðskaparfelagið hava skipað fyri í heyst. Tríggir fyrilestrar eru eftir á skránni í ár ? tveir seinni í november mánaði og ein í desember
nar av tvørrandi undirtøkuni fyri hondbóltinum á staðnum og hevði tikið øll liðini, bæði í ungdóms- og vaksnamannadeildini, úr kappingunum. Hetta kom sum ein skelkur fyri mong, tí tað ljóðaði løgið, at [...] staðar, og at undirtøka er fyri felagnum, sum einki hevur við NSÍ at gera, men er fullkomiliga sjálvstøðugt. ? Gongdin seinastu tvey árini hevur víst okkum, at tað var frægast fyri báðar partar at fara sundur [...] hevur hjálpt. Tað var sum um fólk tá sóu álvaran í tí, og síðani tá hevur tað víst seg, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri hondbólti í Runavíkar kommunu, ikki minst millum tey yngru. ? Vit hava tvey lið
Kyndil og VÍF. Hetta eru tey so nógv mest vinnandi liðini í mansdeildini, og bæði tykjast vera væl fyri í ár. Í fjør vóru vestmenningar væl betri, men Kyndlaliðið sær sterkari út nú, samstundis sum VÍF [...] sum í kvinnuhondbólti er eitt meira óskrivað blað og ikki hevur vunnið FM síðani 1968, er sera væl fyri í ár og hevur fult stigatal higartil í kappingini. Kyndil ætlar at gera eitt sindur burturúr til hesar [...] áhugaverdur, og tað verður dysturin í dag millum Neistan og Stjørnuna eisini. Neistakvinnur hava lagt seg á odda í kappingini við trimum sigrum higartil, meðan tað er komin stígur í hjá Stjørnuni eftir frálíka
segði Hutchinson. Snýr seg um kenslur Sjálvur avsannaði Brian Laudrup, at tað er orsakað av rotatións-politikkinum hjá Vialli, at hann vil sleppa burtur frá Chelsea. ? Hetta snýr seg eina og aleina um mínar [...] er bert nær. ? Tað verður í øllum førum ikki fyrr enn aftan á returdystin í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar, segði Laudrup. Her hevur lagnan lagað tað soleiðis, at júst Chelsea og FC Keypmannahavn [...] Laudrup fer at spæla við í returdystinum, og venjarin Vialli kann ómøguliga væntað, at danin fer at geva seg 100 prosent í tí dystinum. Álítandi keldur vilja eisini vera við, at Laudrup skiftir til FCK beint
Næs. Hart spent fyri At lógin um megin-, fólka- og skúlabókasøvn ikki virkar eftir ætlan førir við sær, at bókasøvnini, serliga Landsbókasavnið og Býarbókasavnið í Havn, eru hart spent fyri. - Vit royna at [...] geva borgaranum uttan fyri hetta økið so góða tænastu sum til ber, men sjálvandi merkir hann eisini, at vit eru hart spent. Varð lógin fylgd áttu allir borgarar at havt møguleika fyri at koma á staðið at [...] runt, men tey hava ikki givið sær stundir at hoppa tvørtur um garðarnar í Føroyum og spyrja seg fyri. - Og hvat siga kommunurnar til, at fólkabókasøvnini skulu vera kommunal. Tað verður tungt at reka bókasøvn
Brattaberg. Hon byrjaði í starvinum fyri tveimum mánaðum síðani og hóskvøldið tók hon lut á fundi, sum Dong og Føroya Arbeiðsgevarafelag skipaðu fyri á Hotel Hafnia fyri limum í arbeiðsgevarafelagnum. Durita [...] Fyrstu nógvu vikurnar í starvinum brúkti Durita til at seta seg inn í arbeiðið og uppgávurnar. Og tað er hópin at seta seg inn í á deildini fyri góðslu, trygd og umhvørvi. - Arbeiðsøkið eg havi valt mær [...] ein vinningur fyri felagið. - Dong hevur valt at taka fólk í læru, tað vil siga sum trainee, og tað er ein ógvuliga skilagóður máti at arbeiða eftir. Onnur feløg brúka aðrar mátar at gera seg sjónlig. Felagið
teirra tibi. Tá plássið varð funnið varð grasdansur á skránni, í fyrra lagi fyri at takka fyri staðið og í seinna lagi fyri at trampa grasið niður, so tað gjørdist flatt og gott at seta tibiini á. Dansurin [...] reservatinum. Tað sigur seg sjálvt, at so nógvir pengar um hendi er ikki bara lukkan. Arbeiðsloysið á reservatinum er 78%, rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtslan størri enn miðal fyri landið, og kriminaliteturin [...] andlitið fyrr við liting, ið var gjørd av berum og øðrum. Hetta var brúkt, tá ið teir fóru í kríggj fyri at ræða mótpartin. Trumman er gjørd av serligum træi, ið nevnist basswood. Tað verður vætað og boygt
Fyri tveimum vikum síðani varð eitt ikki sørt skakandi álit um grønlendsku ferðavinnuna lagt fram fyri almenningin. Sambært álitinum hevur grønlendska ferðaráðið Greenland Tourism eftir øllum at døma blakað [...] tað nógv størri týdning at gera eina miðvísa og málrættaða ætlan fyri alt økið hjá Ferðaráðnum, sum eisini kann brúkast sum mátistokkur fyri, hvussu virksemið hjá Ferðaráðnum er, sigur Lise Lyck. Lise Lyck [...] førir við sær, at dyrnar verða latnar upp fyri møguleikunum hjá føroyskum vørum á altjóða marknaðinum og tað ger, at føroyingar fáa eitt ummæli, sum hevur týdning fyri handil og annað. - Eg dugi ikki at síggja
tingið ikki avgerð málið - tí siðsemisnevndin skal siga gott fyri tí fyrst. ? Eg síggi ein paralell her til málið um neytini á Kollafirði fyri 20 árum síðani. Tá samtykti løgtingið, at neytini skuldu sleppa [...] til at gera neyðugt lóggávuarbeiði og reglugerðir í samband við ætlaða arvagranskingina og at skipa fyri almennum orðaskifti. Tað hevur seinastu dagarnar verið mikið stríð um, hvørt løgtingið skuldi játta [...] verður gjørt til. ? Í morgin (í dag, blmð) hittast ættargranskarar úr øllum Føroyum til stevnu í Havn fyri at stovna felag. Hesi fólk eru sera hørm um, at teirra arbeiði nú kanska skal misbrúkast. Tey hava
maskinbyrsuskotini hegla niður yvir teir. Tá landgongubátarnir lata seg upp, fúka kúlurnar um oyrini á teimum. Í panikki og ræðslu tveita menninir seg um lúnningina. Teir svølgja vatn, missa útgerð og svimja ella [...] fram eftir strondini, fyri á tann hátt at sleppa undan ringastu skotriðunum frá týskarunum. Millum hesar menn er John Miller kapteinur, sum ferð eftir ferð sendir menn sínar fram fyri at fáa fíggindan í [...] ferð eftir ferð noyðist hann at staðfesta enn nøkur tap. Men, sum hann so heimspekjandi heldur fyri, at »fyri hvørt lív eg offri, bjargi eg kanska hundrað«. Soleiðis hugsar hann nú ? sum hann hevur hugsað