Arbeiði við lánorðum

Fyrilestur

Hetta er heitið á fyrilestri, sum Tórður Jóansson, MA, PhD, heldur í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum hóskvøldið 5. november kl. 20.00. Tað er Fróðskaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag, ið skipa fyri fyrilestrinum.

Evnið í fyrilestrinum er ein samandráttarlig frágreiðing um, hvussu arbeiðast kann við útlendskum lánorðum í føroyskum, grundað á gransking av enskum lánorðum, ið komin eru inn í málið ymisk tíðarskeið. ? Hvussu tey koma; hvussu tey laga seg til; hvussu gerast kann av, nær ið tey eru komin; hvørja ávirkan slík orð hava á móðurmálið. Nakrar fáar málfrøðiligar og søguligar niðurstøður verða gjørdar.

Fyrilesturin um arbeiði við lánorðum hjá Tórði Jóansson er tann fjórði fyrilesturin, sum Fróðskaparsetrið og Fróðskaparfelagið hava skipað fyri í heyst. Tríggir fyrilestrar eru eftir á skránni í ár ? tveir seinni í november mánaði og ein í desember.

Fyrilestrarnir á Fróðskaparsetrinum eru almennir.