Hondbóltskappingin er longu komin væl áleiðis, og tað er so smátt farið at síggjast, hvørji lið fara at stríðast um heiður og skreyt, og hvørji noyðast at stríðast í niðara enda av kappingini.
Søgan hetta vikuskiftið er uttan iva tann, at nýggja hondbóltsliðið hjá runavíkingum, Tjaldur, byrjar kappingina, men tann mest áhugaverdi dysturin í hesum umfarinum man vera tann í Havn millum Kyndil og VÍF. Hetta eru tey so nógv mest vinnandi liðini í mansdeildini, og bæði tykjast vera væl fyri í ár. Í fjør vóru vestmenningar væl betri, men Kyndlaliðið sær sterkari út nú, samstundis sum VÍF kanska er viknað eitt sindur, nú Ingi Olsen ikki er við í ár.
Beint áðrenn mansdystin spæla kvinnuliðini hjá somu feløgum, og meðan tað er væntað, at Kyndil liggur millum tey ovastu, er tað eitt sindur meira óvæntað, at VÍF, sum í kvinnuhondbólti er eitt meira óskrivað blað og ikki hevur vunnið FM síðani 1968, er sera væl fyri í ár og hevur fult stigatal higartil í kappingini.
Kyndil ætlar at gera eitt sindur burturúr til hesar báðar dystirnar. Í ár hava havnarliðini roynt at havt tónleik og frásøgufólk undir dystinum, og tað hevur riggað stak væl. Tað verður aftur í morgin, og harumframt verður ein partur av framsýningini, sum Kyndil hevði í SMS seinasta vikuskiftið, eisini at síggja í høllini á Hálsi sunnudagin, eins og Reyni Service fer at hava eina lítla framsýning.
Strævið vikuskiftið hjá VB og Stjørnuni
Kvinnudysturin millum Kyndil og VÍF verður áhugaverdur, og tað verður dysturin í dag millum Neistan og Stjørnuna eisini. Neistakvinnur hava lagt seg á odda í kappingini við trimum sigrum higartil, meðan tað er komin stígur í hjá Stjørnuni eftir frálíka sigurin á Kyndli í fyrsta umfari. Stjørnan hevur enn ikki spælt á heimavølli, men kravið til tær í dag er ein sigur, um tær skulu fylgja við oddaliðunum.
Á Kambsdali verður botndystur millum GÍ/NSÍ og VB. Hvørki av liðunum hevur fingið stig enn, men í øllum førum annar av pørtunum sleppur av nullinum í dag.
VB-kvinnurnar hava eitt strævið vikuskiftið, tí tær skulu spæla tveir dystir, meðan tær eru norðanfjørðs. Sum nevnt spæla tær í dag á Kambsdali, og síðani gongur leiðin til Klaksvíkar, har Stjørnan tekur ímóti í morgin. Sostatt sleppur Stjørnan eisini at spæla tveir dystir dag um dag, og tað sermerkta við dystinum sunnudagin er, at hóast kappingin er byrjað fyri fleiri vikum síðani, verður hetta fyrsti heimadystur hjá Stjørnuni og fyrsti útidystur hjá VB?
H71 til Runavíkar
Í mansdeildini verða tríggir dystir um vikuskiftið, og allir verða spældir í morgin. Kyndil og VÍF spæla í Havn, og í Runavík kemur nýggja felagið í deildini, Tjaldur, nú upp í kappingina. Tjaldursmenn, sum vit velja at doypa teir, fáa ein stóran bita at gloypa, tí gestirnir eru H71 við Hans Guðmundssyni á odda. Men tað er hugaligt, at 1. deild hjá monnum nú aftur telur sjey lið, so sum hon eigur.
Triði dysturin hetta vikuskiftið verður á Skála, har KÍF kemur á sín fyrrverandi »heimavøll« at spæla móti StÍF. Strandingar hava ikki fingið nakra góða byrjan upp á kappingina, men í morgin mugu teir metast sum greiðir favorittar móti KÍF, sum allarhelst fer at kappast við Tjaldrið um at sleppa undan niðasta plássinum í ár.