fiskiár byrjar 1. september. Bæði Fiskirannsóknarstovan og Fiskidaganevndin ásanna, at serliga toskurin á landgrunninum og á Føroyabanka er illa fyri og mæla til skerjingar av veiðitrýstinum. Eitt ávíst trýst [...] verður uppaftur størri, svarandi til eini 10-20% - alt eftir, hvørjar veiðibólkar talan er um. Størri leiðir á Bankanum verða friðaðar fyri at verja toskin, og tað grynsta verður stongt alt árið, um uppskotið [...] avhendan av fiskidøgum, og hetta kann í ávísan mun eisini virka tálmandi fyri veiðitrýstið. At kalla veiðisteðgur verður undir Føroyum ein mánaða um árið – 14 dagar um jóltíðir og 14 dagar um ólavsøkutíð
Hanssen, sum bæði tamdi og skeyt bóltin í málið við vinstra beini. Tá vanliga leiktíðin var farin staðfesti fyrrverandi skálamaðurin og B36arin sigurin, tá hann gjørdist leysur og skallaði bóltin framvið [...] nokk her, at tað sást, at teir myrkabláu og svørtu, sum dysturin leið vóru greiðari yvir hesar treytir, enn hvat teir ljósabláu og svørtu vóru. Tí tað var fyrst og fremst viljin, ið vísti seg at vera munurin [...] Angel, sum í gjár spældi í miðverjuni, og Egil á Bø vóru sera raskir at demma fyri Andreasi Lava Olsen, sum plagar at vera ein stór hóttan. Tó høvdu teir yvirtakið, og fingu nøkur skot úti frá, sum Gunnar
sjálvstýri er náttúrlig, og hon er røtt og skilagóð. Spurningurin er, hvussu vit gera hetta. Samgongan vil fullveldiskósina her og nú, sambandið vil einki annað enn lata standa til, og javnaðarflokkurin vil [...] umsiting, og at her kann sparast nógv. Tjóðveldisflokkurin meinar, at blokkurin avlagar búskapin, og at lønsemið økist, tá blokkurin er horvin. Fólkaflokkurin eigur at siga okkum, hvussu mong og hvørji almenn [...] harðari og harvið gera kappingarførið verri. FÍGGJARLÓGARUPPSKOTIÐ 1999 er ein stór skomm fyri fullveldið Føroyar! 900 mió. í blokkinntøku, umframt aðrar veitingar frá danska statinum. Fiskiskapur og fiskaprísir
henda ætlan fyri, at hesin býarins og landsins ítróttarmiðdepil nakrantíð kann fáa tann upprunaliga og samfelagsliga týdning, sum tað í áratíggju hevur verið miðað ímóti, og sum hesin staður meira enn nakar [...] Tórshavn, Tórshavnar Býráð, Stadionnevndini, Undirvísingar og Mentamálastýrið, Løgtingsmonnunum í Suðurstreymoy, Arkitektunum og byggifrøðingunum, eins og fjølmiðlunum. Undirritaðu eru: Andrass Samuelsen, vegna [...] Okkum tykir tað tí at vera ynskiligt at fáa í lag eitt orðaskifti um, og eina nærri lýsing av hesi verkætlan, áðrenn ov seint er, og hava vit tí avgjørt at hava fund um hetta mál í sangstovu Kommunuskúlans
Janusi og Regini slíka lortaspann í 75 ára gávu, sum at taka sømdarpeningin frá teimum! 12-20 túsund krónur um árið - hvat er tað? Ikki stórt meir enn ein rukkutúrur fyri EIN politikara! (Og tá er spruttið [...] hatta úttalilsið?? Er tað so galið, at tú sammetir pedofilar og samkynd? So vil eg mæla tær til, at tú fert og lesur uppá hesi bæði fyribrigdi, og tað í stundini! Tí tað kann ikki bera til, at ein útbúgvin [...] Føroyum og valla verður tað í bræði! At meginparutin av føroyingum undir 40 er rýmdur av landinum, tykist ikki nerva føroysku mynd-ugleikarnar stórvegis. Flestu landsins íbúvar standa bara apatiskir og hyggja
landið setti í Føroya Banka og Sjóvinnubankan undir kreppuni. Og í 2006 vóru somu inntøkur komnar upp á tríggjar mia. krónur. Verður bankin til dømis seldur fyri tvær mia. krónur, og 1,2 mia. krónur verða drignar [...] mia. krónum, meðan Eik hevur góðar 1,20 mia. krónur – ella á leið 50 mió. krónur minni – so hevur Eik munandi størri virði enn Føroya Banki. Orsøkin er, at virksemið og harvið inntøkumøguleikarnir hjá Eik [...] spurnartekin við, hvussu væl Føroya Banki er rikin, og hví virksemið ikki er vaksið líka skjótt, sum í Eik, fekk Janus Petersen, forstjóra, at reisa seg upp og mótmæla hesi niðurstøðuni. Janus Petersen vísti
føroyskum sjógvi og teir plaga at liggja klárir at koma hendanvegin, so skjótt jólini eru løgd aftur um. Og rætt er tað. Hóast samráðingarnar um sínámillum fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Noreg enn ikki [...] serliga um várarnar, tá ið gýtingin er fyri, og nógvar leiðir eru stongdar. Teir fýlast eisini á, at norsku skipini bæði kunnu fiska í føroyskum sjógvi og í ES sjógvi á sama túri. Hinvegin kunnu føroyskir [...] skifta Landsstýrismaðurin vísir á, at tíðir broytast, og tí er eisini ymiskt, hvønn týdning eitt nú føroyskir línumenn leggja í at veiða brosmu og longu á djúpum vatni. - Undanfarin ár hevur toskafiskiskapurin
mima og commedia del arte í Evropa og USA. Jennifer Henke hevur arbeitt við sjónleiki bæði sum leiðari og leikari í kirkjuligum høpi í meiri enn 25 ár. Fyri einum ári síðani gavst hon at arbeiða og tók [...] Kathleen Ann Thompson og Jennifer Henke, ið spæla leiklutirnar í leikinum. Kathleen Ann Thompson hevur arbeitt í 15 ár við framførslum og leikstjórn. Eisini hevur hon staðið fyri dansifrálæru og rørsluteatri í [...] týskara týningarlegu. Ein tokstøð í London er staðið í leikinum, har tær hittast, hava teirra stríð og vónloysi og at enda vinarlag, meðan tær hugleiða um hvørja ábyrgdarfulla tænastu tær kunnu hava í eini verð
nýggj andlit at síggja, og serliga var hugaligt at uppliva ein virknan og initiativtakandi ungdóm, sigur Suni Vinther. Formaðurin greiðir frá, at alskyns uppskot vóru uppi at venda, og Reyði Krossur skuldi [...] fundinum, og sambært Suna er longu avgreitt millum Reyða Kross og landsstýrið, at milliónin skal sendast avstað. - Hóast eykajáttanin ikki formliga er samtykt, hava vit fingið ábyrgdina av henni, og hon verður [...] vera um ein positivan fund, og fleiri uppskot vórðu viðgjørd. 25 fólk møttu til fundin. Virkin ungdómur Suni Vinther frøddis serliga um, at fleiri yngri kreftir luttóku og vóru sera initiativtakandi. -
sambandi er áhugavert at hoyra, hvørjar framtíðarhugsanir- og ætlanir politikarar, almennir myndugleikar og onnur hava viðvíkjandi arbeiðs- og pensiónsviðurskiftum hjá heilsuliga skaddum her á landi. Arbeiði [...] meining og innihald. Politikarar, almennir myndugleikar, Almannastovan, fakfeløg, arbeiðsgevarar, og arbeiðspláss sum heild mugu taka arbeiðsumstøðurnar hjá heilsuliga skaddum til viðgerðar og skipa soleiðis [...] heilsuliga skaddum ? tað tey í grannalondunum nevna »hin rúmliga arbeiðsmarknaðin« og »sosiala ábyrgd á arbeiðsplássum« ? og hava vit heldur ongan skipaðan almennan sjúkrapolitikk. Harafturímóti hava vit eina