Viðhvørt mást tú bæði gníggja tær eyguni og pussa tær brillurnar væl, tá ið tú lesir føroysk bløð.
Soleiðis var henda dagin, fekk fekk Føringin sendandi. Føroysku prestarnir vórðu spurdir um, hvat teir hildu um, at samkynd kunnu fáa kirkjuligt vælsignilsi.
Løgið, sum føroyingar eru á gosi um eitt smámál, sum vist ikki er aktuelt í Føroyum og valla verður tað í bræði! At meginparutin av føroyingum undir 40 er rýmdur av landinum, tykist ikki nerva føroysku mynd-ugleikarnar stórvegis. Flestu landsins íbúvar standa bara apatiskir og hyggja at hesum sorgarleiki og lata nóg illa við seg koma. Hetta skuldi annars verið eitt álvarsligt stórmál fyri eitt fólk, sum so fegin vil kalla seg serstaka tjóð!
Í staðin verður ein dekans orka løgd í at jagstra ein pinkalítlan minniluta, sum næstan ikki er til í Føroyum. Hesin minniluti er rýmdur av landinum fyri langari tíð síðani og flytir neyvan heimaftur í bræði. Hví hetta uppstandilsi? Er tað fyri at dylja teir veruligu trupulleikarnar, ella er tað bara fyri at fiska bíligar atkvøður?
Tí tað vísir seg, sum at tann politikari, ið hatar tey samkyndu, kann tíggja sær, sum honum lystir. Hata tey bara nóg nógv, so ert tú at kalla friðhalgaður!
So kanst tú saktans bera teg skammiliga at ímóti teim fáu listamonnum, ið vit eiga. So kanst tú saktans geva heiðursmonnunum Ingálvi, Janusi og Regini slíka lortaspann í 75 ára gávu, sum at taka sømdarpeningin frá teimum!
12-20 túsund krónur um árið - hvat er tað? Ikki stórt meir enn ein rukkutúrur fyri EIN politikara! (Og tá er spruttið ikki íroknað). Á tær hetjur, vit hava í landsins stjórn og parlamenti! Ikki er skomm skapt í teimum.
Men sum sagt, vaska tær bara hendurnar alment og øtast yvir henda ólevnað ímillum tey samkyndu?
Svav hann í tímanum?
Men tað, sum fekk bikarið hjá mær at flóta yvir á hesum sinni, var tað smátt geniala úttalilsið hjá vestmannapresti um at signa samkynd í kirkjuni:
»Hvat við teimum pedofilu? Skulu vit eisini vælsigna teir? Har ein skriða er lopin, er onnur væntandi«. (Citat endað).
Legði í stundini eftir telefonini at vita, um teir á Føringinum nú mundu hava siterað galið ella onkursvegna misskilt mannin (slíkt kemur meir enn so fyri á einum blað, hevur tú skund). Men nei. Einki var galið. Uni Næs hevði sagt hatta.
Hevur maðurin sitið í sovið í tímanum??
Góði Uni! Sum prestur ert tú almennur persónur og kanst tessvegna ikki loyva tær at siga hvat sum helst alment. Tí mást tú í stundini fara aftur í bløðini og greiða okkum kirkjufólkum frá:
Hvat í allari vírðu verð meinar tú við hatta úttalilsið??
Er tað so galið, at tú sammetir pedofilar og samkynd? So vil eg mæla tær til, at tú fert og lesur uppá hesi bæði fyribrigdi, og tað í stundini! Tí tað kann ikki bera til, at ein útbúgvin teologur ikki dugir so frægt á at skyna!
Ert tú flippaður fullkomiliga út í moralskum grublaríi - ella seðgi tú hatta í berum, blektaðum gáloysni?
ER hóast alt nakað í fordóminum um, at hvør idiotur kann gerast prestur?
Stockholm 13. juni 1997
Heri Eysturlíð
P. S. Hinvegin so hava summir føroyskir prestar víst seg sum skilafólk í hesum kjakinum. P. M. Rasmussen, Marjun Bæk og serliga Erland Beder hava rós uppiborið fyri sínar viðmerkingar í seinasta Føringi.