Fótbóltur
171 sentimetur stutti Levi Hanssen gjørdist stóri maðurin í Sarpugerði í gjár, tá EB/Streymur vann trý týdningarmikil stig, meðan Víkingar kunnu iðra seg, at teir ikki megnaðu at stríða EB/Streym út á Gøtuvík.
Fyrsta málið fekk Levi Hanssen, tá fyrri hálvleikur var næstan hálvrunnin. Liðskiparin hjá EB/Streymi, Egil á Bø, setti ferð á mitt gjøgnum vøllin, har hann eftir ein óvanliga langan driblitúr fann Leif Niclasen, sum legði bóltin inn til Levi Hanssen, sum bæði tamdi og skeyt bóltin í málið við vinstra beini.
Tá vanliga leiktíðin var farin staðfesti fyrrverandi skálamaðurin og B36arin sigurin, tá hann gjørdist leysur og skallaði bóltin framvið Geza Turi í Víkingamálinum, og tí liggur EB/Streymur nú á fjórða plássi í Vodafonedeildini
Bæði máttu vinna
Hóast talan var um tvey lið, ið lógu um miðjuna av deildini, so var talan um ein sera týdningarmiklan dyst, tí bæði liðini kundu við einum sigri ota seg upp at toppinum, samstundis sum eitt tap í fyrstu atløgu merkti, at liðið var sett av í toppstríðnum.
Tað var nokk her, at tað sást, at teir myrkabláu og svørtu, sum dysturin leið vóru greiðari yvir hesar treytir, enn hvat teir ljósabláu og svørtu vóru. Tí tað var fyrst og fremst viljin, ið vísti seg at vera munurin, sum dysturin leið.
Men soleiðis var ikki allan dystin, tí fyrstu 20 minuttirnar vóru Víkingar omaná.
Víkingar byrjaðu best
Í nógva vindinum, sum ofta kemur úr Gøtudali var tað tó Víkingur, ið fótaði sær best fyrstu løtuna. Teir høvdu tað mesta av spælinum, men gjørdust ongantíð veruliga vandamiklir. Helst av tí, at Sorin Angel, sum í gjár spældi í miðverjuni, og Egil á Bø vóru sera raskir at demma fyri Andreasi Lava Olsen, sum plagar at vera ein stór hóttan.
Tó høvdu teir yvirtakið, og fingu nøkur skot úti frá, sum Gunnar á Steig – sum framvegis stendur í málinum fyri skadda René Tórgarð, sum helst hevði verið fyrsta val, um hann var við – ikki fekk nakrar stórvegis trupulleikar við.
Kanska merkti tað eisini dystin, at Hans Jørgen Djurhuus, sum er mest skorandi Víkingurin í ár, var óvildugur áskoðari til dystin.
EB/Streymur lá rættiliga langt afturi á vøllinum, og bíðaði eftir møguleikum fyri snarálopum. Hesir skuldu eisini koma, og tað var eftir eitt tílíkt, at EB/Streymur fekk fyrra málið.
EB/Streymur tók yvir
Eftir málið var lítið veiggj í Víkingum, sum ikki líktust sær sjálvum. Teir fóru ofta bara hálvir inn í taklingarnar, og EB/Streymsleikarar vunnu flestu nærdystirnar, hóast heili fýra teirra megnaðu at fáa gul kort. Onkur vóru helst á markinum til reytt, men Dagfinn Olsen, metti ikki, at so var.
So hvørt sum dysturin leið tók EB/Streymur meira yvir. Gudmundur Nielsen og Hans Pauli Samuelsen vísti seg at hava nógvar verjuuppgávur á veingjunum, so tað var mest beinleiðis gjøgnum miðjuna, at EB/Streymur kom til sínar møguleikar, sum Geza Turi ofta bara fekk boksað burtur.
Hinvegin hevði Víkingur nakrar deyðbóltar, sum teir kundu fingið nakrar møguleikar burturúr, men kanónin hjá Súna Olsen, var ikki líka bein, sum hon ofta hevur verið.
So hvørt sum dysturin leið gjørdust Víkingarnir meiri mótfalnir, og tað gjørdist ikki betri, tá Andreas Lava Olsen fór út við skaða í seinna hálvleiki.
Í yvirtíðini var tað so, at Levi Hanssen staðfesti, at Víkingarnir fóru bardir úr Sarpugerði, og tí liggja teir framvegis í miðjuni av deildini, meðan EB/Streymur vann trý kærkomin stig, eftir tvey fylgjandi lak umfør.