Høgni Mohr
Umboð fyri ymisar felagsskapir, gera í tíðindaskrivi vart við ónøgd sína í sambandi við Tórsvallarbyggingina. Hildið verður, at farið er burtur frá upprunaligu ætlanini, og at vøllurin tískil ikki fer at tæna tí heildarendamáli, birt varð uppundir tá ætlkanin var løgd.
Skrivið, sum er dagfest hin 6. Apríl, er soljóðandi:
Vit umboð fyri undirritaðu felagsskapir eru sannførdir um, at byggingin av ítróttarvølli í Gundadali, soleiðis sum hon nú sambært ætlanini verður sett í verk, er komin so langt burtur frá upprunaligu stadionætlanini, at henda vallargerð nú hevur við sær so skerdan møguleikar til fjølbroytt ítróttarligt virksemi, at hesin Tórsvøllur ikki longur av røttum kann bera heitið, alment ítróttarøki.
Eisini byrgir henda ætlan fyri, at hesin býarins og landsins ítróttarmiðdepil nakrantíð kann fáa tann upprunaliga og samfelagsliga týdning, sum tað í áratíggju hevur verið miðað ímóti, og sum hesin staður meira enn nakar annar er sjálvskrivaður til at kunna hava.
Okkum tykir tað tí at vera ynskiligt at fáa í lag eitt orðaskifti um, og eina nærri lýsing av hesi verkætlan, áðrenn ov seint er, og hava vit tí avgjørt at hava fund um hetta mál í sangstovu Kommunuskúlans ? hølinum uppi yvir skúlahøllini ? mánadagin 12. Apríl kl. 16.00.
Fundarfráboðanin er send hesum: Føroya Læraraskúla, Tórshavnar Skúlaráð, Skúlaleiðarunum í Tórshavn, Tórshavnar Býráð, Stadionnevndini, Undirvísingar og Mentamálastýrið, Løgtingsmonnunum í Suðurstreymoy, Arkitektunum og byggifrøðingunum, eins og fjølmiðlunum.
Undirritaðu eru:
Andrass Samuelsen, vegna Føroya Lærarafelag ? Torfinn Højgaard, vegna Føroya Ítróttarlærarafelag ? Manne Persson, vegna Felagslærararáðið í Tórhavn ? Heri Ziska, vegna Ítróttarfelagið Bragdið - Hjalti Gunnarstein, vegna ÍSF, Frælsur Ítróttur ? og Heðin Mortensen, formaður, vegna ÍSF.
Sosialurin hevur vent sær til Formannin í Grunnurinum Tórsvølli, Poul Michelsen í sambandi við tíðindaskrivið. Hann kendi onki til hetta, men vildi tó fegin gera viðmerkingar, tá vit høvdu lisið tað fyri honum.
Hann ger vart við, at grunnurin er ein vinnurekandi grunnur, sum stigtakarirnir hava stovnsett, og tískil verður farið varliga fram. Munirin millum teirra fatan og mína, er at teir halda byggingina vera eina samfelagsliga uppgávu. Tað almenna stuðlar ætlanini við eini helvt. Tað, ið eftir er (uml. 20 milliónir) skal í høvuðsheitunum koma frá fótbóltsinntøkum, sigur formaðurin í grunninum.
Sosialurin skilur, at tað ið Poul Michelsen leggur dent á er, at vøllurin undir øllum umstøðum skal gerast so frægur, at hann verður nýtiligur sum inntøkukelda gjøgnum fótbóltin.
Eftir mínum tykki, royna mótmælarnir nú at taka gíslar í hesum málinum ? og gíslarnir eru tey, sum kunnu nýta vøllin beinanvegin. Alternativið er at vøllurin verður liggjandi sum eitt skendsil, líka til nóg mikið av peningi er fingið til vega.
Spurdur, um hann heldur, at undirritaðu feløgini royna at leggja trýst á almennu mynduleikarnar, til tess at fremja eina stuðulsøking, sigur Poul Michelsen, at tað er møguligt - men at tað hinvegin kundi verið hildið, at tað er ábyrgdarleyst, altíð at rokna við stuðli frá tí almenna.
Ein vinnurekandi grunnur noyðist at taka avgerðir, ið byggja á tann tøka peningin, og gera ætlanina eftir tí veruleika, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur at enda, at Heðin Mortensen sjálvur situr í nevndini fyri grunnin, so hevði hann nakra hugsan um hetta, kundi hann gjørt vart við hana í nevndini.Tað vísir at hetta er politikkur; og eg havi ongan áhuga í hasum politikkinum..!