Arbeiðsmøguleikar hjá heilsuliga skaddum

Tíðindaskriv

 




Viðv. pallborðsfundinum hin 7. nov. 2001 um arbeiðsmøguleikar hjá heilsuliga skaddum


Her á landi hava vit ongan skipaðan politikk, tá tað snýr seg um arbeiðsmøguleikar hjá heilsuliga skaddum ? tað tey í grannalondunum nevna »hin rúmliga arbeiðsmarknaðin« og »sosiala ábyrgd á arbeiðsplássum« ? og hava vit heldur ongan skipaðan almennan sjúkrapolitikk. Harafturímóti hava vit eina 120 daga-uppsagnarreglu í lóg um starvsmenn frá 1958, ið hevur við sær, at heilsuliga skadd, ið ikki orka at arbeiða til vanligar treytir, verða uppsøgd og harvið stoytt út av arbeiðsmarknaðinum.

Sambært lógarbroyting av forsorgarlógini nr. 177 frá 30.12.1997 ljóðar § 18 a soleiðis: »Játtast kunnu vard størv, vinnuroyndir, umskúling v.m. til avlamin og onnur, sum av einhvørji orsøk eru vorðin avmarkað í sínum vinnuførleika. Lønarískoyti til vardu størvini kann veitast«. Sjálvt um áðurnevnda grein um vart starv v.m. varð broytt fyri skjótt fýra árum síðani, virkar greinin framvegis ikki eftir ætlan. Almannastovan (endurbúgvingardeildin) sigur, at heilsuliga skadd kunnu ikki fáa vart starv sambært hesari grein ? hetta tí Almannastovan onga reglugerð hevur at arbeiða eftir!

Grundað á verandi støðu, hava heilsuliga skadd sera trupult við at fáa ? ella varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Tá fólk verða søgd úr starvi orsakað av varandi sjúku/skaða, kenna tey seg tískil aloftast ikki hava annað val enn at søkja um avlamispensión (fyritíðarpensión) og liva eitt óvirkið lív sum avlamispensiónistur. Hetta er sera ring støða at koma í, ikki minst fíggjarliga. Fólk, ið einans hava pensiónina at lívbjarga sær við, eru sera illa stødd. Avlamispensiónirnar í Føroyum eru sera lágar, serstakliga illa stendur til hjá teimum, ið bert fáa lægstu avlamispensión: støk fáa í mesta lagi kr. 5.439 um mánaðin og gift fáa í mesta lagi kr. 4.333 um mánaðin. Tilsvarandi pensión í Danmark (forhøjet alm. førtidspension) er ávikavist 9.636 og kr. 7.348 um mánaðin.

Pensiónslóggávan í Danmark verður í næstum broytt, soleiðis at einans tey, sum hava rætt til hægstu avlamispensión, fáa pensión í framtíðini. Tey, ið hava rætt til miðal og lægstu avlamispensión, skulu harafturímóti ikki hava pensión, men skulu hava arbeiðstilboð frá tí almenna: vart starv ella annað, ið hóskar til avmarkaða arbeiðsførleikan. Í hesum sambandi er áhugavert at hoyra, hvørjar framtíðarhugsanir- og ætlanir politikarar, almennir myndugleikar og onnur hava viðvíkjandi arbeiðs- og pensiónsviðurskiftum hjá heilsuliga skaddum her á landi.

Arbeiði er týdningarmikil partur av lívinum. Umframt at arbeiða er ein háttur at vinna pening til lívsins uppihald, er tað ein avgerandi fyritreyt fyri samleikan hjá fólki. Hjá flestum kennist tað sera álvarsamt at missa tilknýtið til arbeiðsplássið/arbeiðsmarknaðin. Gott arbeiði gevur lívinum positiva meining og innihald.

Politikarar, almennir myndugleikar, Almannastovan, fakfeløg, arbeiðsgevarar, og arbeiðspláss sum heild mugu taka arbeiðsumstøðurnar hjá heilsuliga skaddum til viðgerðar og skipa soleiðis fyri, at rúmd eisini verður fyri heilsuliga skaddum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Í sambandi við at MBF fylti 20 ár verður skipað fyri pallborðsfundi í læraraskúlahøllini í Tórshavn mikukvøldið hin 7. november 2001 kl. 19.30.

Fundarevni snýr seg um Arbeiðsviðurskifti hjá heilsuliga skaddum.

Pallborðsluttakarar: Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, Marius Dam, limur í Trivnaðarnevnd Løgtingsins, Petra Joensen, Almannastjóri, Vilhelm Johannesen, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Kristina Larsen, fyristøðukvinna fyri ALV, Gunnleivur Dalsgarð, Fakfelagssamskipanin/7-manna bólkurin, Pál Weihe, læknaráðgevi hjá Almannastovuni, Ingrid S. Henriksen, frá Giktafelag Føroya, og Johan Samuelsen, limur í ÍSB.