hann sum formaður í fleiri ár. Seinni legði hann frá sær sum formaður, men hevur hann sitið í stýrinum líka til í vár, tá hann ynskti at leggja frá sær. Fáorðaður, sakligur og góður í ráðum hevur hann verið [...] sær konu úr Hovi, Maria. Stutt eftir fluttu tey til Íslands og settu búgv í Kópavogi. Fyri fáum árum síðani fluttu tey í eina íbúð í Hafnarfyri. Maria doyði fyri nøkrum árum síðani. Hóast sín høga aldur [...] stríddist Jens í mong ár, fyri at Sjómansheimið kundi verða veruleiki. Sum kunnugt tók tað langa tíð, frá tí byrjað varð, til Sjómansheimið varð vígt og tikið í nýtslu 1991. Jens varð valdur í fyrsta stýrið
millum tvey tey bestu í landskappingini ger nú. Vøksturin í Hoyvík Leygardagin, tá stóru triumfurin hjá H71 var veruleiki, sást tú mong blonk eygu, tí her vóru fólk í hópatali, sum í skjótt eitt mannaminni [...] farin fram ein vøkstur uttan líka í Hoyvík og langt niðan í hagan, so talið á borgarum, ið hava náttúrligt tilknýti til H71, telur fleiri túsund. Hetta sæst eisini aftur í arbeiðinum kring H71, ið fevnir [...] viðvirkandi til, at yngsta hondbóltsfelagið í bestu mansdeildini langt um leingi rakk heilt upp á tindin og av røttum kann kalla seg føroyameistara. Og aftan fyri orðið breidd liggja eisini fleiri av hinum orsøkunum
tey demokratisku virðini? Hugtakið demokrati uppstóð í býstatunum í gamla Grikkalandi, og sum í dag – 2500 ár seinni – verður so nógv nýtt og misnýtt í almenna kjakinum, at tað eftirhondini er vorðið eitt [...] Heini í Skorðini. - Tí tá vit byggja upp eitt politiskt projekt við støði í religión, royna vit automatiskt eisini at tvinga onnur inn undir okkara egnu religiøsu sannføringar. Og so hava vit í prinsippinum [...] prinsippinum avtikið trúarfrælsið, segði Heini í Skorðini í 1. maidagsrøðu í Grasagarði
verið kring landstýrismannin í Innlendismálum, sum í langa tíð hevur megna at verið miðdepulin í heimliga orðaskiftinum, har nærum hvør útsøgn frá honum, hevur fest eld í. Tí var tað tí við ávísum ótta [...] sovorðin neyð at sleppa at tosa í hana, og gavst hesin møguleikin eisini á túrinum. Undirritaði gjørdi sama mistakið sum landstýrismaðurin í vinnumálum, bert at nevna eitt navn í smb. við tunnilin, men tað [...] at løgmaður í ólavsøkurøðu síni boðar frá, hvør loysn er vald og at hetta er gjørt í samráð við kommunalu myndugleikarnar á staðnum. Tilukku og góða eydnu við størsta samferðsluátakinum í nýggjari tíð
spæla við í sjónleiki, eins og hon hevur verið við í tveimum filmum. Í filminum »Maðurin ið slapp at fara« hevði hon ein týðandi leiklut, eins og hon eisini var við í »Bye Bye Blue Bird«. Í grundgevingini [...] Linklett í Klaksvík fekk í ár ársins herðaklapp frá Leikpalli Føroya. Við herðaklappinum fylgdu eitt skreytblað, ein eftirgjørdur gekkaskortur og ein kekkur áljóðandi 12.000,- krónur. Umstøðurnar í Hans [...] sjónleikalívinum í Klaksvík, Jógvan Ósá, tók orðið á samkomuni. Hann fegnaðist Adelborg´sa vegna um heiðurin, sum hann av fullum huga tók undir við og metti verða fult uppibornan. Grundgevingin Í grundgevingini
nógv av yrkislistafólkunum í stórum vanda fyri at standa í stórari skuld, tá ið arbeiðið er liðugt og úrslitið kemur á marknaðin. Í staðin fyri at hirða yrkislistafólkini í Føroyum út á ein marknað, sum [...] listafólk í teirri støðu, at tey ikki hava nakra inntøku, og hetta er serliga í tíðini tá ið tey skapa listaverkið. Aðrastaðni (hetta irriterandi orðið) hava tey eitt, sum kallast inntøkuloysi í staðin fyri [...] gjalda 50% til gallaríið, 25% í skatt av sínum 50%?um og eini 10% í tilfari. Eftir hevur hann eini 15%. Um hesin listamálari er v-talsskrásettur, kann hann avskriva tilfar o.a. í skatti. Men ein listamálari
mótmælistiltakinum á Vaglinum í Havn í dag. Advokaturin vísti á, at lóggivið verður í øvutari raðfylgju, við bindi fyri eyguni og í stríð við øll faklig tilmæli og tilráðingar. - Tunnilsmálið er besta dømi [...] standa í dag sum vitni til ein sokallaðan parlamentariskan glantrileik, sum neyvan nakrantíð hevur sæð sín líka í einum framkomnum civiliseraðum landi. Bjørn á Heygum legði hart út, tá hann tók orðið á m [...] rinda milliardir í óneyðugum eykaútreiðslum, sum allar fara beint av landinum til ein danskan pensiónskassa, og ikki at forgloyma nakrar útvaldar spekulantar, sum hava tryggjað sær milliónir í persónligum vinningi
Lisbeth frá tíðini, sum tær vóru liðfelagar í Rødovre. Víðari sigur Ragna, at hetta hevur ligið í luftini leingi, men at tað ikki varð fyrr ein í farnu viku, at alt kom í rættlag. Annars heldur KÍ leikarin, at [...] Helgu Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun í Hillerød. Lisbeth er 25 ára gomul, og hevur sína dagligu gongd í álopinum, har hon leikti 157 dystir fyri Rødovre, áðrenn hon í fjør gjøri av at flyta til Hillerød [...] vunnið sær fastan sess í Hillerød álopinum, men hon hevur tó alla tíðina verið við í fyrstaliðshópinum. Tað eru tvíburðarnir á KÍ liðnum, Rannvá og Ragna Andreasen, sum hava fingið alt í rættlag hesum viðvíkjandi
hevur mist okkara Bjarna! Men – í anda Bjarna royna vit at flyta manskórsang í Føroyum fram á leið! Vit í Tórshavnar Manskóri drýpa høvur! Í takklæti drýpa vit høvur í djúpastu virðing fyri okkara Bjarna [...] og tónleikari. Og hetta upplivdu vit í manskórinum eisini, tá vit vitjaðu úti í heimi – og eisini í samstarvi við onnur manskór – og ella, tá onnur kór vitjaðu okkum í Føroyum. Hetta at, tá Bjarni setti [...] konsert hevur verið hæddarpunkt í søgu kórsins ella í tíð Bjarna sum kórleiðari. Kórið hevur tikið lut í kappingum uttanlands og vunnið heiðursmerki. Kórið hevur sungið í samstarvi við onnur dygdarkór sum
Glastonbury í ár. Og fáar vikur seinni standa lítillætnu sámarnir við framúr góðu ummælunum á palli í Syðrugøtu. Joik til Føroyar Reinsdjóratunga og køld epli afturvið vóru á borðinum einastaðni í Oslo. Tað [...] og aðrastaðni í býnum gingu tey, sum allan dagin høvdu hoyrt smartan og nýggjan tónleik á einum av teimum heilt kulu festivalunum, nú við pinnamati og vínglasi í hond og minglaðu. Men í íbúðini var meira [...] ein maður. ”Adjagas” nevnast tey. Orðið er sámiskt, sjálvsagt, og merkir ”sinnisstøðan millum svøvn og vøku.” Tá tú droymir og er vakin í senn. Navnið er valt, tí tað er í hesum løtum, at joiksangurin kemur