HONDBÓLTUR
Sjálvandi eru fleiri orsøkir viðvirkandi til, at yngsta hondbóltsfelagið í bestu mansdeildini langt um leingi rakk heilt upp á tindin og av røttum kann kalla seg føroyameistara. Og aftan fyri orðið breidd liggja eisini fleiri av hinum orsøkunum, hóast breiddin helst er fremsti lykilin til meistaraheitið.
Ein orsøk, ið liggur aftanfyri, er miðvísa og vælrikna ungdómsarbeiðið í H71, sum seinnu árini er blómað og vaksið við ferð. At felagið fekk egna ítróttarhøll í 2002, hevur gjørt sítt til, at karmarnir eru bøttir nógv til tað betra, tí nú hevur H71 eitt ítróttarligt heim, ið saknur mundi vera í fyrru árini.
Aftur her hevur ungdómsarbeiðið lagt lunnar undir breiddina, tí tað er í størstan mun við egnum fólki, at H71 hevur bygt sær eitt gott og sterkt lið upp, og ferð eftir ferð hevur tað eisini víst seg, at sjálvt teir yngstu á liðnum hava havt hegni og dirvi til at taka á seg ábyrgd og tora at ganga undan.
Nokk sær út til at vera til av fólki, tí í vetur er alla tíðina komin maður í mans stað, tá brúk hevur verið fyri tí. Hetta hevur ikki minst víst seg, nú avgerandi dystirnir komu og enntá finalurnar vóru á skránni, tí meðan mótstøðuliðini gjørdust alsamt meira slitin, setti H71 bara meira og meira ferð á!
Ein annar trumfur, ið eisini avspeglar breiddina, hava verið teir tríggir málverjarnir, sum dúgliga hava kappast um hetta eina plássið, men sum allir eru so mikið góðir, at teir høvdu komið flúgvandi á liðið hjá øllum hinum feløgunum. Teir hava kappast, men samstundis staðið væl saman.
Nú felagið hevur rokkið sínum hægsta málið, gevst ein av teimum, Jens á Skipagøtu, og tað sama ger stóri H71-profilurin úti á vøllinum, Halgir Dahl Olesen. Teir eru báðir ímyndin av tí felagsanda og sál, sum øll árini hevur gjørt felagið í Hoyvík til nakað serligt – og nú eisini til føroyameistara.
Undan føroyameistaraheitinum leygardagin, var størsti sigurin at finna afturi í 1998, tá H71 vann steypakappingina. Og so kann nevnast, at felagið eisini okkurt árið hevur vunnið silvur, tá tað tó ikki gav atgongd til FM-finalur, sum eitt pláss millum tvey tey bestu í landskappingini ger nú.
Vøksturin í Hoyvík
Leygardagin, tá stóru triumfurin hjá H71 var veruleiki, sást tú mong blonk eygu, tí her vóru fólk í hópatali, sum í skjótt eitt mannaminni hava fylgt felagnum í viðgongd og mótgongd, og tað fekst sjón fyri søgn, at meistaraheitið fyri tey merkti so nógv meira enn bert gullheiðursmerki og steyp.
Hetta er størsta ítøkiliga úrslitið av tí, sum nakrir smádreingir og unglingar tóku stig til í 1971, tá Hoyvíkin bert taldi um 70 íbúgvar og var fyri einki at rokna, um samanborið var við fleiri av stóru bygdunum, sum í mong harrans ár hava myndað og framvegis mynda føroyskan topphondbólt.
Upprunaliga var tankin helst, at eitt fótbóltsfelag skuldi stovnast, men fólkagrundarlagið var alt ov lítið til tað, og tí hevur H71 bygt á einstaklingaítrótt, so sum borðtennis og badminton, umframt hondbóltin, sum nú er skjaldramerkið hjá felagnum og hevur verið tað tey mongu seinnu árini.
Samstundis er við árunum farin fram ein vøkstur uttan líka í Hoyvík og langt niðan í hagan, so talið á borgarum, ið hava náttúrligt tilknýti til H71, telur fleiri túsund. Hetta sæst eisini aftur í arbeiðinum kring H71, ið fevnir um eina rúgvu av liðum, umframt venjarar, hjálparfólk og onnur.
Væl hevur verið smíðað í Hoyvík, tí felagið hevur dugað sera væl at fylgt við tíðini og vøkstrinum annars, so H71 í dag telist millum stóru hondbóltsfeløgini. Evnini eru góð og verða væl røkt, so tí skulu vit helst rokna við at síggja hoyvíkingar fremst í fremstu røð í mong ár aftrat.










