Hvussu varðveita vit tey demokratisku virðini?
Hugtakið demokrati uppstóð í býstatunum í gamla Grikkalandi, og sum í dag – 2500 ár seinni – verður so nógv nýtt og misnýtt í almenna kjakinum, at tað eftirhondini er vorðið eitt innantómt og útvatnað hugtak.
Øll eru nevniliga demokratar í dag og vilja verja tey flottu og hábærsligu demokratisku virðini. Og líkamikið hvat politiskt sjónarmið verður lagt á borðið, kann tað altíð gerast í fólkaræðisins navni. So áðrenn vit kunnu svara uppá, hvussu vit varðveita tey demokratisku virðini, mugu vit fyrst finna útav, hvat demokrati er fyri nakað.
- Tann mest útbreidda definitiónin er, at demokrati er ein stýrisháttur, har meirilutin ræður og sleppur fjórða hvørt ár at avgera, hvør skal hava politiska valdið komandi fýra árini. Og tey, sum tá verða sett at stýra landinum, og tær avgerðirnar, sum tá verða tiknar, kunnu ongantíð vera annað enn demokratiskar. Tað eru jú fólkavald umboð, ið taka avgerðirnar. Tey demokratisku virðini eru í hesum ljósi virðini hjá meirilutanum, segði Heini í Skorðini.
Mítt frælsi endar har títt byrjar
Men tað er ógvuliga vandamikið, bert at síggja demokratiið sum viljan hjá meirilutanum. Heini vísti á grellu dømini um, at demokratiið beindi vegin til makt fyri bæði Hitler og Milosevic.
Hetta eru ekstrem dømi um, hvussu demokrati kann glíða yvir í fleirtalstyranni. Hvussu hárfínt markið er millum demokrati og despoti. Og hvussu stór misskiljing tað er, at demokratiið hevur sigrað, tá vit hava givið okkara atkvøðu fjórða hvørt ár og annars lata politisku valdsharrarnir stýra, sum teimum lystir, segði Heini í Skorðini.
Og hann helt fram: - Tí kunnu demokratisk valdar stjórnir eisini taka ódemokratiskar avgerðir. Tí kann demokratiið vera ódemokratiskt. Og tí verður slagið um demokratiið vunnið ella tapt hvønn tann einasta dag og er ikki nakað, sum vit bara kunnu avgreiða í einum anonymum kliva fjórða hvørt ár.
Orðið demokrati kemur úr grikskum og merkir fólkastýri, »demos« og »kratos«. So um øll skulu avgera eitt sindur, kann eingin avgera alt. Tað nyttar ikki, um skipanin er demokratisk, um menniskjuni ikki eisini eru tað.
Vit kunnu ikki tvinga onnur inn undir somu sannføringar, sum vit sjálvi hava. Grundtankin er, at mítt frælsi endar, har títt byrjar. Demokratisku virðini eru sostatt fyrst og fremst rætturin til – undir ábyrgd fyri lógini – at sleppa at velja og liva sítt egna lív uttan statsliga og politiska uppíblanding, segði Heini í Skorðini.
Ikki pláss fyri øllum
Demokratiska sinnalagið tykist av og á at hava trong kor í Føroyum. Vit síggja mangan antidemokratiskar tendensir, sjónarmið, sum ikki virða tað persónliga frælsið. Sum ikki virða fjølbroytni, segði Heini í Skorðini og kritiseraði tey, sum seinasta árið hart og týðiliga hava lagt fram eina klárt defineraða visjón um, at í Føroyum er ikki pláss fyri teimum, sum fella uttanfyri tann nationala felagsskapin, uttan tó beinleiðis at nevna málið um 266b.
Heldur ikki metti Heini, at tað er uppgávan hjá einum stati at bekenna seg til eina ávísa religión, og setti spurnartekin við hugmyndina um ein »kristna tjóð«.
- At vit framvegis eftir yvirtøkuni av fólkakirkjuni halda fast um hesa leivdina frá einaveldinum í miðøldini, at kirkjan skal vera partur av statinum, er eftir mínum tykki idioti. Og harvið havi eg einki sagt um kristindóm í sær sjálvum og ta positivu ávirkan, sum kristindómurin sum søgulig fortreyt kann hava havt fyri menningini av tí liberala demokratinum, segði Heini í Skorðini.
- Tí tá vit byggja upp eitt politiskt projekt við støði í religión, royna vit automatiskt eisini at tvinga onnur inn undir okkara egnu religiøsu sannføringar. Og so hava vit í prinsippinum avtikið trúarfrælsið, segði Heini í Skorðini í 1. maidagsrøðu í Grasagarði










