Ein parlamentariskur glantrileikur

- Vit standa í dag sum vitni til ein sokallaðan parlamentariskan glantrileik, sum neyvan nakrantíð hevur sæð sín líka í einum framkomnum civiliseraðum landi.

 

Bjørn á Heygum legði hart út, tá hann tók orðið á mótmælistiltakinum á Vaglinum í Havn í dag.

 

Advokaturin vísti á, at lóggivið verður í øvutari raðfylgju, við bindi fyri eyguni og í stríð við øll faklig tilmæli og tilráðingar.

 

- Tunnilsmálið er besta dømi um tað totalu vanvirðing,  mótvegis øllum tí, sum bara ber brá av serfrøði, vísind og professionalismu, sum gera seg galdandi millum okkara politikarar. Her verður als ikki sett nakað spurnartekin við tyngjandi samfelagsliga kostnaðin av eini slíkari loysn, og ei heldur at føroyski borgarin skal rinda milliardir í óneyðugum eykaútreiðslum, sum allar fara beint av landinum til ein danskan pensiónskassa,  og ikki at forgloyma nakrar útvaldar spekulantar, sum hava tryggjað sær milliónir í persónligum vinningi hvørt ár fyri okkara rokning næstu 30-50 árini, segði Bjørn á Heygum.

 

Bjørn á Heygum kom eisini inn á lógina um vinnuligan fiskiskap, har politiska skipanin á hvørjum ári ásetir fiskidagarnar, uttan at lurta eftir fiskifrøðini.

 

- Altjóða høgt virdir vísindamenn, sum eru serfrøðingar og hava granska í  lívfrøðiliga burðardyggum fiskiskapi alt sítt lív, verða av okkara meinugu løgtingslimum rætt og slætt  háðaðir og tileinkisgjørdir, segði Bjørn á Heygum og helt fram:

 

- Í Føroyum sær út til at dilletantar og amatørar altíð vita betur. Úrslitið av hesi hugmóð er sjálvsagt hareftir. Her hevur ikki verið so vánaligur fiskiskapur á føroya grunninum í nýggjari tíð.

 

Men aktuella tunnilsmálið fylti sum vera man mest í røðuni hjá Bjørn á Heygum.

 

- Løgting og Landsstýrið er áður ávarðað av fakfólki m.a. m.a. teira egna stovni Landsverk, móti soleiðis í óðum verkum, og uttan nakrar fakligar greiningar og metingar yvirhøvur, at avreiða henda einkarættin til eitt privat felag. Báðir fyrverandi formenninir fyri Búskaparráðið Johnny í Grótinum og Jørn Astrup Hansen hava nú staðiliga mælt frá at fremja hesa fyri samfelagið beinleiðis skaðiligu ætlan, segði Bjørn á Heygum og tók eisini aðrar navngivnar persónar fram.

 

- Spurningurin er so um allar hesar ávarðandi røddir, sum jú umboða frægastu serfrøði innan fyri búskap og peningaviðurskifti í Føroyum, rína við hesar menn og kvinnur á Føroya Løgtingi, sum fyri rættiliga stóran part viðkomandi hava hetta heilt margháttliga innbygda stykni til alt sum eitur lærdóm og vitan.

 

Bjørn á Heygum fór eisini eftir teimum seks løgtingslimunum, sum í spurnarumfarinum hjá Sosialinum søgdu seg fara at atkvøða fyri tunnilsuppskotinum hjá Kára P. Højgaard.

 

- Vit mugu í øllum førum staðfesta, at vanligt vit og skil ikki rínir við Eysturoyar patriotarnar Bill Justinussen, Alfred Olsen, Helga Abrahamsen, Reimund Langaard, og Norðoyar tingfólkini Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir og Jógvan Skorðheim, so má øll faklig vitan og serfrøði heldur dvína. Her er tað politiska heimabeitið og stuttskygd atkvøðuáhugamál, sum yvirhála alt fíggjarligt skynsemi og samfelagslig fyrilit, segði Bjørn á Heygum.

 

Og advokaturin helt lítið um politisku telvingina í løtuni, hvørs endamál er at fáa meiriluta fyri tunnilsuppskotinum hjá landsstýrismanninum í innlendismálum:

 

- Fyri at fáa neyðuga meirilutan fyri hesi ørvitisætlan hevur landsstýrið ikki gjørt mætari at egna sandoyartingmenninar Páll á Reynatúgvu, Gerhard Lognberg og Brandur Sandoy við øllum fænum í landsbankanum, sum nú skal takast úr likviditetinum hjá landinum, og ístaðin koyrast í Sandoyartunnilin. Sigast má at hetta er ómetaliga ódámligt og óvirðiligt fyri eitt demokrati og eina stjórn, at keypa sær atkvøður og gera slíkar rossahandlar fyri skattaborgarans pening. Eitt ringt tekin. Tí spyrjast kann við góðum grundum, hvat verður tað næsta?

 

Les eisini:

Stór undirtøka fyri mótmælistiltakinum á Vaglinum 

 

Sí stórt myndatema frá mótmælistiltakinum á Vaglinum í Havn seinnapartin við at TRÝSTA HER.