Ongar greiðar skattareglar eru fyri hendan samfelagsbólkin, onki greitt inntøkugrundarlag tí, at vit noyðast at tillaga okkum ein marknaðarbúskap, ein marknaðarbúskap, sum er til orsakað av einari ávísari sølunøgd. Tí eru nógv av yrkislistafólkunum í stórum vanda fyri at standa í stórari skuld, tá ið arbeiðið er liðugt og úrslitið kemur á marknaðin.
Í staðin fyri at hirða yrkislistafólkini í Føroyum út á ein marknað, sum ikki beinleiðis er egnaður hesum bólki, áttu tey at verðið stuðlað í sínum arbeiði. Hetta kann gerast við, at greiðar skattareglar verða gjørdar. Ein listamálari, sum í eitt ár arbeiðir fram ímóti eini framsýning, og sum síðani fer uttanlands at selja sínar málningar, skal gjalda 50% til gallaríið, 25% í skatt av sínum 50%?um og eini 10% í tilfari. Eftir hevur hann eini 15%. Um hesin listamálari er v-talsskrásettur, kann hann avskriva tilfar o.a. í skatti. Men ein listamálari arbeiðir við einari framsýning í eitt ár, og um hann hetta árið, meðan hann arbeiðir fram ímóti einum úrsliti, ikki vinnur sær pengar, minst 20.000 kr., so verður hann strikaður sum v-talsskrásettur. Listamálarin setur so nógv í gongd, men hann er tann, sum hevur minst pengar eftir tá ið avtornar.
Eitt annað dømi er ein, sum gevur út eina nótabók við føroyskum løgum. Bert eini 7% av føroyingum duga at lesa nótar. Hvussu kann hesin vinna 20.000 kr. árliga við at selja bókina?
Ofta eru listafólk í teirri støðu, at tey ikki hava nakra inntøku, og hetta er serliga í tíðini tá ið tey skapa listaverkið. Aðrastaðni (hetta irriterandi orðið) hava tey eitt, sum kallast inntøkuloysi í staðin fyri arbeiðsloysi. Ein listamaður verður ongantíð arbeiðsleysur, men hann er inntøkuleysur í skapanarprosessini.
Ein listamálari skal ikki bara gjalda húsaleigu og alt annað, sum fólk vanliga gjalda fyri. Hann skal eisini leiga sær eitt atelier fyri einar 3000 til 4000 kr. um mánaðin aftrat øllum hesum. Og inntøkan er ikki stór frammanundan.
Um tað skal verða livandi hjá yrkilslistafólkum í Føroyum, mugu komandi politiakarar landsins taka listaálitið í álvara, og gera sum tað verður mælt til í álitinum: Mong yrkislistafólk hava skattligar trupulleikar, og eigur tí at verða settur ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri skattavaldið, Mentamálastýrið og LISA við tí eindamáli at greina hesar trupulleikar og koma við uppskoti til møguligar lógarbroytingar.
Eg vil mæla politikarunum til, at hyggja at tí danska álitinum ?Kunstnernes beskatning? frá 2001. Har standa reglarnir so greiðir sum gjørligt, og hetta álitið kann vera við til, at byggja upp eina føroyska skatta- og inntøkulóg fyri listafólk, sum hóskar til tann skroypiliga marknaðin vit liva í, í staðin fyri at noyða okkum at gerast marknaðarføroyingar.
Eg síggi, at nakrir flokkar og nakrir uppstillaðir einstaklingar eru farnir at taka list positivt upp á tungu. Hetta er bara at fegnast um, og vil eg við hesum mæla øllum listafólkum í Føroyum til, at seta krossin við tey, sum vilja stuðla og harvið menna føroyskt listalív.
Fyri at koma við einum góðum dømi, so eru tríggjar innstillingar til norðurlendskar virðislønir í ár. Tann fyrsta var Tóroddur Poulsen og yrkingasavnið ?Blóðroyndir.? Tann næsta var Jóanes Nielsen og ?Eitur nakað land week-end,? sum fekk norðurlendsku dramatikaravirðislønina, og tann triðja er Sunleif Rasmussen og fyrsta føroyska symfoniin, ?Oceanic Days.? Vinnarin av hesi virðisløn verður kunngjørdur í mai. Vit er nógv, sum fegnast um hetta, men tað tey flestu ikki vita er, at allir hesir listamenninir, sum eru innstillaðir, skrivaðu verk síni, meðan teir fingu trý ára legat frá Statens Kunstfond. Við øðrum orðum: Danir hava goldið løn og harvið friðin at arbeiða, meðan føroyingar reypa sær av sínum landsmonnum. Hesir eru stórir umboðsmenn fyri Føroya land. Tit sum stilla upp, hugsið um hetta!!!