Styrkja seg

Steypafinalan: Báðir finaluluttakararnir í kvinnufinaluni fáa styrk uttan ífrá

Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at lið í bestu deildini hjá monnum styrkja seg við leikarum uttan ífra í longri ella styttri tíðarskeið.


KÍ roynir nýggjar leiðir

Hjá kvinnunum hevur henda gongd tó ikki verið so vanlig. Sjálvandi hava liðini fingið styrk av og á, men hetta hevur aloftast verið við leikarum, sum vanliga búgva uttanlands, men sum kanska eru heima í summarfrí ella líknandi.

Nú verður tó øðrvísi hesum viðvíkjandi, tí til steypafinaluna hjá kvinnum, sum verður leikt sunnudagin, hevur KÍ fingið sær styrk av flatlondum.

Talan er um Lisbeth Hansen, sum vanliga er liðfelagið við Helgu Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun í Hillerød.

Lisbeth er 25 ára gomul, og hevur sína dagligu gongd í álopinum, har hon leikti 157 dystir fyri Rødovre, áðrenn hon í fjør gjøri av at flyta til Hillerød. Eisini hevur hon leikt tvær ferðir á danska U-21 landsliðnum, so tað er ikki hvør sum helst, sum KÍ hevur fingið hendanvegin. Enn hevur hon tó ikki vunnið sær fastan sess í Hillerød álopinum, men hon hevur tó alla tíðina verið við í fyrstaliðshópinum.

Tað eru tvíburðarnir á KÍ liðnum, Rannvá og Ragna Andreasen, sum hava fingið alt í rættlag hesum viðvíkjandi. Ragna greiðir frá, at tær kenna Lisbeth frá tíðini, sum tær vóru liðfelagar í Rødovre.

Víðari sigur Ragna, at hetta hevur ligið í luftini leingi, men at tað ikki varð fyrr ein í farnu viku, at alt kom í rættlag.

Annars heldur KÍ leikarin, at tær halda hetta vera eina sera spennandi roynd, og hon væntar eisini, at hetta fer at styrkja um KÍ liðið. ? HB hevur jú fleiri ferðir fingið Helgu og Eyðvør heim til slíkar dystir, so tí hildu vit eisini, at vit kundu roynt hetta. Nú hava vit tríggjar ferð verið í finaluni, uttan at tað hevur eydnast at vinna, so nú skal tað vera. sigur Ragna at enda.


Eyðvør skal styrkja HB-liðið

Lisbeth T. Hansen kemur til Føroya fríggjadagin, og í sama flogfari verður eisini Eyðvør úr Dímun, sum skal styrkja um HB liðið í finaludystinum.

Eyðvør hevur hetta kappingarárið roynt seg í Hillerød, har hon sostatt hevur verið liðfelagi hjá Lisbeth. Hon kemur nú heim í summarfrí, og væntandi fer hon ikki heim aftur fyrr enn miðskeiðis í august mánaði, so umframt sjálva steypafinaluna, fer hon væntandi at styrkja um HB liðið í einar tveir ella tríggjar landskappingardystir eftir summarfrítíðina.

Spurd um hon ætlaði sær heim at vinna steypafinaluna svaraði hon, at tað ætlaði hon sjálvandi. Hon legði tó dent á, at hon roknar við einum sera truplum dysti, og hevði mest sum hug at gera KÍ til favorittar.

? Sum eg havi skilt á lagnum, so mugu vit vera Liljuna av Fløtum Jespersen, Gunn Müller og Vivian Torleifsson fyri uttan, so har eru í øllum førum tríggir týðandi leikarar, sum ikki verða við.

Hvussu fer at avtorna, tá tær báðar Eyðvør og Lisbeth, sum vanliga eru liðfelagar, skulu royna seg móti hvørjum øðrum, er sjálvandi ilt at gita. Tað tykist tó sannlíkt, at tað júst kann verða onnur teirra, sum kemur at hava avgerandi orðið at siga sunnudagin.rin var føroyingur. Og einaferð dømdi hann brotsspark til Býliðið. Tom fer út ímóti síðulinjuni, og tá letur í honum: ?Det var s´gu ikke straffe(!)?. Skamt harífrá stóð Jákup hjá Emil hjá GøtuJákup, ella HavnaJákup sum vit kallaðu hann úti á Glyvrum. Orðknappur sum hann var, svarðaði hann Tom Søndergaard soleiðis: ?Áh, hold du din kæft, du har s´gu ikke forstand på fodbold(!)?


Tað verður verðandi ein ævigur sannleiki, at teir bestu fótbóltsspælararnir altíð standa framvið síðulinjuni. Spyr bara Martin Juul, Oddfríð, Jallin, 2 X Atla, Henry, Andreas, Kaj, Jørgen Evald o.a?