So er bara ikki. Vit síggja, hvussu ES t.d. tvingar okkum til ikki at stuðla vinnu, sum skal kappast á ES-marknaðinum, um somu tíð sum teirra egnu vinnur fáa stuðul kortini. Tí ræður um ikki at síggja hetta [...] TAÐ verður oftani tikið til - av afturhaldskreftum sjálvandi - at vit føroyingar eru ov fáir og ov smáir til at megna nakað sjálvir. Tað er bara ikki rætt. Vit megna tað vit vilja. Og viljanum tykist oftani [...] verður flogið til Danmarkar tvær ferðir um dagin. Eisini hevur felagið átikið sær fleiri spennandi og nýggjar uppgávur sum at flúgva til flestu av grannalondum okkara. Nú seinast eisini til Skotlands. S
/havnirnar í Føroyum. Ikki meira enn vóru dyrnar latnar aftur til tíðindafundin á Hafnia um Drelnes sum oljuútgerðarhavn, so vórðu dyrnar til býráðssalin í Havn latnar upp - til tíðindafundin um Sund sum [...] Tá ein fór til Grønlands at fiska, fóru aðrir sama veg. Tá ein fór til New Foundlands, komu aðrir eftir. Soleiðis hevur lyndi og framsøkni verið í okkum føroyingum. Og spurningurin er, um ikki júst hetta [...] hvørjum tanga, nú eitur tað útgerðarhavn á hvørjum tanga. Latið okkum brúka verandi gongd til nakað positivt og ikki bara fara á bakbeinini, yppa øksl og hugsa, at nú eru vit við at endurtaka gamlar syndir
ein góð stuðulsskipan, sum samstundis gav teimum lesandi loyvi til at vinna sær so nógv umframt, sum hugur var til: Onnur inntøka ávirkar ikki stuðulin. Tað sum kortini hevur víst seg er, at stuðulin fyrst [...] framtíðin opin og ljós. Floygdu pisurinar eru nú til dystin fús at fara víðari út í lívið - undir lesnað her á landi ella úti í heimi, og vit kunnu ikki annað enn frøast um, at samfelagið hjá okkum kann [...] árini. Hetta kunnu vit ikki góðtaka - hetta eigur landsstýrið at gera nakað við. Júst útbúgvingarstuðulin var nógv frammi í valstríðnum í vár ? og vit kunnu bert vóna, at hetta ikki vóru kávalótir, men veruliga
hesum sambandi kundu vit hugsað okkum at mælt býarmyndugleikunum í Havn til at bøtt um støðuna - áðrenn skaðin hendir! Tað eru ikki altíð tey stóru tøkini, ið eru neyðug. Lat okkum taka okkurt ítøkiligt [...] um, hvørt vegbungur gera ta nyttu, tær eru ætlaðar til. Tað kunnu vit sjálvandi kjakast um. Men greitt er, at vegbungur kunnu gerast soleiðis, at til ber at koyra við ávísari ferð tvørtur um tær. Passandi [...] Passandi kundi verið við 30 km/t á nevnda vegastrekki. Ber ikki til at bøta um ferðsluóskilið við at tosa fornuft við fólk, so er rætta loysnin at gera bíligar fysiskar ábøtur, ið steðga skilaleysu koyringini
tá ikki brúka júst hesa verkætlan at slóða fyri og vera fyrimynd hjá øðrum eisini. Finst olja her og bæði oljufeløg og samfelagið fáa stóran vinning, hví tá ikki seta pengar av av yvirskotinum til nettup [...] eiga so heldur ikki bara at lata okkum lynda upplýsingar og royndir aðrastaðni frá. Tvørturímóti eiga vit - og hetta er eisini skylda okkara mótvegis komandi ættarliðum - at gera umhvørvi til ein kardinalspurning [...] nú talan er um at minkað um óheppin árin av oljuleiting og -framleiðslu, hví tá ikki eisini slóða fyri og seta pengar av til at menna varandi orkukeldur. GREENPEACE sigur ?No new oil? í Atlantshavinum. Vit
Kallsberg at síggja til - um hann meinar nakað við at danir ikki skulu blanda seg upp í føroysk innanríkismál og føroyingar heldur ikki upp í donsk - at geva sínum floksfelaga greið boð um ikki brúka fólkatingssessin [...] neiatkvøða til eina sosialistiskari stjórn. TAÐ er sera umráðandi, at øll tann føroyska pressan fylgir væl við nú. Anfinn Kallsberg, løgmaður má ikki sleppa undan at svara - og til deils eisini standa til svars [...] Hetta er ikki rætt harra løgmaður. Tí tekur Óli Breckmann somu støðu sum Jóannes Eidesgaard um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, so uppviga teir hvør annan sitandi ávikavist til vinstru
fimm ár ganga, til dómstólur er komin til eina niðurstøðu, kann gerast ein vansi fyri bæði londini, tá avtornar. MEN vil hvørgin parturin førka seg meira, so er tað spurningurin, um vit ikki áttu at roynt [...] uttanríkisráðharrin hevur vent sær beinleiðis til løgmann um sama mál ber eisini bráð av, at bretar vilja hava ein enda á hesi ósemju. Tað er rætt og slætt ikki livandi við slíkari trætu millum tvey grannalond [...] slakað í mun til síni upprunaligu krøv. Føroyingar hava eisini sagt seg vilja slaka fyri at fáa eina samráðingarloysn. Trupulleikin er tó tann, at hvørgin av pørtunum vil slaka nóg mikið til, at hin parturin
nakrir av nærmastu grannunum ikki hava viljað fingið hesi hús út í framman undan tronga umhvørvið úti á Reyni.Endamálið at fáa húsini út á Reyn var, at tey skuldu brúkast til barnaansing. Býráðið lovaði [...] Reyn - á Skúlareyn, har gamli almuguskúlin í sínari tíð var. Býráðið í Havn hevur lagt nógv fyri, til tess at fáa húsini flutt út á Reyn, hóast fornmyndugleikar harðliga hava mótmælt at húsini verða flutt [...] ini út á Reyn. Hóast onnur loysn er í ljósmála, so hevur býráðið kortini flutt húsini, og tað eru ikki allir grannarnir so fegnir um.
Turid Samró sigur, at hesir gomlu lutirnir ikki eru dýrari enn so, at fólk flest kunnu bjóða. Tap dýrasta er innbúgv til eina spísustovu, og tað er mett til 7.500 krónur. Hósdagin og fríggjadagin millum [...] Fyritøkurnar eita Veirhaven og Kim Anthon, sum keypa inn til handlar í Danmark. Turid kennir teir, frá tí at hon keypti innbúgv og annað til Café Natúr. Yvir 300 lutir verða seldir á uppboðssøluni. Umboð
er skeiðið lagt øðrvísi til rættis, so fólk ikki verða bundin av skeiðinum fleiri vikuskifti. Í ár verður skeiðið bara trý vikuskifti, og ikki fylgjandi. Byrjað verður 11. til 13. juli í Sandoynni, har [...] leiga hús, har allir luttakararnir kunnu gista. So verður einki aftur fyrr enn 8. til 10. august, tá farið verður til Suðuroyar, har gist verður í einum summarhúsi. Skeiðið endar leygardagin 16. august