Serjanthúsini flutt út á Reyn

.

Mest umrøddu húsini í Havn seinastu tíðina, gomlu Sersjanthúsini, sum seinastu hálva aðru øldina hava staðið við Skansan yvir við Strond í Havn, hava nú skift bústað.

Eina náttina í síðstu viku fluttti býráðið í Havn húsini út á Reyn - á Skúlareyn, har gamli almuguskúlin í sínari tíð var.

Býráðið í Havn hevur lagt nógv fyri, til tess at fáa húsini flutt út á Reyn, hóast fornmyndugleikar harðliga hava mótmælt at húsini verða flutt, tí mett verður, at tey skulu verða standandi á søguliga økinum við Skansan.

Íbúgvarnir úti á Reyni hava eisini harðliga mótmælt, tí nakrir av nærmastu grannunum ikki hava viljað fingið hesi hús út í framman undan tronga umhvørvið úti á Reyni.Endamálið at fáa húsini út á Reyn var, at tey skuldu brúkast til barnaansing. Býráðið lovaði grannunum, at fanst onnur loysn fyri ansingina, vildi býráðið broyta ætlanina at flyta Sersjanthúsini út á Reyn. Hóast onnur loysn er í ljósmála, so hevur býráðið kortini flutt húsini, og tað eru ikki allir grannarnir so fegnir um.