Randi Jacobsen
Eins og í fjør og í 1995 skipar Upplýsingarfelagsskapur Verkamanna, UV, í ár fyri summarskeiði, einum plantuskeiði.
Sum hini árini verður Maria Samuelsen úr Kollafirði skeiðleiðari, sum vegleiðir luttakararna í at læra nøvnini á plantum at kenna, og hvar tær vaksa.
Hini bæði árini varð skeiðið yvir fleiri leygardagar á rað, men í ár er skeiðið lagt øðrvísi til rættis, so fólk ikki verða bundin av skeiðinum fleiri vikuskifti. Í ár verður skeiðið bara trý vikuskifti, og ikki fylgjandi.
Byrjað verður 11. til 13. juli í Sandoynni, har farið verður út at hyggja at plantum og annars hugna sær saman. Ætlanin er at leiga hús, har allir luttakararnir kunnu gista.
So verður einki aftur fyrr enn 8. til 10. august, tá farið verður til Suðuroyar, har gist verður í einum summarhúsi.
Skeiðið endar leygardagin 16. august við einum túri niðan á Eiðiskoll.
Alt skeiðið kostar 200 krónur, sum skulu jaldast beinanvegin, sum skeiðið byrjar.
Fólk, sum búgva í Suðuroynni og í Sandoynni, kunnu luttaka tey vikuskiftini, tá skeiðið verður í teimum oyggjunum.
Skeiðið er fyri øll, børn og vaksin.
Tey, sum hava vilja við á skeiðið, kunnu tekna seg hjá UV, tlf. 13995, ella hjá Mariu Samuelsen, tlf. 21468.