TANN føroyski fólkaflokkurin hevur eitt forkláringsproblem. Tí hvussu kann hesin flokkur, um sama mundi bæði biðja danir ikki blanda seg uppí føroyskan innanríkispolitikk, samtíðis sum stavnamaður floksins leggur seg út í danskan innanríkispolitikk? Nú avtala er undirskrivað við danir hevur fólkatingsmaðurin hjá fólkaflokkinum sagt, at hann fer - men bara í hesum eina førinum - at lata vera við at atkvøða ímóti uppskoti frá eini danskari sosialistastjórn. Tá Hvítusunnupakkin er avgreiddur er alt við tað gamla aftur sigur fólkatingsmaðurin og vísir á, at tá verður hann aftur tann gamli Óli Breckmann, sum sær tað sum sína høvuðsuppgávu at ?bekempa? sosialistar. Tvs. at hann fer tá aftur at atkvøða ímóti eini danskari javnaðarstjórn og gera alt fyri at fella hana.
HETTA hendir um sama mundið sum starvsfelagi Breckmanns, Anfinn Kallsberg, løgmaður fær eina avtalu við danir, hvørs reyði tráður jú er, at danir skulu ikki leggja seg út í føroysk viðurskifti hereftir. Allar bindingar skuldu burtur segði løgmaður undan samráðingunum. Í samrøðu við Sosialin í dag roynir løgmaður at leggja roykslør yvir og lutvíst rættvísgera framtíðar leiklutin hjá ÓB á fólkatingi. Hann sigur, at av tí at somu lógir í stóran mun eru galdandi í Føroyum sum í Danmark, so er skiljandi, at ein føroyskur fólkatingsmaður kortini atkvøður á fólkatingi. Men, leggur hann aftrat, at her má metast frá máli til mál.
ÁLVARATOS harra løgmaður! Tú veit væl, at talan verður ikki um nakra meting. Óli Breckmann fer tá avtornar -møguliga við løgmansins fulla samtykki - at halda fram við at leggja forðingar fyri eini danskari sosialistiskari stjórn, tí tað er jú tað, sum alt hansara politiska lív snýr seg um. Tað ER hansara lív. Men her eigur borðið at fanga. Tí hvør metingin verður hjá formanni Óla, løgmanni, um komandi mál á fólkatingi, verður áhugavert at fylgja við í. Hóast fólkatingssessurin er suverenur, so er tað ein moralsk skylda hjá Anfinni Kallsberg at síggja til - um hann meinar nakað við at danir ikki skulu blanda seg upp í føroysk innanríkismál og føroyingar heldur ikki upp í donsk - at geva sínum floksfelaga greið boð um ikki brúka fólkatingssessin til at arbeiða ímóti eini danskari stjórn í reinum donskum málum. Tað er greitt, at Anfinn Kallsberg her hevur eitt problem. Hann kann ikki sum løgmaður loyva sær bara at standa og hyggja at, meðan hansara egni Óli Breckmann aftur fer at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Eftir Hvítusunnupakkan er jú alt aftur við tað gamla hevur ÓB sagt, og harvið meinar hann, at hann aftur er partur av tí konservativa flokkinum ogð ein neiatkvøða til eina sosialistiskari stjórn.
TAÐ er sera umráðandi, at øll tann føroyska pressan fylgir væl við nú. Anfinn Kallsberg, løgmaður má ikki sleppa undan at svara - og til deils eisini standa til svars - um og tá ÓB aftur fer at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Anfinn Kallsberg sigur, at líka mikið hvat tú ger á fólkatingi leggur tú teg út í danskan politikk. Hetta er ikki rætt harra løgmaður. Tí tekur Óli Breckmann somu støðu sum Jóannes Eidesgaard um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, so uppviga teir hvør annan sitandi ávikavist til vinstru og høgru í fólkatingssalinum.Vónandi fer AK at siga ÓB at hann skal ikkiatkvøða í málum á fólkatingi uttan so, at hesi hava nakað beinleiðis við Føroyar at gera.Samanumtikið skal verða sligið fast við sjeytummaseymi hetta: Tað vil vera moralskt og politiskt forkastiligt, um løgmaður í framtíðini bara fer at hyggja at, meðan ein av hansara næstu politisku feløgum, Óli Breckmann í fólkatinginum fer at atkvøða ímóti eini sosialistiskari stjórn í Danmark. Kennir løgmaður ábyrgd - og tað halda vit hann ger í øðrum málum - so átti tað at verið skylda hansara longu nú at givið Óla Breckmann boð um at liva upp til landsstýrisins politikk, nevniliga ikki at blanda seg upp í danskan innanríkispolitikk. Alt annað vildi verið at stungið somu menn, sum tit báðir hava biðið halda fingrar sínar burtur frá føroyskum politikki, í ryggin. Tað vita vit, at Óli Breckmann ikki fýrir fyri, men Anfinn Kallsberg er annar maður. Nú fáa vit so at síggja.