Justinussen. Honum á baki koma Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen við uppskoti um, at livurin skal førast til lands. Og sum rosinan í pylsuendanum kemur so Marius Dam og knýtir rognini upp í málið. Sum skilst [...] tey fingið eitt orðaskifti í gongd. Og tað, sum stendur eftir, er, at dekkarin er ódugnaligur og dovin, blakar virðini fyri borð. Hann stendur jú við gørnini í hondini og tímir ikki at taka livrina. Sjómaðurin [...] tímir at standa móður og ovvekraður og gera eitt arbeiði, sum einki fæst fyri? Als ikki Bill, Tobbi, Heidi ella Marius. Bjørn Kalsø hevur gjørt eina roynd at fremja livratøku og hevur sett í verk eina
Føroyar og Danmark, heldur fram. Ella sagt øðrvísi: at føroyingar varðveita teir møguleikar og tey rættindir ? hvat viðvíkir útbúgving, heilsu, mentan osfr. - sum teir higartil hava havt í Danmark ? og at danskir [...] at tryggja, at hesi hugtøk verða vird og røkt og sostatt eisini vera við til at tryggja, at borgarin hevur álit á samgonguni. Tekin eru um, at rákið bæði burturi og heima gongur fram ímóti vaksandi stættamuni [...] er neyvan altíð nakað, menniskju eiga at tráa eftir, og tað hendir seg meira enn so, at dyggar niðurstøður spyrjast burtur úr togan stættanna millum og samfelagsligum ella politiskum tvídrátti. Hinvegin
blíður og glaður fyri at síggja okkum. Og oftari enn ikki fingu vit eitt lítið oyra við okkum – og lukkuligir vóru vit. Abbi og omma bjóðaðu frá miðskeiðis í 70’ unum børnum sínum til døgverða og jólahugna [...] síðst í 70’unum og tíðliga í 80’unum. Tá plagdi abbi vikuskiftismorgnar at heinta systur mína og meg og so tvey-trý av okkara systkinabørnum at koyra biltúr, gjarna til Velbastaðar og til Kirkjubøar. Abbi [...] makum – og eg. So við og við gjørdust vit fleiri. Vit gjørdust 15 systkinabørn. Nøkur av bestu minnum mínum eru, tá ið vit systkinabørn møttust hjá ommu og abba 1. jóladag við okkara gávum og leikum –
við Hans. Hann sá dygdirnar hjá sínum fólkum, og smæddist ikki við at koma við rósi, og vísa okkum álit og stuðul. Hann var siðiligur og mangan skemtiligur, og hann var umhugsin, tá mál vóru til viðgerðar [...] sum “sveinaroyndin” hjá Hans Joensen, og beinavegin tá vísti hann hvat tilfar var í honum, og at felagið hevði fingið ein sera virknan og stinnan formann! Álítandi og semjusøkjandi Klandur var ikki vørumerkið [...] jarðarferðina, tá Bergur Debes Joensen prestur helt eina sigandi og rørandi prædiku. Politisk oddafólk møttu fjølment upp at siga honum farvæl, og tað sama gjørdu privatir og almennir arbeiðsgevarar. Hetta fløvaði
frásøgumaður var hann, og flutti meg mangan nógv longur aftur í tíð og stað. Sjógvurin dró, og unglingin sigldi við føroyskum og íslendskum skipum. Men í mars 1963 gjørdist hann politinæmingur og var eitt skifti [...] hann treiv eisini í sangir hjá Poul F. og Janus Djurhuus. Bæði í Føroyahúsinum og í okkara bátafelag, Tvørabáturin, plagdi hann at reisa seg og kvøða, skemta og kanska prika eitt sindur, serstakliga tá [...] ikki og hevði nógvan stuttleika av tí. Else, kona Paula, er akademikari, hevur undirvíst í fronskum. Hon og Pauli eiga tveir synir, Kåre, sum nú er lærari, og Sune, sum er kendur innan tónleik og er sjálvur
sálmabókin út við 85 sálmum, og restina av lívinum, serliga í tríati- og fýratiárunum, legði hann til rættis og gav nógvar sálma- og sangbøkur út. Í 1952 vórðu allir sálmar og andaligir sangir savnaðir í [...] hansara, og hann fór at ganga á møti í Meinigheitshúsinum. Har væntaði hann sær at fáa hjálp og fekk hana eisini. Ein maður, sum var honum til stóra hjálp henda veturin og leiddi hann ígjøgnum iva og myrkur [...] ferð” (1927) og ”Nei, lyftið sveik ikki” (1947), og hann týddi eina heila bókarøð, 18 í tali, m.a. bøkurnar ”Pílagrímsferðin” og ”Hin heilagi bardagin”, hjá enska rithøvundinum John Bunyan, og eisini fleiri
fyrsta fødda og eg til tína fyrstu føddu. Tú og Tim hittust, meðan tit bæði lósu sálarfrøði í Århus og skjótt rann saman millum tykkum, og tað var vakurt at síggja, hvussu góð tit vóru, og hvussu familja [...] á bókasavninum og lósu bøkur. Vit spældu lið um lið á fótbólts- og hondbóltsliðnum hjá NSÍ og á hondbóltslandsliðnum. Vit svóvu lið um lið í telti í haganum, í Skálabotni ella hjá ommu og abba tínum á Nesi [...] í Århus vóru eg og okkara felags vinkona, Durita Brattaberg, bodnar við, og betri brúdleyp hava vit neyvan verið til. Árini gingu skjótt og tit fingu fyrst tríggjar døtur, Sara, Fia og Maria við tvey ára
nógvar pengar, og sum er vaksandi og harvið fer at kosta uppaftur fleiri pengar og at vera til uppaftur størri ónyttu. Tað er gott hjá okkum øllum, at tey sjúku, veiku og tyngdu av aldri fáa ta umsorgan [...] ófólkaligt at vísa á hol og manglar. Men tilvitanin um førleikar og týdning eigur at skunda undir, at tey eldru kenna tað sum sjálvsagt og neyðugt at vera við í at skifta orð um og skunda undir, at umstøðurnar [...] aðinum. Spurningurin er, hvat skal veljast, og hvat skal veljast frá. Um tað skal eydnast børnunum og teimum ungu at fóta sær og liva við støðugum valum og frávalum, so er grundleggjandi førningurin frá
rís ella pasta og groft breyð hvønn dag 4. Spar uppá sukur, góðgæti og køkur 5. Spar uppá feittið, vel tí soltna mjólk og mjólkarúrdrátt og soltið kjøt og viðskera 6. Et fjølbroytt og hald eina hóskandi [...] breyð og heldur ikki ov nógv grønmeti og frukt, tí hesin kostur inniheldur so fáar kaloriur. Í staðin skulu vit tá eta feitan mat, sum gevur nógva orku og eisini brúka margarin, smør og róma og minnast [...] er holl føðsla og inniheldur nógv C vitamin, ið er gott fyri okkum. S um tey flestu nokk vita, skulu vit spara uppá sukur og feitt. Best er, um vit goyma køkur og góðgæti til serlig høvi og velja tey soltnu
koblingar og registar. Eyðvitað rein okkurt av tí, ið prestur segði, eisini við okkum piltar. Enn tann dag í dag minnist eg Paulusar orð um forgeingiligleika og óforgeingiligleika, eins og nakrar av teim [...] ymsum sangbókum og nótaheftum, og mong løg vóru ikki á prenti. Fáar vóru teldurnar, alnót var eingin, og kórsatsir sløddust víða hvar, men sjáldan í kirkjunum. Haraftrat var bæði Útvarpið og kanska serliga [...] tímar um dagin, og Kvøðuljómar (4 tímar), ferðafrásagnir úr Noregi (14 partar), Eystmannabrøv v/Kaare Bjørlykke og hugleiðingar hjá Andr. E. Joensen, Chr. N. Chr., Gl. Løgtingsmanni og Óla Andnegl vóru