I´m not a crook

  

Millum manna verður hildið, at hetta vóru orðini sum feldu Richard M. Nixon. Watergate-málið var komið í hæddina og amerikanski forsetin gjørdi eina seinastu roynd at vinna fólksins og tjóðarinnar álit aftur. Og ongum at siga, so gjørdist júst hendan málberingin, á politisku eggini, I´m not a crook ? Eg eri ikki óreiðiligur, endaligi katalysatorurin til eitt politiskt sjálvmorð, sum ikki eigur sín líka í amerikanskari søgu.
Hetta hendi fyri tríati árum síðani, og eftir tað hava tey flestu, sum koma sær alment fram, roynt at skáka sær undan hesi orðingini ella málbering sum líkist hesum.
Hetta forðar tó ikki Bjarna Petersen, skipara í Kollafirði, at gera somu royndina. Í einum lesarabrævi í Sosialinum fríggjadagin útbasunerar hann so bombastiskt: "Arctic Viking er ikki veiðitjóvur" tvs. "Eg eri ikki veiðistjóvur."
Nú er tað ikki politikkur, men rækjufløkjan, sum Ingolf á Marknagarði so beinrakið nevnir kvotamálið í Eysturgrønlandi, ið tað snýr seg um. Og í mun til Nixon so skal eg hervið staðfesta, at eg onga sum helst orsøk havi til at halda, tíansheldur at skuldseta, Bjarna og hansara menn fyri at vera veiðitjóvar. Tað segði eg honum eisini í telefonini seinasta fríggjadag. Tað er rætt at eg lovaði honum eina almenna rættleiðing, men somuleiðis visti hann eisini frá sam-røðuni, at undirritaði var sperdur av arbeiði og skuldi av landinum sama dagin. Tí kemur hetta skrivið ikki fyrrenn nú.
Kollfirðingarnir og vit avráddu keypið um tær báðar Kjølbro kvoturnar um somu tíð. Somuleiðis var tað við kvotuni hjá Kappanum, sum vit keyptu hvør sína helvt av. Í samband við at vit ætlaðu okkum til Eysturgrønlands um mánaðarskifti november-desember, ringdi eg til reið-aran á Kappanum, Sofus Poulsen, og spurdi hann um alt nú var í lagi við keypinum, soleiðis sum vit høvdu avrátt tað. Tað helt hann ikki, sambært boðum frá Fiskiveiðieftirlitinum. Seinri kom so hitt famøsa brævið frá efirlitinum, sum bæði vit og kollfirðingarnir eisini fingu eitt avrit av í postinum, harið stendir skrivað: "Vísandi til avtalu millum P/F O.C.Trol og M.tr Napoléon v/ Kongshavnar Útgerðarfelag, Glyvrar um sølu av 57,5 tonsum av rækjum burtur av rækjukvotuni í Eysturgrønlandi hjá M.tr Kapp-anum til M.tr Napoléon, skula vit við hesum siga frá, at vit við heimild í § 15 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum, hava góðkent oman fyri nevndu sølu/keyp. Av tí at avtala eisini er gjørd við annað skip um sølu/keyp av somu nøgd av rækjum undir Eysturgrønlandi og við tað at tað ikki er pláss fyri hjá báðum skipum at gagnnýta kvotuna fult út, verður boðað frá, at tað ikki ber til hjá báðum skipum at gagnnýta keypið fult út."
Higartil hevur einki leikfólk tíansheldur nakar løgfrøðingar sett seg føran fyri at greina hendan kryptiska tekstin. Men samanumtikið fáa oyramenninir bara at vita, at tann kvotan (115 tons) sum teir høvdu fingið tillutaða frá almennu umsitingini ikki er til, í hvussu er ikki í fult mát. Harvið má onkur hava etið burturav kvotuni hjá Kappanum, og tað er, sum rímiligt er, ein stórur trupulleiki fyri eigararnar, mótvegis triðja parti/pørtum sum sølu/keyps-sáttmáli er gjørdur við, í hesum førinum okkum og Líðina í Kollafirði. Eingin hevur enn frá almennari síðu verið frammi og greina hvussu hetta málið hongur saman.
Skuldu Bjarni og aðrir havt fingið tað fatan at undirritaði hevur lagt Arctic Viking undir at hava sleikt burturav hesi kvotuni, ið verður søgd at vera vorðin burtur, tá hevur hetta absolut einki við veruleikan at gera. Einasti blaðmaður ið hevur tosa við meg um hetta málið er Ingolf S. Olsen á Dimmalætting. Greinin stóð á forsíðuni týsdagin 4. november. Í greinini stendur einki um at Arctic Viking hevur fiska meira av kvotuni hjá Kappanum enn tann partin sum teir sjálvir høvdu keypt. Hinvegin stendir tað, at eitt mál er latið fútanum viðvíkjandi Arctic Viking, men tað snýr seg um eitt heilt annað mál, og tað hava fleiri, eisini undirritaði, vita í heilt langa tíð. Sum eg fráboðaði Bjarna í telefonini, so hevur Ingolf yvir fyri undirritaða váttað, at soleiðis hongur hetta saman. Eitt annað er so tað, at Útvarpið endurgav úr greinini í tíðindunum mánakvøldið, dagin fyri útgávudagin, og eg skal geva Bjarna, sum tá var á heimleið av Flamingjagrunni, rætt í tí, at soleiðis sum tað varð skrivað og lisið í útvarpinum, so kundi tað meiri enn so skiljast soleiðis, at undirritaði hevði ákært kollfirðingarnar fyri at vera veiðutjóvar. Tað má so vera trupulleikin hjá útvarpinum og ikki hjá undirritaða.
Hetta fútamálið hjá Bjarna kundi nú líka so væl hingið um hálsn á mær, sum á honum. Tað er rein tilvild at kvotan hjá Fuglbergi endaði í Kollafirði og kvotan hjá Sjúrðarbergi endaði á Glyvrum. Tað kundi eins væl verið øvut. Og umframt øll tey diffusu signalini ið komin eru úr Fiskimálaráðnum, síðani hetta málið tók seg upp, so skilji eg ikki at tær almennu Føroyar ætlaðu sær at bíða við at útluta hesi 115 tonsini hjá "Fuglbergi" till nýggjársaftan á miðnátt, tí man ikki skuldi vita um Kjølbro hevði ætlanir um at keypa eitt skip til kvotuna. Tá ið avtala verður gjørd, líkamikið um hon er munnlig ella skrivlig, ímillum teir og Líðina, so er tað vælsaktans eitt greitt tekin um at Kjølbro ongar ætlanir hevði í so máta. Tá er tað ið so skilaleyst, at umsitingin ætlar, at Føroyar skula brenna inni við hesum 115 tonsunum um ársskiftið. Sum enntá eru fingnar til høldar í býtishandli við tilfeingi á føroyska landgrunninum. Politiska skipanin hevur ígjøgnum alt hetta árið havt ætlanir um og hevur síðani broytt skipanina um sølu av tillutaðum kvotum í Eysturgrønlandi, sjálvandi av tí sannroynd at skipanin ikki virkaði. Tí fer tað at koma óvart á mangan um landfogeden, ella rættari fútin, yvirhøvur fer at gera meira við hetta málið.
Og tey munna ikki vera so fá í hesum landinum, sum spyrja seg sjálvi, hvussu tað gongst við at halda skil á veiðuni á føroyaøkinum, harið fleiri hundrað túsund tons verða veidd, táið so illani gongst at halda skil á hesum vælsignaðu 1150 tonsunum av rækjum í Eysturgrønlandi, sum skula býtast ímillum nøgur fá skip.
Summa summarum. Undirritaði hevur ongantíð ákært kollfirðingarnar fyri at vera veiðutjóvar. Kenni onkrar av teimum somikið væl, havi sitið á skúlabeinki saman við reiðaranum, Jóhan Joensen í trý ár, á Føroya Sjómansskúla, so tann tankin er ongantíð komin mær til hugs. Hevur ongantíð streifað handan skallabeinini. Hetta eru skilamenn, sum hava roynt sítt ítarsta fyri at halda einum av súlunum undir innløguni í samfelagnum gangandi bæði í góðum og ringum. Tí hava teir annað uppiborið enn allan tann lortin, ið diversir landkrabbar hava oyst omanyvir teir hesar seinastu vikurnar.