Eftirlýsing – javnstøðupolitikk nú!

Árið er 2009, og menn og kvinnur í Føroyum hava javnbjóðis rættindi og møguleikar til at gera seg galdandi í samfelagnum, og so er alt gott. Hetta er stat­us í javnstøðumálum, spyrt tú landsstýris­mannin í javn­støðu­málum, Jóhan Dahl

Herfyri fekk landsstýris­maðurin ákoyringar fyri bert at velja menn í nevnd­ina fyri Atlantic Airways. Í hesum sambandi vísti landsstýris­maðurin á, at javnstøða er í nevndum annars, sum lands­stýris­maðurin varðar av. Jú, tað er rætt, at sambært yvir­litinum, sum Jóhan á Dahl herfyri vísti fram, so sær kynsbýtið javnt út. Men tað áhugaverda er, at um starvs­fólkaumboðini verða tikin úr yvirlitinum, so er myndin ein heilt onnur. Tí tá eru heili 62 % av nevnd­arum­boð­unum menn og bert 38 % kvinnur, og tað má vera hetta kynsbýtið, sum lands­stýrismaðurin í javnstøðu­málum hevur æruna av, tí tað er so ikki Jóhan Dahl, sum velur starvsfólka­um­boð. Javn­støðu­politikkur? Hetta má vera eitt slag av pseudo javnstøðupolitikki.

Jú, tað er rætt, at kvinnur og menn í Føroyum form­liga sæð hava javnbjóðis rættindi og møguleikar til at gera seg galdandi í samfelag­num. Men hóast hetta, so er tað ein sann­roynd, at valds­býtið í sam­felagnum er alt annað enn javnt býtt millum kynini, sama um talan er um flogfelagið Atlantic Airways ella um tað snýr seg um vald yvirhøvur í politikki ella vinnulívi.

 

Hvør liggur omaná?

Um vit hyggja eftir nøkr­um hagtølum fyri politiska um­­boðan, so eru bert 21,2 % av valdu løgtingslimum okkara kvinnur, og tá er enntá talan um eina mun­andi framgongd í mun til seinasta val. Tað skal tó viðmerkjast, at síðani sit­andi landsstýrið varð skip­að, er kvinnuliga umboð­anin í Løgtinginum minkað niður í 15 %, og tað eru bert 2 flokkar á tingi, har kvinnur eru um­­boðaðar. So trøini vuksu ikki heilt inn í himm­alin á hesum sinni. Um vit saman­bera við støð­una í øðrum norðurlond­um, so er sam­svarandi tal í Grønlandi 39 %, í Dan­mark 39 %, í Svøriki 45 % og í Íslandi 40%. Í lands­stýrinum eru tríggjar kvinn­ur og gevur hetta eina kvinnuliga umboð­an á 33 %, og her skal við­merkjast, at støðan áðrenn seinasta løgingsval var 0 %. Um vit samanbera okkum við nøkur av granna­londun­um, so er samsvarandi tal í Danmark 42 %, í Svøriki áleið 50 %, í Íslandi 42 % og í Grønlandi 44 %.

Av okkara valdu komm­unalpolitikarum eru 31 % kvinnur. Í Viðarreiðis komm­unu er einki kvinnu­ligt um­­boð, og í mun til býtið av borgarstjórum, so sita menn í 24 av hesum sessum, með­an kvinnur einans eru borgar­stjórar í 6 kommunum.

Um vit hyggja eftir valds­býtinum í almennari leið­slu í Føroyum, so er støðan heldur ikki nóg góð. Kvinn­ur sita við leiðsluna í 19 av 76 almenn­um stovnum, tað er 25 %, og vit kunnu eisini nevna, at einans ein av 9 aðalstjórum er kvinna.

 

Teir halda um pungin

Um hugt verður eftir nøkr­um tølum fyri privata vinnu­lívið, so eru t.d. 19,7 % av nevndar­limum í partafeløg­um kvinn­ur. Bert 14, 2 % av skrásett­um føroyskum fyri­tøkum hava kvinnuligan nevndarfor­mann, og bert 20,1 % av skrásettum før­oyskum fyri­tøkum hava eina kvinnu sum stjóra (2007-tøl).

Ójavna valdsbýtið hevur við sær, at menn hava størst ávirkan á, hvussu okkara samfelag skal skrú­vast sam­an, hvussu raðfest­ast skal, og hvat samfelags­ressurs­ur­nar skulu nýtast til. Hetta sæst eisini aftur í privat­lívi­num, har tað í nógv størri mun eru kvinn­urnar enn menninir, ið taka ábyrgd fyri heimi og børn­um. Tað er í nógv størst­an mun kvinnur, sum taka barnsburðarfar­loyvi, sum arbeiða partstíð, og hava lægstu inntøkurnar. Sátt­mál­arnir á almenna arbeiðs­markn­aðinum leggja eisini beinleiðis upp til, at tað bara er kvinnan, ið tekur barns­burðarfarloyvi. Dan­skar kann­ingar vísa eisini, at menn hava væl størri upp­sparing enn kvinnur. Og tað tykist ikki at vera nøkur orsøk til at halda, at støðan er øðrvísi í Føroy­um, heldur tvørturí­móti. So kvinnur: Tjekka líka eftirlønar­upp­sparingina!! Fáa tit tykkara part?

 

Aftur í 50´ini

Omanfyri nevndu tøl vísa, at kynsbýtið í flestu tætt­um av føroyska samfelagn­um er langt frá nøktandi, og at Før­oyar eru eftirbátar á javn­støðuøkinum, hóast oman­fyri nevnda saman­berandi kann­ing ikki er fullfíggjað. Men tað loyva vit so okkum at pástanda, og eisini vilja vit pástanda, at tað eru sam­felagsligar forðingar, sum eru truplar hjá einum ein­stakum per­sóni at bróta nið­ur. Tað er tískil tørvur á, at politisku myndugleikarnir sýna hesum áhuga. Áhuga­verdi spurningurin er so, hvat skal gerast? Landsstýris­mað­urin í javnstøðumálum úttal­aði herfyri í fjølmiðl­um, at hann ikki heldur, at javnstøða kann ella skal fremjast við lóggávu. Ja, so vita vit tað, men hetta førir so beinleiðis til spurn­ingin: Hvat ætlar lands­stýris­maðurin so at gera fyri at virka fyri einum javnari býti millum kynini?

Fyri vitjandi uttanífrá tykist ikki ivi vera um, at okkurt má gerast fyri at betra um støðuna. Hans Engell, fyrrverandi kon­servativur politikari í Dan­mark, vísti herfyri á, at vit eiga botnmetið í norður­londum fyri kvinnuliga politiska umboðan. Liza Marklund, rithøvundur, helt, at tað at koma til Føroyar var sum at koma aftur til 50´ini, tá javnstøðu umræð­ur. Ja, hetta vita vit sjálvsagt væl sjálvi, og vit vita eisini, at tað eru áleið 2000 kvinnur færri enn menn í Føroyum, og at vit hava fingið átalur frá CEDAW nevndini hjá ST fyri vána støðuna í Føroy­um. Men tað hevur so ong­an­tíð fingið nakran politik­ara upp úr stólinum við ætlanum um at gera nakað við tað. Lága politiska rað­festingin av arbeiðinum við at fremja javnstøðu í Føroyum sæst eisini aftur við sera lágum játtanum til Javnstøðu­nevndina og Demokratiu.

 

Krúnan á verkinum

Herfyri í sambandi við fólkaatkvøðu um javnstøðu millum danskar prinsessur og prinsar í kongaríkinum løgdu vit til merkis, at Sambandsflokkurin vísti ein slíkan eldhuga fyri javn­støðumálum, sum vit ikki hava sæð áður. Men tað sær ikki út til, at javn­støðumál hjá Sambands­flokkinum fevna um før­oysk gentu- og dreingja­børn. Stór javnstøðu­ráð­stevna hevur júst verið í Føroyum, og tey, sum væntaðu sær nakra ítøki­liga ætlan frá løgmanni ella landsstýrismanninum í javnstøðumálum í sam­bandi við røður teirra á ráðstevn­uni vórðu stórliga vónbrotin – eingin fráboð­an um nakran javnstøðu­politikk. Hetta má gerast betur! Vit eftirlýsa hervið ein javnstøðupolitikk. Vit bíða, Jóhan Dahl...

 

Eva H. Bennicke,

Jenny Kingbo,

Margit Stórá,

Katrin Gaard,

Óluva Zachariasen,

Ann Damgaard,

Doris Bjarkhamar og Hallbera Fríða West