Agga berjist ímóti Big Brother

Hann er harðliga ímóti, at almennir myndugleikar siga okkum, hvussu vit skulu eta, brúka okkara pening ella uppala okkara børn. Seinastu mánaðirnar hevur Agga Niclasen, í eini røð av tíðargreinum, ávarað ímóti einari maktelitu, sum sambært honum, fegin vil sleppa at stýra privatlívinum hjá føroyingum.

Agga Niclasen, sum hevur lisið samfelagsfrøði í London og á Fróðskaparsetrinum, finst at tí, hann nevnir ”frelstan elitu politikk”. Hann lýsir seg sjálvan sum ein statskritiskan liberalist, og hann heldur ikki, at nakar politiskur flokkur í Føroyum veruliga umboðar liberalu virðini mótvegis tí, hann heldur vera eitt vaksandi alment eftirlit. Sambært honum situr ein elita í almenna geiranum, ið heldur, at borgaranum tørvar strangt eftirlit frá nøkrum útvaldum, ið vita betri enn palleba. Endamálið er ikki at tæna borgaranum, men at hava tamarhald á honum, er hann sannførdur um.

- Almennir stovnar vilja siga tær hvussu tú skalt eta, uppala tíni børn og ikki minst hvussu umhvørvisvinarligur tú skalt vera. Úrslitið verða ókritiskir undirsáttar, ið blint góðtaka tað myndugleikarnir siga, heldur hann sannførdur fyri.


Big brother kemur á gátt

”Tað rakar ikki tykkum hvør býr her!” vóru boðini, tá umboð frá Manntali komu á gátt hjá Agga Niclasen við spurnarbløðum eitt illfýsið novemberkvøld í 2011. Í spurnarblaðnum var eitt nú spurt hvussu nógv fólk vóru í húsi. Umboðini frá Manntali gjørdust heldur bilsin, vendu í hurðini, men lovaðu at venda aftur. Tí sambært lógini skuldi Agga Niclasen svara spurnarblaðnum frá Manntali. Men fyri hann var vitjanin eitt gylt høvið til politiska protest, ímóti tí hann sær sum ein vaksandi eftirlitsstat, ið fegin vil savna sær vitan um borgaran, ið ikki tilkemur honum.

Agga Niclasen gjørdi ikki mætari enn at venda sær til løgfrøðiliga ráðgevan hjá løgtinginum, fyri at vita um hann kundi vænta sær revsing fyri svarnoktan. Men niðurstøðan frá umboðsmanninum var, at ásetingin um svarskyldu helst var í stríð við europeiska mannarættindasáttmálan. Hetta var ein lítil sigur á vegnum hjá Agga Niclasen, í sínum stríði ímóti eftirlitsstatinum.


Avtakið Ferðslutrygd

Avgerðin um at lækka loyvdu alkahol promilluna frá 0,5 til 0,2, er sambært honum, eitt av nógvum dømum um eftirlitssamfelagið - Hví er neyðugt við eini lóg ið sigur, at drekkur tú eitt einstakt glas av víni, kanst tú ikki koyra bil? At seta promillumarkið niður á 0,2 ger púrt ongan mun. Tey ið vilja koyra skít, gera tað framvegis. Hetta vísa royndir úr øðrum londum greitt. Lógin rakar tørturímóti tey mongu óseku, ið nú ikki kunnu koyra til Havnar aftaná eitt einsakt glas av víni til ein føðingardag úti á bygd, heldur Agga Niclasen fyri.


Sambært honum hevði lógarbroytingin onga veruliga ávirkan á trygdina á vegnum. Tvørturímóti sendir Ráðið fyri ferðsltrygd, ið mælti til broytingina, eitt signal út um, at fólk hava tørv á eftirlitið niður í minstu smálutir. Men hví halda vit altíð, at almennir myndugleikar vita betri enn vit sjálvi gera, spyr Agga Niclasen.

- Almennir myndugleikar halda veruliga, at borgarin ikki er førur fyri at taka skilagóðar ella moralskar avgerðir, sær sjálvum og sínum næsta til egna besta. Av onkrari orsøk halda hesir myndugleikar, at teir eru betri førir fyri at taka avgerðir fyri fólk. Stovnurin er tí bert ein av fleiri almennum stovnum, við uppgávu at ráðgeva og hava eftirlit, ið skuldi verið avtikin, sigur hann.


Nær fara børnini til songar?

Gigni er stovnur undir heilsumálaráðnum, ið hevur til endamáls at fremja heilsu og trivnað fyri familjur og børn, eitt nú á skúlaøkinum. Men fyri Agga Niclasen, ið sjálvur hevur børn sum ganga í barnaskúla, gjørdist tað ovboðið, tá eina dóttur hansara brádliga ein dag skuldi svara einum spurnarblað um heilsu og trivnað, har millum annað varð spurt, nær hon fór til songar um kvøldarnar. Tey flestu høvdu neyvan gjørt sær nakra stórvegis hugsan um hetta, men fyri Agga Niclasen er hetta enn eitt dømi um, at staturin fegin vil sleppa at hava eftirlit við privatlívinum hjá sínum borgarum. Hví skuldi henda vitan verið viðkomandi fyri ein almennan stovn? Hann svaraði tí fleiri spurningum við svarinum ”er hesum stovni óviðkomandi”.


Úrslitið tíðina aftaná gjørdist eitt støðugt samskifti millum Agga Niclasen og Gigni um hesi góðu spurnarbløð. 

– Í roynd og veru ómyndugger Gigni foreldrini við at seta slíkar spurningar og fer útum sínar heimildir. Stovnurin átti at hildið seg til at kanna likamligu heilsuna hjá børnunum og trivnaðin í skúlanum. Tað tilkemur teimum ikki, at hava eftirlit við uppalingini í heiminum. Er illgruni um, at barni líður undir vanrøkt heima, so hava vit barnaverndina at taka sær av slíkum málum, førir Agga Niclasen fram.


Et sunt, hugsa grønt

Men hava fólk ikki tørv á góðum ráðum og vegleiðingum? Er tað ikki skilagott, at serfrøðingar fortelja okkum um ferðslutrygd, barnauppaling og heilsugóðan mat, soleiðis at vit hava eitt betri vitanargrundarlag til at taka skilagóðar avgerðir? Seinnu árini hava vit sæð eina røð av heilsufrøðiligum og grønum átøkum frá almennari síðu.


- Fólk vita væl, hvat er gott fyri tey. Men vandi er fyri, at staturin, við at fara við fólki sum vóru tey undirsáttar, ið støðugt hava tørv á moralskum boðum, veruliga fær fólk at bera seg at sum vóru tey býtt. Tey allarflestu lurta eftir teimum, ið eru teimum næst, og hava ikki tørv á statsíblandan fyri at skipað gerandisdagin. Tað er alt ov lætt hjá væl løntum alment settum, at siga fólki at tey skulu keypa sær eina nýggja vaskimaskinu, ið er betri fyri umhvørvið, ella at keypa vistfrøðiligt, tí tað er heilsugott. Tey liva ofta eitt lív fjart frá veruliga gerandisdegnum hjá nógvum fólkum og átøkini eru einki minni enn misnýtsla av okkara skattapengum, sigur Agga Niclasen sannførdur.


Misskilt sosialisma

Í roynd og veru er Agga Niclasen sosialist, vil hann vera við. Upprunaliga uppstóð sosialisman sum eitt beinleiðis mótrák ímóti statsvaldi og elitupolitikki. Nú er vent í holini og sosialistarnir eru í parti við statinum. Hetta er sambært honum ein álvarsamur trupuleiki fyri vinstraveingin, ið hevur mist sín upprunaliga statskritiska kant. Vælferðarstaturin við javnaðarhugsjónini á odda, er farin aftur tann elituhugburð, ið franska kolleltingin gjørdi upp við. Politiska kjakið og kritikkurin er útskiftur við eitt serfrøðingaveldi, ið brúkar nógvar milliónir uppá, at uppala fólk at vera korrekt – eta sunt, vera umhvørvisvinarlig og koyra børnini í song til tíðina.


- Gamli aðalin og prestastættin eru útskift við eitt serfrøðingaveldi. Við vísindaligum argumentum heldur elitan seg kunna siga, hvussu privatir borgarar skulu liva sín gerandisdag. Men vísind og politikkur eru hvør sítt. Almennir stovnar fara tí útum sínar heimildir, tá teir royna at koma við ásetingum um hvussu privatir borgarar skulu liva sítt lív, ávarar Agga Niclasen. Sambært honum er alment og kritiskt kjak um hvussu vit nýta serfrøði sum grundarlag fyri politikki betra loysnin. Og stundum er serfrøðin ikki egna sum grundarlag fyri politiskari støðutakan. Persónliga frælsi má altíð trumfra serfrøðingapolitikk, leggur hann dent á.