eigur tó ikki at setast so ultimativt upp kortini. Tí við tí rætta handalagnum eigur at bera til at fáa eina útbjóðing um somu tíð sum vit leggja seinastu hond á marknatrætuna. Hóast vit ikki eiga at skunda [...] hesum málinum eins og hann hevur gjørt í bankamálinum, nevniliga hana at bíða til eftir valið. EFTIR okkara tykki eigur ikki at verða drálað við marknatrætuni. Men vit halda tó, at tað er best fyri allar [...] og ikki núverandi stýrið við Edmund Joensen, løgmanni á odda. Tað eru eisini ymsar áskoðanir um, hvussu væl júst løgmaður hevur dugað at handfarið hetta málið. Fýlst hevur verið at honum fyri ikki at hava
mikið hvønn flokk tey hoyra til - og atkvøða soleiðis, at valúrslitið verður eitt kortanei til og eini fullkomiliga greið boð til flokkin hjá Óla Breckmann: vit vilja ikki hava ekstremistar at stýra Føroyum [...] okkum eina hóming og eina ábending. EFTIR okkara tykki eigur tann parturin av Føroya fólki, sum ikki sær fram til at síggja Óla Breckmann ella annan høgravendan fólkafloksmann í løgmanssessinum, at taka ve [...] áheitan okkara á allar flokkar, sum ikki taka undir við ómenniskjansliga politikkinum hjá tí Óla Breckmanska fólkaflokkinum, um at fara mannsterkir á val. Tað skal ikki vera nøkur loyna - og lat okkum sláa
fólk sum fanga á henda hátt. VIT kenna ikki orsøkin til støðutakanina hjá fronsku myndugleikunum og hví tað er so avgerandi ikki at loyva føroyska skiparanum av aftur oynni. Men ein grundgeving átti at [...] føroyinginum Sigmundi Andreassen sum skipara varð tikið í Suðurindiska havinum og ført til oynna Réunion. ORSØKIN til hendingina skal vera tann, at skipið hevur siglt í fronskum farvatni uttan at geva boð [...] uppgáva hjá ikki bert danska uttanríkismálaráðnum men eisini hjá Føroya landsstýri og entá Amnesty. Tí einki siviliserað land - og tað mugu vit ganga út frá, at Frakland er - hevur loyvi til at halda fólk
arbeiðið longu í fyrireikingini. Við ikki at gera tað, kann henda, at andstøðan í eini tingviðgerð heilt fer uppá bakbeinini, tí hon kennir seg svikna og ikki tikna við uppá ráð í nøkrum. MEN hinvegin má ein [...] hava innsæð, at tíðin er farin frá at brúka heldur óhepna og ikki sørt boomerangkenda loysingarherrópi,ð til at brúka eina heilt aðra og ikki so áleypandi terminologi.Hesum hava teir ?gomlu? í tjóðveld [...] undan og til tað aðalorðaskifti, sum Høgni Hoydal nú leggur upp til. Hvussu sjálvstýrispolitikkurin hjá javnaðarflokkinum enn kemur at síggja út í smálutum, so eigur flokkurin at hava sum stevnu - ikki at vera
spyrja? Hvat skal tað til, at Gud og hvør maður skal til at gera viðmerkingar ol. til komandi viðurskiftini millum Føroyar og Danmark? Jú nettup tí vit her tosa um framtíðina hjá ikki bert okkum í dag men [...] óheppið og botnskeivt, at ikki ein av landsins størstu flokkum, javnaðarflokkurin, kom við í samgonguna. Onkur vil vera við, at forkvinnan í sjálvstýrisflokkinum, av sínum aggi til javnaðarfólk, setti sum [...] leiklut. Nettup tí fer útspælið hjá flokkinum til allan sjálvstýrispolitikkin at vera so týdningarmikið fyri, hvat veruliga kemur at henda. Tað er nevniliga ikki nokk, um samgongan fær meiriluta, tí tá avtornar
nógva orku at rósa sær av og gera til sína. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so góðum hýri fer hann ikki at fella eina sosialistiska stjórn [...] ein so álvarsligan trupulleika, at flokkurin kemur heilt at missa sítt trúvirði, ger hann ikki av at taka støðu til og avgreiða henda trupulleikan. Tá danska stjórnin við javnaðarflokkinum á odda fekk endaligu [...] Vinstriflokkurin og teir konservativu ikki atkvøða fyri avtaluni. FØROYSKI stuðulin hjá teimum konservativu og teimum borgarligu sum heild, Óli Breckmann fekk sostatt ikki sínar egnu flokskammeratar á Chri
okkara tykki er flokkurin nú noyddur til at geva hesi ætlan kjøt og blóð og siga Føroya fólki, júst hvat hann ætlar við hesi lóg. Ein av orsøkunum til, at flokkurin ikki enn hevur viljað sagt, hvat henda [...] fyri avtaluni, og er hetta ein álvarslig ávaring til fólkatingsmannin Óla Breckmann:fer hann veruliga at stuðla teimum konservativu eftir at teir ikki tóku undir við tí avtalu, sum ÓB sigur seg eiga lívið [...] avtaluni tikið í egnan barm og gjørt sítt til at betra um tey sera vánaligu viðurskifti millum Føroyar og Danmark, sum hann sjálvur var ein partur av orsøkini til. Eisini er vert at merkja sær, at krøvini
stongdur fyri føroyingar tvs. at stjórnin fer ikki at lata føroygum hjálp, um her bráddliga aftur er brúk fyri tí. Stjórnin fer heldur ikki at læna pengar til Føroya ella veðhalda fyri lánum. HETTA er greið [...] á tingi um, at karmarnir um avtaluna eru ikki teir røttu. M.a. hevur javnaðarflokkurin víst á, at tað var skeivt av landsstýrinum at gera eina avtalu, sum ikki greitt sigur frá, hvussu nógv føroyingar [...] sjálvstýris/loysingarpolitikkin. UMBOÐINI fyri landsstýrið eru tó ikki í iva um, at avtalan er góð øll sum hon er. Víst verður serliga til samlaðu upphæddina, sum vit fingu avskrivaða og hana, sum er fryst
semi sítt út til smærri økini í Norðurlondum. Hetta kann vera við til at stimbra áhugan fyri tí norðurlendska samarbeiðinum hjá ikki minst føroyingum, men tað kann so eisini vera við til at geva umboðum [...] nýggjan íblastur til økt norrønt samstarv. Tí hóast vit eru fá, so halda vit avgjørt, at Føroyar og føroyingar hava nakað at geva tí norrøna felagsskapinum, nakað dýrmett, sum kanska ikki finst ella sæst [...] verið misinformeraður um Føroyar og annars ikki hava givið sær stórvegis fær um hetta lítla oyggjalandið í Atlantshavi. Nettup við at halda fundir her ber til at bøta um henda skeivleika, og tað er at vóna
ein so avbera góður møguleiki. NÚ er hann so ikki til longur, og tí kann tað kanska vera ?umsonst? at tosa um hann. Vit gera tað kortini, tí hóast siglingin ikki er longur, so átti íblásturin frá Smyrlatíðina [...] onkur tók stig til at fáa siglingina í gongd aftur - um ikki í ár ella næsta ár, so at sett sær sum mál at fingið í lag eina Skotlandssigling frá í seinasta lagi 1. januar ár 2000. Hví ikki markera byrjanina [...] siglingina uppá Hetland, men hesi bæði eru ikki nóg mikið til at nøkta tørvin. Lat okkum kalla hesi bæði tiltøkini fyri ein partur av eini heild. Um vit so fáa fasta rutu til Skotlands alt árið, so verður so avgjørt