VB ætlaði sær stig í Sarpigerði, segði Krzysztof Popczynski í blaðnum leygardagin. Teir fingu einki stig, og ein av høvuðsorsøkunum til tað var, at venjarin ikki var við í álopinum. Hann var leikbannaður [...] hevur verið treiskur í vár. Hann hevur viljað havt GÍ at spæla við flatari verju, soleiðis sum so nógv onnur lið gera tað. Hetta hevur ikki eydnast serliga væl, og í steypadystinum í Klaksvík næstsíðsta [...] um, men hesa ferð var meiri broddur í. Kanska eisini tí at fleiri ungir menn vóru á liðnum, sum ikki hava roynt at vinna gull á besta liðnum. Spælið var ikki sum í gullárunum, men stríðsviljin var nóg
londini innan ikki ov langa tíð. Poul Nicolopulo er sjálvur limir í bretsku samráðingarnevndini og hevur tí fylgt væl við í marknatrætuni. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at hann er í Føroyum. -Eg vóni [...] Í gjár kom politiski fyrstiskrivarin á bretsku sendistovuni í Keypamannahavn, Poul Nicolopulo á kunnandi vitjan í Føryum. Hetta er fyrst og fremst fyri at hitta umboð fyri nýggja tingið og landsstýrið [...] tíðirnar við nýggjum stjórnum í bæði Føroyum og Bretlandi og fyri tað eisini í Danmark - saman við útlitinum fyri einum góðum summari og heysti - kunnu geva øllum pørtum í marknamálinum eitt nøktandi úrslit
somu grundsjónarmið byggja vit samvinnuna í ríkinum. Danir rukku ikki Vit ásanna, at tá ástóð, rukku danir ikki til tað álit, sum vit høvdu á teir - heldur ikki danski javnaðarflokkurin. Ættarliðini undan [...] løgdu til rættis móti okkum føroyingum. Umboð okkara fer ikki uppí danska Javnaðarflokkin Hetta fer SU ikki at gloyma. Tí fara vit als ikki upp í danska Javnaðarflokkin á danatingi, men fara sum sjálvstøðugt [...] eyðmýktu alla føroysku tjóðina í 1992 og 1993. Virðiliga avtalu millum londini í ríkinum Vit fara av øllum alvi at berjast fyri, at samvinna okkara í ríkinum verður grundfest í eini virðiligari avtalu millum
sum er í Føroyum í løtuni, tað eigur samfelagið at kunna bera. Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Handverkarafelag er ikki samdur við teimum, sum gera byggivinnuna til ein av syndarunum í føroyska [...] formaðurin í ráðgevandi nevndini til at mvg verður lagt á húsabygging aftur? ? Eg veit ikki, hvat plágar mannin, um tað er tað, at vit hava ikki allar skattir og øll avgjøld, sum tey hava í Danmark. ? Og [...] neyðugt at seta búskaparlig tiltøk í verk í Føroyum, tí at ferðin á búskapinum er blivin ov høg. Nevnt verður m.a. at arbeiðsmarknaðurin er undir trýstið, at fløskuhálsar eru í vinnuni og at tað elvir til lønartrýst
Johnnesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki sinnaður at tosa um eina lønarhækking uppá 10%. Ein lønarhækking uppá minst 10% er annars tað, sum Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag [...] var týsdagin. Í í gjár var fundur við tað, sum nú verður nevnt Kak- Kam-Ham, sum stendur fyri Klaksvíkar ArbeiðsKvinnufelag, Klaksvíkar ArbeiðsMannafelag og HAvnar ArbeiðsMannafelag. Og í komandi viku, [...] Og tað er púra greitt, at formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki líka stórar vónir til ein nýggjan sáttmála, sum Ingeborg Vinther hevur. Partarnir siga ikki so nógv um tey krøvini, sum eru løgd
á Rógvu Olsen, marknaðarleiðari í Svf, og Tróndur Djurhuus siga, at peningabýtið eigur at vera 40/60. Men t.d. í Gekkinum í fjør var býtið um 51% til spælararnar. Ikki avleiðing av fíggjarstøðuni Sjón [...] Sjónvarpsstjórin sigur, at ætlandi verða broytingar í Gekkinum, men hetta vil hann lítið siga um enn. Men bert er talan um innihaldið í sendingini, ikki í sjálvum spælinum, tí øll spøl hava eina livitíð og [...] innlit í ymisk viðurskifti eru ikki neyðug og øll kunnu tískil luttaka á jøvnum føti. Tað er ein telda, ið dregur og og sum velur myndina. Bert ein dómari veit loysnina. Sostatt hevur verturin ikki møguleika
skotið ? ikki varð hugt so nógv eftir, hvar bólturin endaði. Men samanum tikið var tað tó í lagi, at H71 fekk fyrsta sigurin í ár, ikki minst tí, at verjan tóktist tættari og fongur fer at vera í nýggja [...] íslendska stórleikaran Hans Guðmundsson. Í leikskránni stóð at lesa, at hann m.a. hevur verið yrkisleikari í Spania í eini trý ár, og at hann í tvey ár var toppskjútti í íslendsku 1. deild, har hann tilsamans [...] nýggja venjaranum. Hann gjørdi ikki nógv um seg í hesum dystinum, men tað fer helst at broytast sum frá líður. Venjarin ikki í venjing Serliga spennandi til hendan dystin var jú, at síggja nýggja venjaran hjá
fiskimaðurin á henda hátt ikki fær prís fyri tað gullið hann dregur av grunni, at hann soleiðis ikki fær endarnar at røkka saman, tað sakar ikki tað borgarliga landsstýrið. Tað tykist ikki at nerva, tí veruleikin [...] ganga, tí eitt er greitt, verður ikki her og nú gjørt nakað fyri okkara útróðrar- og fiskimenn, so verður berligt á landi, tí teir eru lívsnervin í okkara samfelag. Í samband við umskipan av Framtaksgrunninum [...] eindømi í søguni, tí hetta førir við sær, at útróðrar- og fiskimaðurin má lata seg tøla við tað hann fær her á landi. Um hann so fer, har sum prísurin er betri, so verður hann straffaður, ikki bara við
, sum Edmund Joensen skipaði í 1994. Í 1996 fór Javnaðarflokkurin úr samgonguni, tí flokkurin kundi ikki góðtaka leiðsluháttin hjá Edmundi Joensen og tí at flokkurin ikki metti seg kunna standa til svars [...] stýringin liggur so í at royna at halda vøkstrinum føstum, so hann ikki vendir ov skjótt. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður Javnaðarfloksins og sum eisini var fíggjarmálaráðharri í landsstýrinum [...] borgarligi meirilutin í landsstýrinum førdi. Í samband við nýggársrøðu løgmans hava vit biðið Jóannes Eidesgaard um nakrar viðmerkingar. Løgmaður er ósannur Røðan er sjálvrós úr enda í annan. Hevði Edmund
, sum Edmund Joensen skipaði í 1994. Í 1996 fór Javnaðarflokkurin úr samgonguni, tí flokkurin kundi ikki góðtaka leiðsluháttin hjá Edmundi Joensen og tí at flokkurin ikki metti seg kunna standa til svars [...] stýringin liggur so í at royna at halda vøkstrinum føstum, so hann ikki vendir ov skjótt. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður Javnaðarfloksins og sum eisini var fíggjarmálaráðharri í landsstýrinum [...] borgarligi meirilutin í landsstýrinum førdi. Í samband við nýggársrøðu løgmans hava vit biðið Jóannes Eidesgaard um nakrar viðmerkingar. Løgmaður er ósannur Røðan er sjálvrós úr enda í annan. Hevði Edmund