Onki hald í ?skuldsetingum? ímóti byggivinnuni

Handverksvinnan skal ikki brúkast sum jarnbrot fyri at seta búskaparlig tiltøk í verk í Føroyum. Tí tann byggivinnan, sum er í løtuni, má samfelagið tola, sigur Vilhelm M.Johannesen

? Tann byggivinna sum er í Føroyum í løtuni, tað eigur samfelagið at kunna bera.

Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Handverkarafelag er ikki samdur við teimum, sum gera byggivinnuna til ein av syndarunum í føroyska búskapinum.

Seinastu tíðina hava serfrøðingar gjørt seg til talsmenn fyri, at tað er neyðugt at seta búskaparlig tiltøk í verk í Føroyum, tí at ferðin á búskapinum er blivin ov høg.

Nevnt verður m.a. at arbeiðsmarknaðurin er undir trýstið, at fløskuhálsar eru í vinnuni og at tað elvir til lønartrýst, prísvøkstur og annað, sum er óheppið fyri búskapin.

Ein av teimum vinnum, sum er við til at leggja búskapin undir trýst, skal verða byggivinnan.

Sagt verður, at tað er stórt trot á handverkarum og at nettupp handverksvinnan er ein av fløskuhálsunum í samfelagnum, sum er við til at økja trýstið á búskapin.


Hetta mugu vit tola

Men hessum er Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag alt annað enn samdur um.

Hann hevur lagt merki til ?skuldsetingarnar? ímóti byggivinunni.

Men hann sigur, at tey, sum føra tær fram, hava onki at hava tær í.

? Byggivinnan var stór, tann tíð tað var.

? Men summi hava lyndi til at gloyma, at hon minkaði 80% tey ringastu kreppuárini.

? So um hon nú er hækka 100% aftur frá tí djúpasta aldudalinum, er hon kortini ikki meiri enn eini 40% av tí, sum hon var, tá ið hon var í hæddini.

? So eg havi ógvulig ilt við at síggja, hvussu byggivinnan kann verða nakar trupulleiki.

? Tí tann byggivinnan, sum er í Føroyum, má samfelagið kunna bera, heldur hann.

? Prosent kunnu ljóða av øgiliga nógvum. Men tað veldst sanniliga um, hvørjum tú roknar prosentini av.

Hann heldur tí, at tað er skeivt at brúka handverksvinnuna til jarnbrot fyri at seta búskaparlig tiltøk í verk.


? Vilhelm M. johannesen sigur, at teir handverkarar, sum hava nokk at gera, eru teir smáu meistararnar, sum arbeiða sjálvur annar, ella sjálvur triði.

? Tey størru byggifeløgini hava avgjørt ikki ov nógv at gera. Og tað, sum tey fáa at gera, fáa tey í grótharðari kapping við aðrar.

Formaðurin í Føroya handverksvinnuni sigur, at sum verður ført fram sum prógv fyri at tað byggivinnan hevur ov nógv at gera hevur verið, at fólk eru noydd at bíðja í tríggjar mánaðir eftir at fáa handverkarar.

Men tað dugir hann ikki at síggja nakað óvanligt.

? Tað er ikki óvanligt at tað ganga tríggir mánaðir at fáa ein timburmann at smíða sær eini hús.

? Tað eru ikki óvanligar tíðir fyri tað, tí ein kann ikki rokna við, at ein handverkari, sum arbeiðir sjálvur annar, ella sjálvur triði, sum kunna átaka sær arbeiði frá degi til dags. Er hann júst byrjaður uppá eini hús, tekur tað sína tíð at fáa tey liðug.

Tey størri feløgini hava ikki so langa bíðitíð.

Vilhelm Johannesen minnir eisini á, at tað gingu fleiri ár, har tað var at kalla øskukalt.

? Tí er tað ótrúliga nógv, sum liggur á láni at fáa gjørt. Og tað er helst alt tað, sum fólk m.a. nú royna at fáa uppundan aftur.

M.a. mælir formaðurin í ráðgevandi nevndini til at mvg verður lagt á húsabygging aftur?

? Eg veit ikki, hvat plágar mannin, um tað er tað, at vit hava ikki allar skattir og øll avgjøld, sum tey hava í Danmark. ? Og eg veit ikki, um tað hevði verið betri, um vit høvdu tað.

? Einasta viðmerking, eg havi til mvg, er, at tað er ein suppa. Men at sleppa húsabygging undan mvg hevur so gjørt sítt til, at tað svarta arbeiðið er heilt munandi minkað, sigur Vilhelm M. Johannesen.