Landsstýrið setur í gildi stavnsband

Boðað verður frá tí borgarliga landsstýrinum, at nú skal við lóg krevjast, at 75% av øllum fiski, sum verður fiskaður á landgrunninum, skal landast og seljast yvir fiskimarknaðin.

Boðað verður frá tí borgarliga landsstýrinum, at nú skal við lóg krevjast, at 75% av øllum fiski, sum verður fiskaður á landgrunninum, skal landast og seljast yvir fiskimarknaðin. Um eitt skip so vegna prísmunin, sum verður, heldur fer uttanlanda at selja, so skula teir missa fiskidagar. Hetta starvsbandið, sum nú verður innført av verðandi samgongu, má verða eindømi í søguni, tí hetta førir við sær, at útróðrar- og fiskimaðurin má lata seg tøla við tað hann fær her á landi. Um hann so fer, har sum prísurin er betri, so verður hann straffaður, ikki bara við at fáa minni inntøku til skip og manning, men hann missir fiskidagar, tí hann við lóg er bundin at landa í Føroyum. At so teir, sum landa, verður til bert at umskipa fiskin fyri at selja hann ótilvirkaðan til teir útlendsku keypararnir, sum fiskimaðurin er forðaður at selja til, tað sakar ikki Føroya landsstýri, Tí helst er tað so, at teir, sum eiga sølumiðstøðirnar her á landi, eru vinir og kenningar, so teimum má tryggjast góður prísur. Taparin er tann føroyski fiskimaðurin.

Hetta er helst tað, sum teir borgarligu og Verkamannafylkingin kallar marknaðarbúskapur, tær fríu kreftirnar, sum ráða. Nú gera tær tað við góðkenning og løgtingslóg.

Tað at fiskimaðurin á henda hátt ikki fær prís fyri tað gullið hann dregur av grunni, at hann soleiðis ikki fær endarnar at røkka saman, tað sakar ikki tað borgarliga landsstýrið. Tað tykist ikki at nerva, tí veruleikin er tann, at henda ætlan bøtur ikki um nakað, men hon verður til stóran skaða. Tað at binda okkara fiskimenn at verða noyddar at selja fiskin fyri ein prís, sum bert er ein lítil partur av tí, sum teir kunna fáa aðrastaðis, tí tað er so illa fyriskipað her á landi, tað er at taka lívsgrundarlagið undan hesari vinnu og teimum, sum hana røkja, og tað at 75% av fiskinum verður landaður í Føroyum, bøtur einki um nakað, tí fiskurin verður ikki virkaður á landi, men bert umskipaður til víðari sølu, júst á tí marknaði, sum verður forðaður fiskimonnum at søkja.

Fiskurin, sum við lóg er landaður her á landi, verður bert umskipaður til sølu, har prísurin er nógv betri, ein prísur, sum verður forðaður okkara fiskimonnum at vinna sær.

Um landsstýrið veruliga vildi bøta um viðurskiftini bæði á sjógvi og landi, so skuldu teir gjørt eina ískoytisætlan, soleiðis at landskassin lat eina upphædd, so at tað lønti seg at landa fiskin her heima, fyri tann fiskin, sum bleiv landaður og virkaður her á landi, eina fíggjarliga upphædd, sum í hvussu er svarar til tað, sum annars vildi verið givið fyri fiskin uttanlands.

Tað vildi gjørt, at okkara fiskimenn veruliga fingu prís fyri sítt stríð og slit á sjónum, og tað vildi so ført við sær, at virkingin av fiskinum vildi givið fleiri arbeiðspláss á landi. Hetta er tann leiðin, sum vit eiga at ganga, tí eitt er greitt, verður ikki her og nú gjørt nakað fyri okkara útróðrar- og fiskimenn, so verður berligt á landi, tí teir eru lívsnervin í okkara samfelag.

Í samband við umskipan av Framtaksgrunninum skuldu møguleikar verið at framt ítøkjulig tiltøk okkara útróðrar- og fiskivinnu til frama. Nú eru møguleikar veruliga at fremja tiltøk, soleiðis, at hesin mest týdningarmikli partur av okkara samfelag veruliga fær løn fyri sítt stríð, ikki at niðurbindast við lóg at selja veiðuna fyri tann prís, sum ger, at endarnir ikki á nakran hátt røkka saman. Tað er aftofting av hesari veiðu, men verður tað veruliga so, at hetta borgarliga stýrið fremur hesa lógartiltøk, har 75% av øllum fiski, sum verður fiskaður á landgrunninum, skal seljast og landast í Føroyum, uttan mun til prísin, so má og skal eisini við lóg tryggjast, at okkara fiski- og útróðrarmenn fáa prís fyri tað gullið, sum teir draga av grunni.


Sverre Midjord