Í gjár kom politiski fyrstiskrivarin á bretsku sendistovuni í Keypamannahavn, Poul Nicolopulo á kunnandi vitjan í Føryum. Hetta er fyrst og fremst fyri at hitta umboð fyri nýggja tingið og landsstýrið eftir valið men eisini fyri at lata føroyingar vita, at bretska stjórnin fegin sær, at ein avtala verður gjørd millum Føroyar og Bretland um markið millum londini innan ikki ov langa tíð.
Poul Nicolopulo er sjálvur limir í bretsku samráðingarnevndini og hevur tí fylgt væl við í marknatrætuni. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at hann er í Føroyum.
-Eg vóni sjálvandi, at broyttu tíðirnar við nýggjum stjórnum í bæði Føroyum og Bretlandi og fyri tað eisini í Danmark - saman við útlitinum fyri einum góðum summari og heysti - kunnu geva øllum pørtum í marknamálinum eitt nøktandi úrslit sigur Poul Nicolopulo sum leggur aftrat, at fyri at kunna røkka á mál í slíkum samráðingum, so mugu allir partar slaka - um so er, at ein ikki ynskir at fara til dómstólin við málinum.
Eingin vil til Haag
-Eg kann ikki ímynda mær, at hvørki føroyingar ella danir vilja fara til dómstólin við hesum málinum. Tað er í hvussu er ynskið hjá bretsku stjórnini at kunna loysa hetta málið við samráðingum millum góðar grannar og vinir. Tað tænir ikki góðum grannalag at avgera eitt mál í rættinum. Tá eigur samráðingarleiðin at verða roynd út í æsir fyrst.
Uppá fyrispurning hví umstøðurnar fyri at røkka eini loysn skulu vera so nógv betri nú enn undan løgtingsvalinum sigur Poul Nicolopulo, at tað er greitt, at eitt nú bretska stjórnin stendur nógv sterkari enn teir konservativu gjørdu tað. Tony Blair hevur so dygga undirtøku í fólkinum, at stjórnin lættari fær gjørt eina avtalu við føroyingar. Sama kann sigast um nýggja landsstýrið, ið eisini hevur ein tryggan meiriluta aftanfyri seg - umframt ta uppbakking, sum málið annars hevur fingið frá øllum flokkum. Eisini hevur tað nógv at siga, at talan er um eina nýggja stjórn við einum nýggjum leiðara, sum tá ikki er so bundin at tí farna. Anfinn Kallsberg løgmaður hevur so fingið eitt nýtt mandat í og við, at tað nú er hann, sum skal seta út í kortið.
Valið blokeraði
Poul Nicolopulo heldur, at fyrrv. løgmaður Edmund Joensen var kanska í eini meiri torførari støðu fyrr í ár, tí val skuldi vera og hev-ur hetta gjørt sítt til, at landsstýrið ikki hevur kunnað skundað undir málið.
-Eg haldi, at myndin nú er meira greið, og so er veðrið eisini betri leggur ein bjartskygdur Poul Nicolopulo aftrat. Hann heldur, at góður møguleiki er fyri at finna eina loysn og sær fyri sær eina avgerð innan nakrar mánaðir. Tvs. einaferð í heyst ella harumkring.
Oljuídnaðurin vil hava loysn
Spurdur um ikki oljuídnaðurin leggur trýst á bretsku stjórnina at fáa marknamálið loyst sigur Poul Nicolopulo, at oljuídnaðurin sær fegin, at málið verður loyst, tí stórur áhugi er fyri at leita eftir olju í hesum partinum av heiminum. Hann viðgongur, at oljuídnaðurin hevur latið bretsku stjórnina vita, hvønn týdning hann leggur í bæði Hvíta økið og føroyska økið sum framtíðar oljuøki.
Hvat viðvíkur ynskinum hjá fyrrv. løgmanni at fáa málið uppá hægsta politiska stig, so eru bretar sannførdir um, at hetta enn ikki er neyðugt, tí tað eftir teirra hugsan eigur at bera til at finna eina loysn á vanliga samráðingarháttin.
Poul Nicolopulo vísir annars aftur, at bretar skulu hava áhuga í at drála við málinum, nú føroyingar hava slíkan skund í sambandi við tí fyrstu útbjóðingina.
-Vit eru sjálvandi varugir við, at føroyingar ætla at hava eina fyrstu útbjóðing, og at tað verður mett óheppið, at markið ikki er komið uppá pláss áðrenn tað. Men vit hava frá bretskari síðu onga áhuga í at brúka hetta til at trýsta føroyingar upp í ein krók. Vit meta, at báðir partar eiga at kunna gera eina neyðsemju, sum ber í sær, at báðir partar kunnu vera nøgdir. Alternativið er Haag og har vita partarnir ikki, hvønn veg tað kann ganga.
Haraftrat kemur tann langa bíðitíðin.