Tað er Poul Jákup Thomsen, ið gevur, tá nýggja kortspælið hjá Svf, 6 í Rútara, týskvøldið verður sent fyrstu ferð.
Mánakvøldið byrjar Svf vetrarskránna og nýggja spælið byrjar longu týskvøldið. Talan er um einfalt spæl, har ein ringir inn, um ein hevur spælikortið, sum drigið verður, í stóra rútinum á plátuni. Sleppur ein ígjøgnum, vinnur ein ímillum 200 og 2000 krónur. Kortið, ið verður vent, er partur av putlispæli, ið sýnir mynd av kendum persóni. Møguleiki er hjá tí, ið kom ígjøgnum, at gita persónin á myndini og eydnast tað, so vinnur viðkomandi puljuna, ið sjálvsagt kann gera vinnaran múgvandi. Tann, ið ringir inn, missir undir ongum umstøðum nakað, men fær bert møguleika at vinna meira við at gita myndina.
Á myndini er persónur, ið øll hava møguleika at gita. Serstakar fyritreytir ella innlit í ymisk viðurskifti eru ikki neyðug og øll kunnu tískil luttaka á jøvnum føti.
Tað er ein telda, ið dregur og og sum velur myndina. Bert ein dómari veit loysnina. Sostatt hevur verturin ikki møguleika at vegleiga ella hjálpa.
Avloysir ikki Gekkin
Talan er um heilt annað spæl, enn Gekkurin, men spælið avloysir ikki Gekkin.
Talan er um annað spæl og øðrvísi undirhaldsvirði. Nýggi verturin, Poul Jákup Thomsen, sigur, at prátað verður ikki so nógv um veður og um várútróður, men heldur verður dentur lagdur á at hava tað stuttligt og at hava ferð á. Eisini er spenningur í spælinum við sjálvari kappingini um at gita persónin á myndini. 36 rútar eru á myndini. Ætlandi fær hyggjarin eini 30 sekund at hugsa seg um í. Hann fær bert ein svarmøguleika.
Tróbdur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, sigur, at ætlanin er at sleppa eini 18 hyggjarum ígjøgnum hvørt spælikvøld. Talan kann tí verða um eini 2 til 3 myndir. Verður ein mynd ikki gitt, so stendur hon opin, til vikuna eftir. Fólk kunnu so senda spæliplátuna inn og skriva sítt uppskot á baksíðuna. Drigið verður síðani um innsendu spælipláturnar.
Skattafrítt
Á spæliplátuni er eisini ein størri rútur við fleiri ?kortum? í litrøðum. Sum spæli líður, koma nakrir trumfar fram. Hevur ein allar seks trumfarnar í einum litrað, so er at ringja inn, tí tá er puljan vís. Hon kann verða stór og er skattafrí. Fyrsta kvøldið tveitir sjónvrpsverturin - vegna Svf - 50.000 krónur í splælipuljuna.
Strangt eftirlit er við spælinum. Hesum hava granskoðarar tikið sær av. Fleiri 100 royndir eru gjørdar og tað kemur nærum ikki fyri, at tveir vinnarar eru.
Gunnhild á Rógvu Olsen, marknaðarleiðari í Svf, og Tróndur Djurhuus siga, at peningabýtið eigur at vera 40/60. Men t.d. í Gekkinum í fjør var býtið um 51% til spælararnar.
Ikki avleiðing av fíggjarstøðuni
Sjónvarpsstjórin sigur, at ætlandi verða broytingar í Gekkinum, men hetta vil hann lítið siga um enn. Men bert er talan um innihaldið í sendingini, ikki í sjálvum spælinum, tí øll spøl hava eina livitíð og mugu strammast upp av og á.
Nýggja spælið er ikki beinleiðis avleiðing av ivasomu fíggjarstøðuni hjá Svf. Heldur hinvegin, sigur Tróndur Djurhuus. Ætlanin hevur verið um spælið leingi, og tað skuldi kanska verið komið áðrenn og byrgt fyri fíggjarligu støðuni. Heldur er talan um nýtt spæl, tí eykaspølini til Gekkin vóru eitt vónbrot.
Stjórin sigur, at arbeiðið á stovninum er rationaliserað og longu nú eru færri fólk umborð á Svf-skútuni. Roynt hevur eisini verið at skarvað av yvirtíðini.
Spølini koma sum nummar 2 á inntøkulistanum hjá Svf. Í 1997 komu 7 av 24 milliónum frá spølum. Í 1998 komu 5,3 av um 22 milliónum frá spølum. Haldaragjaldið er stórsta inntøkan og restin kemur frá lýsingum.
Tróndur ger vart við, at enn halda tey ikki sjálvi í Svf, at sjónvarpið er nóg gott, men fleiri inntøkur skapa kor fyri betri dygd. Í nýggju vetrarskránni er økt tímatal og fleiri føroyskar og føroyskaðar sendingar. Sí meira um hetta aðrastaðni í blaðnum.