Sjálvrós úr enda í annan

­ Nýggjársrøða løgmans var sjálvrós úr enda í annan. Hann er eisini beinleiðis ósannur, tá hann sigur, at farið varð at venda búskapargongdini í 1994, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á stóru búskaparligu tiltøkini, sum sett vóru í verk í 1992/93

­ Toskurin og sildin eru beinleiðis orsøkin til búskaparligu framgongdina. Politiska stýringin liggur so í at royna at halda vøkstrinum føstum, so hann ikki vendir ov skjótt.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður Javnaðarfloksins og sum eisini var fíggjarmálaráðharri í landsstýrinum, sum Edmund Joensen skipaði í 1994.

Í 1996 fór Javnaðarflokkurin úr samgonguni, tí flokkurin kundi ikki góðtaka leiðsluháttin hjá Edmundi Joensen og tí at flokkurin ikki metti seg kunna standa til svars fyri tann politikk, sum borgarligi meirilutin í landsstýrinum førdi.

Í samband við nýggársrøðu løgmans hava vit biðið Jóannes Eidesgaard um nakrar viðmerkingar.


Løgmaður er ósannur

­ Røðan er sjálvrós úr enda í annan. Hevði Edmund Joensen verið so mikið kollegialur, at hann eisini rósti sínum samstarvsfeløgum, men ikki so frægt, at hann ger tað, sigur Jóannes Eidesgaard.

­ Løgmaður er eisini beinleiðis ósannur, tá hann sigur, at farið var at venda búskapargongdini í 1994.

­ Størsta takið at venda gongdini varð tikið árini 1992-93. Neyðugu tiltøkini vóru sera ópopuler, og kravdu tey nógv av teimum politikarum, sum tá sótu við valdið.

­ Tað eru úrslitini av hesum, sum vit fóru at síggja í 1994, sigur Jóannes Eidesgaard.


Gera stór

inntriv í búskapin

Men formaður Javnaðarfloksins fegnast sjálvandi saman við Edmundi Joensen um tey vøkru hagtølini, sum eisini eru at síggja í Hagtíðindum, hóast hann ikki er samdur í, at persónurin Edmund Joensen er orsøkin til tess, men heldur økt fiskiveiða.

­ Tað er umráðandi, at vit bera okkum rætt at, soleiðis at vit eru før fyri at standa ímóti, tá gongdin einaferð vendur. Men landsstýrið hevur einki gjørt fyri eitt nú at verja toskastovnin - tvørturímóti hava vit í veruleikanum frítt fiskarí eftir toski, vísir Jóannes Eidesgaard á.

­ Løgmaður sigur sjálvur, at framgongdin ikki fer at halda á, men hvat ger hann fyri konsolidera samfelagið, spyr Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at vit júst hava upplivað, at løgtingið hevur samtykt fleiri lógaruppskot, sum gera stórt inntriv í føroyska búskapin, og har tikið verður av gjaldførinum.

Hann sigur eisini, at vit áttu heldur at brynjað okkum til eina afturgongd, so skaðin ikki verður eins stórur, sum fyrst í 90?unum. Og hann vísir eisini á, at bert ein lítil rentuhækking - sum vit onga ávirkan hava á - kann føra til stóra kreppu, bæði hjá landi og kommunum, eins væl sum hjá privatfólki.


Løgmaður speirekur

­Edmund Joensen tosar eisini um fastleikan, sum hann hevur ført til tess at halda samgonguni saman. Kennir tú til hendan fastleikan?

­ Nei, handan fastleikan man hann best kenna sjávur, heldur Jóannes Eidesgaard.

­ Men honum dámar sera væl at speireka onnur - og tað ger hann eisini tá hann sigur, at Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin góvu upp. Sjálvstýrisflokkurin varð beinleiðis tveittur úr samgonguni, meðan Javnaðarflokkurin valdi at fara, tí tað bar ikki til at reka ein skilagóðan politikk saman við teimum borgarligu flokkunum.

­ Tað var so ikki av respekt fyri Edmund Joensen, men av respekt fyri okkum sjálvum og okkara veljarum.


Økja munandi almenna sektorin

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað tykist sum um landsstýrið heldur væl standa til.

­ Men vit eru ikki komin um allar vandar enn, og bert eitt lítið nos kann forkoma búskapinum. Kortini so hava Sambands- og Fólkaflokkurin valt at vaksið almenna sektorin munandi.

­ Vit eiga altíð at vera fyrireikað til eina kreppu, tí okkara búskapur er so einstáttaður, at tað skal ikki so nógv til at venda gongdini.

­ Okkara aðalm´ðal er, at vit eiga at leggja pengar til viks, tá tíðirnar eru góðar, so vit hava nakað at standa ímóti við.

At enda sigur Jóannes Eidesgaard, at tá allar almindiligheitir eru flustar oman av og tá hagtølini eru tikin frá, er lítið eftir av nýggjársrøðuni. Niðurstøðan kann tí bert verða tann, at løgmaður hevur verið heppin av standa við róðrið tá tiltøkini, sum framd vóru í 1992/93, fóru at síggjast, og tá toskurin og sildin komu aftur.