Prellberg valdi at gera enda á pápa mínum og hinari manningini, so var eg ikki til í dag. So eg havi veruliga nakað at takka kavbátaskiparanum fyri, sigur Sámal Bláhamar. So verður farið á slóðina hjá týska [...] turt við sær í bátin, so eydnaðist teimum 36 tímar eftir dramatiska tilburðin at vinna upp land á Flannan Isles, vestan fyri Hebridurnar. Og 9 tímar seinni ? ella 45 tímar eftir at týski kavbáturin søkti [...] ni. Men tað var ikki sum at siga tað at finna frú Prellberg. Tí tað vísti seg, at Willfried Prellberg doyði í 1986, og ilt var at finna nakrar eftirkomarar. Men so var tað, at Rudi Graeter fekk samband
Og so tosa samgongulimir samstundis um at finna 200 mill. kr. at spara á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 ! Tá avtalan um heildarveitingina, sum er eftir leisti samgongunnar, skal samtykkjast á Føroya [...] lógarfestast bæði á fólkatingi og á Føroya løgtingi. Og so eru tjóðveldis- fólkafloks-, sjálvsstýris- og miðflokspolitikarar helst nøgdir, so hava teir tryggjað sær nakað av donskum peningi at føra sín ful [...] um tað nú ber til. At úrslitið fór at verða sum seinastu dagarnir hava prógvað, ávaraðu vit um, men vit vóru skírd ábyrgdarleys og svartskygd. Slíkar ákærur eru vit tó so von við, so tær nerva okkum ikki
um forholdið - at tað ikki fór at halda, at tað ikki bar til - so hava tey hildið saman í fimm ár, og farna vikuskiftið giftust tey í Evageliihúsinum í Havn. - Eg eri so góður við Rakul, at eg hevði gift [...] komu at kennast eftir tað. Eg fann skjótt út av, at hann dugdi væl at greina og tulka, og tá ið eg fekk onkra yrking hjá Kára P at tulka í skúlanum, bað eg hann hjálpa mær, og soleiðis komu vit at kennast [...] kundi koma, um hann slapp at hava øl við sær. Hann tordi ikki at verða edrúur á møti. So fyrstu tíðina hevði hann tvær gulløl í jakkalummanum, tá ið vit fóru á møti. Tær drakk hann so í onkrum steðgi og var
tað ganga, tá ið illa vil til. Starvsnæmingar Tórgerð Hansen vísir á, at tey vóru í teirri hepnu støðu, tá ið tey 8 starvsfólkini løgdust sjúk, at tríggir skúlanæmingar júst tá vóru á stovninum í starvsvenjing [...] mestur. Tað gekk av báðum endum, og fólk vóru ógvuliga illa til passar. Tórgerð Hansen, leiðari á dagstovninum, sigur, at kvinnurnar løgdust sjúkar, 8. januar vóru ikki til arbeiðis aftur fyrr enn, 20. januar [...] lagi einar 2-3 dagar, men eftir tað vóru tær rættiliga ússaligar, og tað tók langa tíð hjá teimum at koma fyri seg aftur, sigur hon. Skrúvusalat Kvøldið fyri, at kvinnurnar á hesi eini stovuni løgdust
Læknarnir tosaðu um at senda hann til Danmarkar, tí hann var illa brendur í andlitinum, á beinunum og serliga á ørmunum, men tað var ikki neyðugt at flyta hann til Danmakar, tí læknarnir á Landssjúkrahúsinum [...] tað var, at ikki fleiri fólk vóru í køkinum. Og so tað, at eingin fekk álvarsligari mein. Hevði tað verið olja, sum eldur kom í og kom á kroppin, høvdu sárini verið nógv djúpari. Beint eftir óhappið, var [...] ørmunum var so illa farin. Síðan 1. mars hevur hann arbeitt fulla tíð aftur sum køksleiðari á Hotel Hafnia. Høvdið hovnaði Ruben Busk sigur, at hann sá øgiligur út beint eftir vanlukkuna. - Høvdið var tvær ferðir
føroying, tí nøkur av orðunum í innlegginum vóru føroysk, hóast tey flestu vóru á enskum. Eg helt, at tað burdi verið í áhugamálunum hjá føroysku løgregluni at fingið slíkar upplýsingar, og tí ringdi eg [...] verða gott, at Búi setur hetta evnið á dagskránna. Fólk sum hava ábyrgd av heimasíðum, har t. d. tjaktorg er ein møguleiki, hava ábyrgd av tí, sum liggur á hesum síðum. Tjaktorg ein løtt kelda at spjaða ótespiligt [...] tjaktorg, sum eg fór inn á. Orðini í einum av innleggunum bendu heilt týðuliga á pædofili. Tað vóru orð sum "adults, parents, sex" o.l. Harafturat hevði viðkomandi eisini lagt nakrar slóðir á tjaktorgið. Eg varð
og noyddist at gevast við lestrinum longu árið eftir. Hann var so illa fyri, at mamman kom niður við sjóverjuskipinum Beskytteren til hansara, tí tey væntaðu Christian fara at doyggja. Men á undursaman [...] ein av manningi á Frederiksvaag yvir á trolaran, og valið var tá antin at skumpa føroyingin í havið ella hjálpa teim ásigldu. Teir valdu tað seinra. Ta náttina stóða so nógv á Johan, at hann varð grásprongdur [...] varð so drúgvt, at lítli Christian varð "gloymdur" og "stakk av" til hús einsamallur. Soleiðir endaði túrurin hjá feðgunum. Gerandisdagur teirra við Áarvegin broyttist so mikið, at neyðugt varð at leiga
kom so aftur, men tað gjørdist ikki so nógv arbeiði sum ljósmóður at byrja við hjá henni. Tað var longu ein ljósmóður á Tvøroyri, sum sat nógv ár eftir, at mamman hevði lært. So tað gjørdist nokk so seint [...] teir plagdu at koma úr Fámjin eftir mammuni. Boð komu frá telefonstøðini til Daniellu um at gera seg klára. Heima eygleiddu tey so lyktirnar hjá monnunum, so hvørt teir nærkaðust. So var at fara yvir um [...] Varðberg fór so nær Egil, sum tað kundi bera til, og Herluf segði, at tað vóru teir av manningini á Varðberg, sum høvdu hug til at taka hann av ræði, av tí at hann legði so nógv til. Har vóru góðir menn
ein vaktur í SMS frá, at ein maður hevði bankað so harðliga á ein rút at hann var brotnaður. Løgreglan fekk fatur á manninum, men hann hevði skorið seg so mikið illa, at hann fór á skaðastovuna. Seinni [...] í tí gamla býarpartinum í Havn at boða frá levind og gangi, og at tað var ikki náttarfriður, tí onkur gekk og bukaði upp á. Løgreglan fór á staðið og tá vísti tað seg, at tað var ein maður, sum hevði verið [...] handli, tá ið viðkomandi sá, at eitt stearinljós stóð og brendi. Fyri at vera fyrivarin fekk løgreglan boðini og tey fingu so fatur á eigaranum, sum fór í handilin og sløkti, fyri at eingin ampi skuldi standast
er filosofiin, sum byggir á, at leita eftir ressoursum og styrkjum hjá tí einstaka. At møta fólki har tey eru, og so arbeiða har frá. Onki við at brúka tíðina uppá at leita eftir trupulleikum og feilum. [...] vinskap. Um at vera har fyri hvønn annan, tá ið tørvur er á tí. Og hetta er ein søga um at síggja tað besta í hvør øðrum, og at vera tilreiðar at traðka til fyri hvønn annan hvør á sín hátt. Um at skiftast [...] hesum Skúlanum við Áir er at menna tykkum næmingar til at gerast betur førir fyri at møta avbjóðingum, tað veri seg í skúlanum, á arbeiðsplássi ella bara í tilveruni sum heild. Her á skúlanum verður støðið