Pápi Sunnevu var skipari á General Gordon

Hesa ferð hava vit frásøgn hjá Sunnevu Niclassen, sum misti pápan við General Gordon. Men maður hennara Herluf var 35 ár seinni við til at bjarga eini aðrari manning í eini líknandi støðu

sum henni hjá General Gordon. Mamma Sunnevu fann sær sín hátt at lívbjarga sær og børnunum

Vit hava hitt ta 88 ára gomlu Sunnevu Niclassen úr Bø. Sunneva er sera skilagóð og minnist væl. So er eisini eitt serligt við Sunnevu. Hon dugur væl at yrkja og skriva, soleiðis, at fólk leggja tað til merkis.

Hetta fekk eg eitt stuttligt dømi um. Tá eg greiddi konu míni frá, at eg skuldi tosa við Sunnevu, mintist hon væl til eina yrking, sum Sunneva hevði havt í bløðunum fyri nógvum árum síðani um skip, sum lógu innifryst á Kappanum. Nakrar dagar seinni hevði hon funnið yrkingina fram. Tá hevði hon goymt hana í síni Bíbliu í heili 40 ár, síðan hon var 13-14 ára gomul! Hon er fiskimannadóttir, og tí hevur hetta havt sína ávirkan á hana.

Sunneva er dóttir skiparan á General Gordon Poul Michelsen í Búð, sum var ættaður úr Hvalba, men sum búði á Sevmýri á Tvøroyri millum kirkjuna og fótbóltsvøllin. Mamman var Daniella, dóttir Jacobinu og Thorman bónda á Bø í Froðba. Hon var systir Atu Elisabeth, sum var seinna kona Jógvan Jensen, sum var umrøddur herfyri í røðini Hendur ið Sleptu. Thormann og tey vóru 9 systkin frá tveimum giftum. Tað vóru 50 ár millum Thormann og yngsta systkin. Tí eigur Sunneva framvegis eina 92 ára gamla abbasystir á Eiði!

Poul var føddur í Hvalba 17. februar 1892. Hann tók skipara­prógv hjá Jens í Dali í 1915. Undan General Gordon hevði hann ført Agnes Louise í 1916 og 1917 og Tjaldrið í 1918 og fram til 1923.

Sunneva var bert 3-4 ára gomul, tá ið pápin doyði, so tað er akkurát so, at hon hómar hann spæla við børnini á gólvinum.

Sunneva minnist sum so ikki annað, enn at tosað varð um, at General Gordon var gandaður longu í Lysekil, haðani skipið varð keypt.

Men hon minnist sjálvsagt, hvussu tað var at gerast faðirleys. Tær vóru tríggjar systrar, tvær vóru yngri. Onnur var Dinna, gift við Sofus Joensen, sum hevði handil á Sevmýri í mong ár. Poula, uppkallað eftir pápanum, búði niðri

 

Mamman fór at læra til ljósmóður

Mamma fór niður til Danmarkar at læra til ljósmóður. Hetta var hennara loysn at kunna gerast einaforsyrgjari. Men hetta var eitt megnartak, serliga tá í tíðini. Hon var eitt ár niðri. Hetta var heppið, tí aðrar ljósmøður máttu ganga tvey ár uttan at læra meira.

Sunneva var tá seks ára gomul beint farin í skúla á Tvøroyri. Hon fór tá at vera hjá ommuni og abbanum á Bø og fór í Froðbiar skúla. Hinar báðar systrarnar búðu hjá tveimum mammusystrum.

Eitt ár kundi vera leingi at vera burtur frá sínum børnum, men Daniella gloymdi tey ikki. Sunneva minnist, at hon plagdi at senda pakkar heim, helst keyptar fyri tann lummapening, sum hon fekk. Sunneva minnist serliga eitt vakurt fyriklæði og einar reyðar gummistúvlar. Ein dagin, Sunneva kom úr skúla, var ein stór dukka komin. Tá var frøði.

Mamman kom so aftur, men tað gjørdist ikki so nógv arbeiði sum ljósmóður at byrja við hjá henni. Tað var longu ein ljósmóður á Tvøroyri, sum sat nógv ár eftir, at mamman hevði lært. So tað gjørdist nokk so seint, at hon varð sett í starv. Men hon plagdi at fara túrar, har tað ikki lá fyri hjá føstu ljósmóðrini at fara. Hetta kundi vera yvir fjøll sum til dømis til Hovs og Fámjins. Men hon var væl dámd og fekk sum frá leið meira at gera.

Hetta kundi vera sera buldrasligt. Vegasamband var jú lítið og einki. So ferðingin var við báti og til gongu. Tað var ikki tosað um veður og vind. Tað var farið avstað, um tað stóð á húsbroti um fjøll í náttarmyrki.

Sunneva minnist til dømis, tá ið teir plagdu at koma úr Fámjin eftir mammuni. Boð komu frá telefonstøðini til Daniellu um at gera seg klára. Heima eygleiddu tey so lyktirnar hjá monnunum, so hvørt teir nærkaðust. So var at fara yvir um fjørðin í báti. Ofta var tað so ringt, at teir máttu leggja seglið útyvir hana. Daniellu dámdi ikki at fara í bát, men har var einki sum æt. Ein fámjinstúrur var serliga ringur. Tá máttu menninir neyðhalda sær og henni við hjálp av fjallstavum. Tað var snøgt sagt ikki framkomandi fyri stormi. Daniella var ljósmóður í eini 40 ár. Hvør túrur gav 10 kr, og tað kundi vera nógv stríð av at fáa hendan pening til høldar.

Sunneva minnist eisini, hvussu óhugnaligt tað plagdi at vera, tá ið bankað varð á hurðina um náttina, tá ið onkur kom í ljós­móður­ørind­um. Ofta var ikki telefon, so boð­ini máttu koma heim eftir henni, og teir bankaðu hart uppá hurðina fyri at fáa mammuna at vakna. Hetta dunkið situr í Sunnevu enn.

Men Daniella var løtt at fara upp og var skjót í tey hvítu klæðini. Hon hevði altíð sínar greiðir í ordan og kundi finna tær í myrkrinum og so avstað.

Tað var sera óhugnaligt, tá mamman fór út í náttina. Men tær vóru tó ikki einsamallar. Ein mammusystir kom altíð til teirra.

 

Ósjónligu hendurnar hjálptu

Daniella var sera dugnalig, ikki bert sum ljósmóður. Hon seymaði og bant alt, sum tey brúktu, og handalagið var av tí besta.

Sunneva heldur, at eitt faðireyga hugdi niður til teirra. Hann, sum sigur seg vera verja hjá einkjum og faðirleysum, gloymdi tey ongantíð.

Ein dagin tær komu úr skúla sigur mamman:

“Nú kundi húsið verið brent niður hjá okkum.” Hon hevði sett eina grýtu útá fyri at smelta gásafeitt. Eldur kom í feittið, og login stóð næstan upp undir loftið. Mamman var einsamøll í køkinum. Tað var so trongt millum komfýrin og borðið. Login stóð yvir ímóti vindeyganum, so hon slapp ikki út. Hurðarnar vóru afturlatnar. Men við eitt var tann logandi grýtan tikin av komfýrinum og blakað út í túnið. Sunneva minnist væl, at grýtan lá har. Ósjónligar hendir høvdu latið báðar hurðar upp og tikið grýtuna.

Daniella giftist aftur við Meinhart Eivindsson, sum eisini var úr Hvalba. Tað kann verða nevnt, at tað er Ásmund, abbasonur beiggja Meinert, sum er íblástur til hesa frásøgn.

Tey fingu tveir synir. Meinhart doyði fleiri ár undan Daniellu, so hon gjørdist einkja tvær ferðir.

Hon helt fram sum ljósmóður til hon gjørdist 70 ár. Men tá var alt blivið so nógv lættari.

 

Høvdu bæði pengar og ikki

Mamman sat annars hampiliga væl eftir. Pápin hevur átt pengar, so hann sat í nýggjum og góðum húsum. Alt var nýgjørt, málað og betrekt. Tað var ovnur í hvørjum kamari, men tað var tó ikki toilet. Hetta var ikki vanligt tá.

Hvør av døtrunum fekk eina bankabók uppá 800 kr. men hon var bundin til tær vóru 21 ár. Hetta var ikki heilt lítið, tí henda upphædd svaraði til ársløn hjá fiskimanni tá í tíðini. Men upphæddin mátti ikki rørast.

Tað hava verið fátækir dagar. Pápin hevur átt pening tilgóðar hjá Mortensen, sum var reiðari hjá honum. Tey gingu har og keyptu, inntil einki var eftir at keypa fyri.

Tá kundi sparikassabókin verið hent, men amtmaðurin sum umsat hetta, segði nei.

Heta merktist millum annað, tá ið gestir komu á Jóansøku. Teir vóru so fínir, sum Sunneva og tey ikki høvdu ráð til at vera.

Tey liðu tó ikki neyð. Tað var eingin jørð í húsinum. Tískil áttu tey ikki kúgv ella seyð. Mjólk fingu tey frá ommuni og abbanum í Froðba. Men tey høvdu tó hønur og skóru eisini torv.

Sum greitt verður frá í eini komandi Miðviku var skiparin á Helenu, sum gekk burtur í 1920, beiggi Poul. Ein beiggi var Tóri. Sagt var í seinastu Miðviku, at menn aftraðu seg at fara við honum, tá tveir av hansara skiparabeiggjum vóru burturgingnir. Men hann førdi kortini skip fleiri ár aftaná tað.

Onkuntíð plagdu tey at fara til Hvalbiar at vitja ommuna og abban. Her var gott at vera. Ein pápabeiggja Niels Pauli var virkin í brøðrasamkomuni Vitninum. Hann var kendur fyri at duga so sera væl at syngja.

 

Fór til amtmannin at arbeiða

Tá ið Sunneva var 14 ár var farið úr skúlanum sum hjá teim flestu. Tá fór hon at arbeiða fisk. Trolarin Leivur Øssurson hjá AT var komin, og Sunneva fór til Petur Mohr Dam, sum var formaður í Driftsráðnum, at fáa arbeiði.

Fiskur var eisini at arbeiða úti í Froðba, men lønin var ikki tann stóra, nøkur oyru um tíman. Varð arbeitt í 10 tímar kundi hetta geva einar 3 kr.

Tann, sum hevði fiskaarbeiðið í Froðba, var Dánjal Mohr Mortensen. Tað var tá vanligt, at fólk tóku fisk uppá seg at vaska. Hann fekk fiskin frá Thomsen og kanska onkrum øðrum. Fiskurin kom út í Froðba við eini jakt, einum lítlum báti.

Fiskurin varð so vaskaður niðri á klettinum fyri síðan at verða turkaður á helluni. Her var gott pláss at breiða fisk á. Hetta gav so arbeiði til konufólkið í Froðba. Ein abbasonur Dánjal Mohr er annars Poul á Kletti.

Stórur munur er á Tvøroyri og Bø, har Sunneva nú býr. Tvøroyri var jú ein stórbýur. Her merktist heldur ikki sørt til klassamun, uttan at hetta tó nervaði so nógv.

Tá ið Sunneva so var 18 ár, fór hon til Havnar, og har kom hon seinni at tæna hjá amtmanninum Hilbert. Tær vóru tríggjar gentur, tvær, Aska og Judith, vóru úr Skúvoy. Sunneva var stovugenta. Hinar vóru í køkinum. Her vóru ofta gestir, so tað var nóg mikið at gera.

Sunneva var eisini hjá amt­manninum fyrst undir krígnum, og tá var tað hann, sum veruliga ráddi fyri borgum í Føroyum, nú hann ikki hevði samband við donsku stjórnina. Tí stóð hann mangan eisini fyri skotum. Tað var nógv fundarvirksemi hjá amtmann­inum. Hann hevði neyvt samband við bretska konsulin Mason og við teir flokkar, sum mynd­aðu politiska meirilutan í Føroyum. Her var ofta nógv at tosa um.

Hilbert átti tvey børn, son og dóttir. Tey vóru sera fitt og tey vóru væl uppdrigin. Børnini skuldu seta alt uppá pláss aftur, tá ið tey vóru liðug at spæla um kvøldarnar. Tað var einki við at lata genturnar taka alt upp morgunin eftir.

 

Fann drong í Havn

Men í Havn lá eisini fyri at hitta dreingir. Eitt kvøldi í dansi hitt­ust Sunneva og Herluf Niclas­sen úr Miðvági, sum gekk á skipara­skúla. Ein systir hansara Signhild var gift við Holgar Bærent­sen, so har plagdu hann at halda til.

Tað vardi heldur ikki leingi til tey giftust. Tey fluttu inn til foreldrini hjá honum í Miðvági, meðan tey bygdu, og hann sigldi. Tey fingu fýra synir og eina dóttir.

Herluf var sonur Georginu og Joen Hans Niclassen. Hann var yngstur av fýra systkjum. Hann hevði hug at fara á sjógvin, og 15 ára gamal fór hann til skips við Guiding Star. Skipari var Mourits Niclassen, á Skálalonini. Hann var ein góður skipari, ið dugdi væl at fara við teimum ungu og læra teir.

Eitt tíðarskeið var Herluf og róði út í Grønlandi. Hann fór á skiparaskúla, og síðan gjørdist hann bestimaður hjá John Nielsen í Sanda­vági við sluppini Elisa­­beth. John var eisini ein mætur skipari, sum Herluf helt nógv av.

Herluf fór aftur í skúla og tók longdina, sum tað var kallað. Hetta gav møguleikar at føra skip í Grønlandi.

Hann sigldi undir krígnum við Gudrun Zoega og fór við har í 1942. Teir høvdu so ein trolara, Nýggjaberg, men hann fórst undir krígnum við 21 monnum. Ein av hesum var Evald, beiggi Herluf.

Herluf førdi so Gudrun Zoega restina av krígnum. Teir vóru ikki úti fyri nøkrum serligum. Men teir royndu eisini at sigla eftir forskriftunum, sjálvt um hetta kundi taka eitt sindur longri tíð.

 

Bjargingarbragdið við Egil

Herluf fór so við trolaranum Varð­berg, sum hann var parta­eig­ari í. Hann var eisini nevndarlimur í mong ár.

Sofus Poulsen, okkara umboð í Aberdeen í eina hálva øld, greiðir frá, at Varðberg kom hagar í oktober 1946 og var vakrasti av øllum teim gomlu trolarunum, sum vit keyptu eftir seinna heimsbardaga. Hann var umvældur í Danmark og Petur Dahl sáli stóð vist fyri tí, sum gjørt var við trolaran. Í Aberdeen fekk hann trolútgerð.

Herluf byrjaði sum dekkari, bleiv so 2. stýrimaður, síðan 1. stýrimaður og so skipari.

Hann var so skipari í 1949. Í september hetta ár fara teir til Bjarnoynna á ísfiskaveiðu, og royndu einar 100 fjórðingar norðanfyri oynna til út í oktober. Tá gera teir klárt at fara til Aberdeen at selja. Men hetta gjørdist ein minniligur túrur.

Herluf greiddi soleiðis frá:

“Eg hevði frívakt, og vit vóru farnir at sigla. Tá kom Jákup Haraldsen, sum var 1. stýrimaður, niður og vakir meg, samstundis sum hann ger mær greitt, at trolar­in Egil hevði sent út neyðar­kall og bað um hjálp. Hann var farin at leka og var um at søkka. Tað vóru ring veðurlíkindi, kavarok og nógvur vindur. Men her var einki at drála við.

Kós varð sett ímóti Egil og koyrt varð á Varðberg alt hann kundi klára og snórabeint komu teir fram til hann.”

Her tekur Herluf til, at Varðberg hevði ein sera góðan peilara.

Tað var lagt nógv til við hesi undurfullu bjargingini. Varðberg fór so nær Egil, sum tað kundi bera til, og Herluf segði, at tað vóru teir av manningini á Varð­berg, sum høvdu hug til at taka hann av ræði, av tí at hann legði so nógv til.

Har vóru góðir menn innan­borða, men tað vóru serliga tveir, sum Herluf setti sítt álit á. Teir vóru 1. stýrimaður Jákup Harald­sen, Jákup á Torvmansbakka og 1. meistarin Jógvan Joensen, Jógvan á Norði, báðir miðvingar. Tveir mans, sum aldri víktu frá har, teir vóru settir. Teir høvdu fylgt honum øll krígsárini og vinmenn vóru teir frá ungum av.

Í tí fjarriti sum kom úr Aber­deen frá føroyska sendimanninum Elias í Rættará, tá ið teir komu hagar, varð sagt, at Varðberg gjørdi eitt bragd, tá ið teir bjarg­aðu manningini.

Frásøgn var eisini í blaðnum THE PRESS AND JOURNAL í Aberdeen tann 31. oktober 1949.

Søgan var tann, at Egil hevði eitt sunnukvøld kl. 6 siglt á eitt sker ella ís um 20 fjórðingar úr Bjarnoynni. Teir vóru 22 mans við. Høvdu gjørt túrin lidnan og høvdu 2.000 kassar inni.

Tað var stormur og ringur sjógv­­ur. Gron­in varð skrødd upp, og hann lak illa. Sent varð neyðarkall.

Alla náttina bardist manningin fyri at halda skipið lens, hóast hetta sá vónleyst út. Til alla lukku kom Varðberg fram á teir kl. 10 morgunin eftir. Vegna ringan sjógv og nógvan streym var vón­leyst at taka menninar bein­leiðis umborð. Manningin mátti tí fara í bátin, sum fýra ferðir fór millum trolararnar.

Varðberg sigldi rundanum og fekk fatur í teir hvørja ferð, seinastu ferðina við skiparanum, stýrimanninum, báðum meistar­unum og skipshundinum.

Meðan teir seinastu fýra vóru á veg umborð á Varðberg brotn­aði báturin illa, og sakk hann undan teimum 15-20 favnar frá Varðberg, men tað eydnaðist kortini at bjarga teimum. Tá ið skiparin fór av Egili, stóð hann nærum um miðjuna í sjógv á dekkinum, og bert fáar minuttir seinni var hann sokkin. Bjargingin hevði tá vart í tveir tímar, og sigast kann bókstaviliga, at hon kom í síðstu løtu.

Helvtin av manningini á Egil fór umborð á Høgafoss, og komu teir allir til Aberdeen nakrar dagar seinni. Sofus sigur, at hann minnist Herluf væl. Hann var ein stás maður í allar mátar.

Einasta minni Herluf hevði um hendingina eru tær seks árarnar av bjargingarbátinum hjá Egili, sum hann tók við sær.

Henda søgan er í síni heild í bókini Bjargingarbrøgd 2 hjá Erlingi Poulsen.

Egil var annars tann gamli Norðbúgvin, sum p/f Uvak keypti til Føroya í 1939. Esmar Fuglø var skipari.

Kvívíkingar í partafelagnum Hellu­fossur høvdu keypt Norð­búgv­an og góvu honum navnið Egil. Kvívíks Tummas var reiðari.

Gjørdist bóndakona í Bø

Í 1959 var sjómanslívið liðugt hjá Herluf, og tey bæði fluttu til Bíggjar, har hann bleiv bóndi. Hann seldi tá eisini húsini í Miðvági.

Hetta var eitt heilt annað lív. Víst var Herluf heima, men hetta var sera bundisligt. Tey vóru bundin at fjósinum hvønn dag.

Hetta var sera strævið. Alt var í ringum standi og óarbeiðsligt. Men Herluf var ein sera raskur maður, so tað gekk. Tey smoygdu upp um armar og tóku mangt takið.

Sum árini gingu bleiv tað ljós­ari. Tey fingu traktor og góða slái­mask­inu og annars nútímans útgerð.

Mjólkina seldu tey til Thedor Thomassen keypmann, sum júst er fyltur 100 ár, sum greitt frá her í blaðnum. Tey fingu so vøru fyri mjólkina.

Í 1983 legði Herluf frá sær sum bóndi. Hann doyði í 1985, 69 ára gamal.

Vit takka Sunnevu fyri hennara áhugaverdu frásøgn.

 

 

--------------------------

 

 

Sunneva skrivar um pápa sín

 

Tann 17. februar 1982 skrivaði Sunneva hesar hugleiðingar, sum komu í Dimma­lætting 27. februar 1982. Tær geva eina góða lýsing av kenlsunum hjá einum sum hevur mist pápan á sjónum

Sólin skínur so vakurt í dag, og vit gerast altíð glað og løtt í huga, tá veðrið er gott. Serstakliga gleði eg meg í dag yvir, at eg kann minnast pápa mín, sum í dag hevði verið 90 ár, um hann hevði livað. Vit, sum vóru so lítlar, kendu hann ongantíð. Vit lærdu ongantíð at siga pápi; men í hjartanum kennist gleði yvir at hava átt ein góðan pápa, ein av teimum hetjum, sum settu lívið til fyri føðilandið.

Poul Michelsen var skipari á »General Gordon«, ið forlisti á vári 1924. Eg kann minnast, tá Kristian kongur 10-indi vígdi minnisvarðan á Torvheyggi, eg man ikki hava verið meira enn eini 5 ár.

Altíð sum smágentur gingu vit fram við minnisvarðan, tá vit fóru til, Froðbiar, og so lósu vit tað, sum skrivað stendur á tí stóra høga steininum.

Ein mynd av einum akkeri, umgirt av einum togenda, og yvir­skrift­in er teimum hetjunum til heið­urs. Teir sjó­lótust fyri føðilandið.

Niðri undir stendur á donskum: Ingen har større Kærlighed end denne, at han sætter sit Liv til for sine Venner. Johs. kap. 15. Vers 13.

Tær tríggjar stóru stein­plát­ur­nar eru tær sluppirnar, sum fórust við allari manningini, »Helena«, »Karin« og »General Gordon«.

Eg minnist hesar tríggjar pláturnar og tvær lítlar, »Ridd­ar­in« og »Karl« vóru tær fyrstu; men seinni eru fleiri komnar aftrat.

Tá eg nú eri við minnisvarðan, so fari eg at siga frá nøkrum, ið eg havi hoyrt sum barn. Tá hesin varðin varð settur, har sum hann stendur í dag á Torvheyggi, so var tað ein meining við tí, umframt tann at minnast teir sjólátnu. Hann varð settur á einum fríum øki við tí stóra steininum peikandi upp ímóti himinum og lítandi út yvir havið, har sólin rísur. Hann varð settur soleiðis, at øll før, sum komu inn um Froðbiarnípu ella inn á fjørðin, vóru var við hann, ella um eg so má siga, vóru heilsað av honum. Allar mínar barnadagar stóð hann fríur við góðum útsýni, einki hús í námind av honum, men so er ikki nú.

Okkum untist ikki at eiga og kenna pápa okkara; ta lagnu hava so mong verið fyri. Men ein er, sum aldrin gloymir tann faðirleysa; hansara lyfti standa fast, um alt annað vikast. Eitt, sum er blivið so stórt fyri mær, er hetta, at eg skal síggja pápa mín ein dag heima í himlinum. Tað verður ofta tosað um ránsmannin, sum var bjargaður av Jesusi. Mong menniskja halda, at tað hevur ongan skund at blíva frelstur; tey meina, at tey kunnu fáa ta løtuna, sum ránsmaðurin fekk. Jú, víst eru tað tey, sum fáa løtuna, so tey bjargast fyri himmalin. Men mong eru tey, sum fara so brádliga úr hesum heimi, at um tey ikki kenna Jesus áðrenn, so frykti eg fyri, at tað er vónleyst myrkur, ein ævinleiki uttan tann Harra Jesus.

Hesar hetjur, sum sóu deyðan fyri eygum, tær kundu; og teir hava rópað á Harran í neyð terra: Harri bjarga okkum, vit ganga burtur. Vissuliga, Harrin á himli høga hoyrir allar bønir og bjargar øllum, sum ynskja av hjarta at vera bjargað av honum. Takk og prís veri Jesus Kristusi fyri allan kærleika sín, og takk veri honum fyri frelsuna, sum hann á krossinum so dýrt hevur vunnið til hvønn einstakan, sum trýr. Takk góði faðir í himlinum fyri, at vit við sálmaskaldinum kunnu siga:

 

Gud gev okkum øllum

tað landið at ná,

har skyldfólk og vinfólk,

vit uppaftur sjá.

Tá hirðin sítt fylgi,

úr mold og úr bylgju

skal savna, har sorgin

um ævir er av.

Tí deyður er deyðin

og horvið er hav.

 

 

------------------------------

 

 

Sangurin hjá Jacob Vang

 

Í fyrra parti høvdu vit annan sangin, sum mammu­beiggju Sunnevu, Jacob Vang, yrkti í sam­band við General Gordon. Hesa ferð hava vit hin:

 

I Sømænd som paa Bølgen staar

I tænker paa den sidste Vaar

om Heltene fra Land udgik

og Dødens Blund i Havet fik.

 

Vi Sømænd, som til Søen gaar,

vi tænker ej paa Herrens Vaar;

da Gud os kalde skal herfra,

hvor skal vi finde Havnen da?

 

De Sømænd som i Vaar udgik

og Hvilen sin i Havet fik

i Søens Gang i Bølgens Skød,

der nyder de sin Søvn saa sød.

 

I mangt et Hjem nu Sorgen er,

der savnes borte Venner kær,

de stakkels Børn som lider Nød,

de raaber tit paa Pabba sød.

 

De stakkels Kvindehjerter slaar,

de sukker tit og fælder Taar;

din Far er død i Bølgens Gang

men vækkes op ved Harpens Klang.

 

Vi finder ham i Himlens Land,

der staar han paa den gyldne Strand

og venter der, dem han har kær;

mit Barn, tænk paa, find Fader der.

 

Der Fader sine Børn da ser

og Søstre finder Brødre kær,

i Himlens lyse land de er

for aldrig, aldrig skilles mer.

 

Ja, mangen Sømands Helt for hen

og Havet tog dem i sit Gem.

De stolte Skuder er forlist

de bliver ej de første ej de sidste.

 

Hver Ungdoms Helt tag mod i Bryst,

som pløjet Havets vilde Lyst.

Naar Stormen raser, Bølgen slaar,

og skuden mangen Brækker faar.

 

Ja Bølgen ofte truer nær,

og ofte vi i Graven ser;

men unge Helt, du tab ej Mod,

stol du paa Herrens Vagtmand god.

 

En Vagtmand vi kan faa ombord,

som aldrig svigter ved sit Ror.

Han bølgen lægger og dens Hær

så atter vi i Stilhed er.

 

Naar Solen skinner Havet ler,

hvor dejligt er det Morgenskær,

da glædes vi ved denne Dag

og flittig gaar vi til vor Sag.

 

Men Stilhed ikke altid er,

ej heller Solens Straaleskær;

da Nød og Død for Øjet staar,

og Skuden under Søen gaar.

 

Det knager højt i Bord og Baand,

vor Skude er i ynksom Stand,

da Sejl og Mærs er skyllet bort,

da ses jo Graven ganske sort.

 

Lad Døden ej overraske dig,

se til at Jesus løfter dig.

Med stærke Arm han tager dig

i Himmelborgen hjem til sig.

 

 

-----------------------------

 

 

Fiskimenninir á Kappanum

 

Sum dømi um yrkjaragávurnar hjá Sunnevu endurprenta vit hendan sangin. Sunneva minnist, at skipini sluppu úr ísinum,

so skjótt yrkingin var prentað!

 

Lag: Fangens brev

 

Atlantsfarið, Kongshavn, Bjørnin hvíta

á Kappaøki fastar liggja enn:

heimferð ísurin teimum sýta,

læst um tær hann hevur sínar tenn.

 

Innanborða Føroya synir stinnir,

til fiskarí teir løgdu út á hav,

við Grønlands strendur royna mið og grynnur,

sum áður mangan fongin teimum gav.

 

Men Grønland sveik og ísurin teir spottar

sítt kalda andlit vendir móti teimum –

at knúsa fiskiførini hann hóttir,

so aldri meira teir vinna skullu heim.

 

Ongan fisk, bert kulda, sakn teir kenna,

ongan post og einki kærligt orð;

spakuliga vikur, mánaðar renna,

í fangalegu eru teir umborð.

 

Syrgnir út á ísin dreingir stara,

og mót Føroyum hugsan teirra ber

til ta gentu, sum teir hava kæra –

um hon leingist, og um trygg hon er.

 

Hin lítli, ið til skips er fyrsta túrin,

fjálga heim og mammu minnist hann.

Við gráturødd hann spyr, so kaldur, stúrin,

nær til mammu heim hann sleppa kann.

 

Pápin blundar, minnist smáar hendur

rættar biðjandi móti sær;

troyttur hann í svøvnloysi sær vendir,

suffar: “Gævi Gud, eg heima var!”

 

Bø 1.10.1969

 

 

---------------------------

 

 

Rætting

Tað er komin ein misskiljing í manningarlistan á General Gordon í seinasta parti. Poul Johannes og Meinhard Ludvig vóru brøður. Skiparin Poul Michelsen í Búð

var 32 ár

 

 

---------------------------

 

 

 

Komandi partur

Í 1924 gekk Sjóriddarin úr Vági eisini burtur. Í 1920 Karin og Helena. Vit fara eisini at lýsa hesar hendingar í tveimum pørtum afturat. Vit hava framvegis áhuga fyri at fáa upplýsingar, sum fólk hava um hesar hendingar