Pápin noyddi hann til skips

Hesa ferð hava vit aftur ein part av Restorff søguni. Yngsti sonur gamla Restorff var Johan Martin (1853-1916). Tá í tíðini sluppu dreingir ikki at gera, sum teir vildu. Ein av teimum var Johan. Ikki fyri enn pápin var deyður, kundi hann fara at gera tað, sum hann hevði bestan hugin til

Tann fremsta keldan til hesa søgu er William Heinesen, sum í síni tíð skrivaði áhugaverdar frásagnir um síni ættarfólk. Hetta eru frásagnir, sum ikki hava verið alment frammi, og tí er tað eitt kvett fyri hesa røð at kunna endurgeva Willliam, soleiðis sum hann sjálvur skrivaði tað niður:

 

 

Mundi sprongt bakaríið í luftina

 

 

Medens A.W. Restorff og tildels ogsaa Frants (synir gamla Restorff) åbenbart har haft frie Hænder til at gå deres egne Veje i Spørgsmålet om Livsstilling, synes Johan at have været genstand for et ret ubilligt Tyranni fra sin Faders Side. Det er muligt, at han har været en lidt “vanskelig” Dreng. Således skal han engang have kastet et Krudthorn ned gennem sin Faders Skorsten – dog næppe i den Hensigt at sprænge Bageriet i Luften.

Skønt Johans Hu afgjort ikke stod til Sølivet, han vilde være Bager, tvang gamle Restorff igennem, at han skulde være Sømand. Efter at have stået sin Læretid igennem, og efter sigende især som Skibsdreng i 15-16 års alderen at have døjet meget ondt under brutale Befalingsmænds Hænder, tog han i København Styrmandseksamen og blev sat til at føre Frederiksvaag.

Han sejlede nu i mange Aar i Koffardi mellem Thorshavn og København. Som Kaptain bærer han Ord for at have været en pligttro Mand, men en stor Nøler. Han havde altid ondt ved at komme afsted. Men der var jo ingen Pardon, og Johan førte sit spinkle tomastede Sejlskib over det svigefulde Hav i et kvart Aarhundrede.

 

 

 

Først efter Faderens Død i 1896 trak han sig tilbage til den landjord, der altid havde nydt hans store Forkærlighed og giftede sig et par og Halvtreds År gammel med den 25 År yngre Lodsdatter (dóttir Christian Christiansen “Loðsurin”, fyri kortum umrøddur í hesi røð) Johanne Dal-Christiansen.

For den Arv, som blev ham til Del, nedrev han sin Faders gamle hus (dog ikke ved at lempe Krudt ned gennem Skorstenen!) og opførte på Tomten en anselig moderne Bygning, hvor han drev en Slags moderne Pensionat, samtidigt med at han holdt Bageriet i Kælderen gaaende, først og fremmest med Brodersønnen Frants som Bager, siden med fremmende Bagere.

Johan, Bagerkaptajnen, som hans Ven Peter Andersen, (fyrr umrøddur í hesi røð), kaldte ham, henlevede sine sidste Aar som lykkelig og økonomisk sorgløs Ægtemand og gik gerne flegmatisk småfløjtende omkring og besøgte Venner og Bekendte. Han døde af Mæslinger (eftirsjúku) i 1916.

 

Aðra staðni skrivar William um Johan:

 

Han blev højst ubilligt, ja oprørende behandlet. Drengen der var en sky og forsagt natur blev trods sin afgjorte utilbøjelighed for Sømandslivet simpelthen tvunget ind paa den maritime Vej og gjort til skipper for Skonnerten Frederiksvaag.

 

 

Frederiksvaag

 

Frederiksvaag var ein skonnart hjá gamla Restorff, 127 t. til støddar. Hon var bygd í Dunkerque í Frankaríki í 1866. M. C Restorff keypti skipið sum vrak, tá ið hon rak á land í Havn.

 

Tað sigst, at fyrsta túrin Johan fór til skips, makaði veðrið, og tað gjørdist logn, táið teir komu suðurum Streymoynna. Har lógu teir og drivu í 14 dagar, uttan at koma longur.

Einaferð vórðu teir í mjørkaveðri millum lond, ásigldir av enskum trolara, sum bakkaði frá. Tá leyp ein av manningi á Frederiksvaag yvir á trolaran, og valið var tá antin at skumpa føroyingin í havið ella hjálpa teim ásigldu. Teir valdu tað seinra. Ta náttina stóða so nógv á Johan, at hann varð grásprongdur eftir eina nátt.

 

 

Her skal skoytast uppí um siglingina hjá Frederiksvaag, at teir í 1878 vóru fyrsta føroyska skip í Bilbao í Spanien við saltfiski. Skiparin tá var danskur. Men í 1880 vóru teir aftur, og tá var Johan Restorff skipari.

Nógvir menn fingu upplæring sum sjómenn við Frederiksvaag, sum gekk burtur í 1913.

 

Gjørdist kirkjuverji

 

 

Johan gjørdist kirkjuverji við Havnar kirkju, eitt starv hann tók við eftir faðirin M.C.Restorff. Saman við Jákup Dahl, sum tá var prestur, skipaði hann fyri at fáa modellið av Norsku Løvu sent til København við Beskytteren at fáa tað riggað til av nýggjum. Hetta modell varð upprunaliga latið kirkjuni sum olmussugávu fyri teirra bjarging.

Tiskil hevur Norska Løva síðan 1917 hingið undir hválvinum á kirkjuni og verið henni eitt stórt prýði.

 

Var við til at stovna Skiparafelagið

 

Johan var ein av teimum sum stovnaðu tað, sum í dag er Føroya Skipara- og Navigatørfelag, men sum tá kallaðist Færøernes Skipperforening.

Tann 22. desember 1895 høvdu skipaeigarar norðanfjørðs skipað fyri einum fundi at viðgera felags áhugamál. Tá var eisini tosað um sáttmálaviðurskifti. Teir vóru eisini komnir ásamt um at stovna eitt felag fyri reiðarar norðanfjørð, sum tað tó kortini ikki kom nakað burturúr.

Bert fáar dagar seinni, leygardagin 4. januar 1896, koma skipararar saman at stovna eitt felag fyri skiparar. Í fyrstu nevndina vóru valdir Anthon Jørgensen, Johan M. Restorff, Jens Mohr, Nicodemus Johannesen og Johannes Th. Hansen. Tiltaksmenn gjørdust Napoleon Andreassen og Jóhan Christiansen, í Dali.

Johan Restorff gjørdist við lutakasti fyrsti formaður felagsins við. Hann hevði eitt skifti skrivstovu heima hjá sær sjálvum.

Felagið var hampuliga virkið. Tvær vikur seinni var aðalfundur hildin í felagnum. Nevndin legði fram uppskot til lógir, sum vórðu einmælt samtyktar.

Hetta var í eini tíð, tá ið stór menning var í fiskiskapinum. Felagið skuldu ikki leggja so stóran dent á sáttmálaviðurskifti. Fleiri teirra vóru eisini reiðarar. Høvuðsendamálið var at hava eitt felag til frama fyri fiskivinnu og sjóvinnu sum heild.

Johan var í fyrsta umfari formaður árini 1896-1900 og tók so við aftur í 1904-1905. Hann var nevndarlimur og varalimur fram til 1910.

Sigast kann, at grundarlagið fyri felagnum hevur verið gott. Tað livir enn og er virkið á somu økjum, sum tá tað var stovnað, nú tað er 113 ára gamalt.

 

 

 

Hotellvirksemið byrjar

 

Johan og Johanna høvdu gistingarhúsvirksemi, kallað Private Hotel, frá 1904, har til dømis løgtingsmenn og navigatørar vóru vanir at búgva.

Eisini høvdu tey eitt størri høli, sum var rópt “salurin”, har til dømis veitslur v.m. vóru hildnar.

Tey áttu einkarsonin Christian Dahl- Restorff, føddur 5/5-1909.

 

Tá ið Johanna gjørdist einkja í 1916, lá fyri henni eitt langt og strævið tíðarskeið. Men við áræði og av øllum alvi eydnaðist henni at varðveita húsini á egnum hondum, soleiðis at sonurin kundi vaksa upp undir tryggum og góðum umstøðum.

Johanna, sum hevði lært á húsarhaldsskúla í Danmark, tók ofta ungar kvinnur av bygd til upplæring í húsarhaldi og matgerð. Hettar fyri at skoyta uppí sína innkomu at halda stóru húsini, eftir at hon gjørdist einsamøll við syninum Christian.

Hann mintist annars bert ein túr saman við pápa sínum.

Tá hevur Christian verið um 5 ár og pápi hansara 61 ár.

Í Amtmansbrekkuni møta teir gamla Traber, og teir eldru byrjaðu eitt prát, sum varð so drúgvt, at lítli Christian varð "gloymdur" og "stakk av" til hús einsamallur. Soleiðir endaði túrurin hjá feðgunum.

 

 

Gerandisdagur teirra við Áarvegin broyttist so mikið, at neyðugt varð at leiga stórar partar av húsinum út fyri at kunna gjalda hvørjum sítt.

Eitt nú høvdu brøðurnir Jákup og Jógvan við Stein sjómansskúla á salinum eina tíð.

 

Christian mundi doyð av tuberklum

 

Christian Dahl-Restorff giftist í 1938 við Marie Joensen, fødd 30/9-1913, dóttur Hans Joensen, keypmann, undir Kletti í Havn.

Hann kom at vaksa upp á Áarvegnum hjá móður síni Johanne Frederikke, tí longu sum 7 ára gamal misti hann pápan.

 

 

Christian fór at ganga í Thorshavns Realskole. Hann kom eisini at ganga til undirvísing í latíni hjá Jákup Dahl prósti. Hann fekk UG til royndina, og hesin lærdómur kom honum væl við, táið hann fór á Birkerød, og var hetta honum ein barlast gjøgnum alt lívið.

 

Sum 16 ára gamal fór Christian á kostskúla á Birkerød Statsskole, har ætlan hansara var at lesa víðari til løgfrøðing. Men hann gjørdist tuberklasjúkur, og noyddist at gevast við lestrinum longu árið eftir. Hann var so illa fyri, at mamman kom niður við sjóverjuskipinum Beskytteren til hansara, tí tey væntaðu Christian fara at doyggja.

Men á undursaman hátt kom tó vend í, og veikur og ússaligur kom Christian heimaftur. Heim afturkomin fór hann at starvast sum skrivstovumaður hjá handilsvirkinum Poul í Geil, og har starvaðist hann í eini fimm ár. Poul var var sera góður við hann.

Ein minnisvarði frá hesi tíð er sokallaða “Lysthúsið”. Tað var bygt í 1928 og sett upp í Restorffsgarðinum, fyri at Christian har kundi hava møguleika at finna hvíld og heilsubót í líggja vesturskininum. Í dag stendur “Lysthúsið” vestanfyri húsini hjá Johan M.Restorff í Jóan Karlsgøtu 10 í Havn.

Christian styrknaði og mentist sum frá leið, og í 1934 letur hann upp handilin “Tubbak” við Áarvegin og kom at selja tubbaksvørur v.m. bæði í heil- og smásølu.

Til hetta kravdist eginpeningur, sum var ringur at fáa í hesum krepputíðum, sum tá vóru.

Tí gjørdi Johanna av, at selja apotekara Juhl ein part burturav havanum norðanfyri húsini fyri á tann hátt at útvega soninum fígging.

Christian gloymdi ikki sínar tuberklasjúku felagar. Hann seldi eisini í handlinum lutir, sum vóru framleiddur av sjúklingum á Sanatoriinum. Eina ferð árliga, á Ólavsøku, ruddaði hann framsýningargluggan fyri sluppmodellið, gjørt av sjúklingum sjálvum, sum var høvuðsvinningur á tí árligu lutaseðlasøluni hjá sjúklingunum.

Mangur skipsmaður kom inn á gólvið, áðrenn túrurin byrjaði og keypti uppá borg. Tá ið avrokningin eina ferð kom, gjørdi hann slætt borð. Eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður. Soleiðis var tað bara.

Tá ið mest var at gera, stóð Christian ofta sjálvur fjórði í handlinum. Serliga stór var sølan upp undir høgtíðir og ikki minst tá ið jólagávur skuldu keypast.

 

Hotel Hafnia

 

Í 1950 byggir Christian nýbygning á økinum millum privathúsini og Tjaldurs Apotek. Í gøtuhæddini vóru handilshøli, og annars skrivstovuhølir og kømur við atgongd til køk at leiga út.

Um sama mundið varð aftur kreppa í samfelagnum og øll leigumál vórðu uppsøgd, og samstundis brennur ein brennivargur Hotel Føroyar í grund.

Christian stendur tá við einum nærum tómum bygningi, samstundis sum hotel manglar í býnum.

Eftir at hava hugsað seg um eina tíð, tekur hann avgerð um at byrja hotel- og matstovuvirksemi í bygninginum, og sjálvur fer hann frá “Tubbak” inn í hesa nýggju, spennandi og krevjandi vinnu. Eftir tátíðar tørvi var hetta eitt nýtímans hotel við matstovu undir navninum hotel Hafnia. Navnið var eftir uppskoti frá Petur Háberg.

Fyrsti gesturin flytur inn í november 1951.

Seinni, í 1956, varð ein hædd bygd omaná hotellið. Í 1958 fekk hotellið enn eina hædd, “Parnassið”, navngivið av tí nýstovnaða ”Føroya Rithøvundafelag”, sum helt fyrsta fundin í hølinum.

Køksbygningurin kom í 1964, og tey gomlu húsini hjá Johan M. Restorff vóru niðurtikin í 1965.

À økinum verður nýggjur hotelbygningur reistur, og í mai 1968 er Hafnia fyrsta hotel í Føroyum, har kømur hava egið bað og toilet.

Í 1979 vóru tey gomlu avhaldshúsini frá 1878 keypt og niðurtikin, og tá varð aftur bygt uppí hotellið í 1980. Siktið var, at hotellið lúkaði øll nútíðar hentleikakrøv.

Christian var eingin reypari. Ongantíð nevnir hann seg hotelstjóra, men

brúkti sama gamla “visitkort” við “ Grosserer”, heilsølumaður, frá tíðini í Tubbak (1934 – 1965).

Christian gekk inn á gólvið at heilsa Hafnia-kundum, so leingi hann orkaði.

 

Tann 1.1.2005 varð hotellið selt.

 

Tónleikarin

 

Christian Restorff hevði eisini góðar tónlistagávur og spældi uppá violin í ymiskum orkestrum sum t.d. “Jazzband Triumph” og “Ljómi”, sum spældu til dans í Tórshøll og Klubbanum eins og við “Gágguni”, sum spældi í Sjónleikarahúsinum. Hnn gavst við hesum í 1938.

Tó helt hann á at spæla við Tórshavnar Musikkskúla saman við Erik Petersen, Verlandi Johansen, Viggo Dal-Christiansen og øðrum.

Hann var nærlagdur og dúgligur violinspælari, og helst var hann ein góður stuðul hjá musikkskúlanum hesi árini.

Sum ungur gjørdi hann seg eisini galdandi innan fótbolt, tá hann longu sum 17 ára gamal kom at leika á 1. liði hjá Havnar Bóltfelag eina tíð, til heilsan skerdi hansara førleika. Hann var limur í bygginevndini fyri fyrsta HB-húsið, bygt í Gundadali.

Christian doyði tann 18/2-1997 og Marie 16/8-1999. Henda greinin kann eisini vera eitt hóskandi høvi at minnast Christian, sum hevði fylt 100 ár 5. mai í komandi viku.

Johanna doyði í 1964. Tískil kom søgan hjá hesum báðum at strekkja seg yvir 110 ár frá 1853-1964.

 

Keldur:

William Heinesen

Johan R. Jacobsen

Jógvan Arge

Sverri Dahl

Johan M. Restorff

 

Næstu ferð

Komandi partur verður um ein annan hoteleigara, nevniliga Christian Edvard Djurhuus og konu hansara Onnu Katrinu