Rakul fekk sín Johan

Hon var ein ung, fitt genta, sum gekk á studentaskúla. Hann var ein yvirvektigur, fullur maður, sum tók nógvan heiligvág. Men tá tey hittust, hendi nakað óskiljandi millum tey. Fimm ár seinni eru tey nýgift og lukkulig. Rakul hevur fingið sín Johan í Kollafirði

Looks like we made it.

Tá ið brúðurin Rakul Fríðtórsdóttir Debes kom inn eftir gólvinum í Evangeliihúsinum farna fríggjadag, var tað heldur óvanligur tónleikur, sum ljómaði úr hátalarunum.

Sangurin You’re Still The One hjá Shaina Twain hevur verið eitt slag av slagsangi hjá henni og manninum Johan Dalsgaard – Johan í Kollafirði.

Tey hava nevniliga havt nógv odds ímóti sær. Aldursmunurin er 20 ár. Tey koma úr fullkomiliga ymiskum umhvørvi, og sum persónstýpur eru tey eisini totalir mótsetningar.

Men tá ið tey fyri fimm árum síðani hittust fyri fyrstu ferð hendi nakað, sum tey ikki fingu lagt lok á.

Tey vórðu drigin at hvørjum øðrum.

Rakul var 19 ára gomul og gekk á studendaskúla. Johan í Kollafirði vigaði 110 kilo, tók 11 ymisk sløg av heiligvági og var bæði strævin og provokerandi.

Men tey funnu saman, og hóast tey – og serliga hon – hava fingið óteljandi viðmerkingar um forholdið - at tað ikki fór at halda, at tað ikki bar til - so hava tey hildið saman í fimm ár, og farna vikuskiftið giftust tey í Evageliihúsinum í Havn.

- Eg eri so góður við Rakul, at eg hevði gift meg við henni, um hon so var ein drongur. Tí eri eg ofta glaður um, at hon er ein sovorðin ung steik, segði Johan í Kollafirði í brúdleypinum.

- Vit rigga øgiliga væl saman. Eg fái nógv hugskot og tveiti nógvar bóltar upp í luftina, og so minnir hon meg á alt aftur. Sendir mær eini sms-boð og sigur: “Minst til, at tú skalt uppfinna eina evigheitsmaskinu áðrenn døgurða í dag”. Tað er smart, tí eg plagi at gloyma øll míni hugskot.


Fólk ávaraðu Rakul

Rakul Dalsgaard, sum hon nú eitur, fylti 24 ár í gjár. Hon er av Argjum og er í holt við seinasta árið av lesnaðinum til pedagog. Fyri fimm árum síðani hitti hon fyrstu ferð Johan í Kollafirði.

- Eg fylgdist við eini vinkonu, og vit fóru ein túr í Mimir í Havn. Johan var har, men eg kendi hann ikki tá. Vinkonan hjá mær kendi hann, og tí prátaðu vit við hann. Hann var rættiliga droyur og provokerandi í fyrstuni, men vit komu at kennast eftir tað. Eg fann skjótt út av, at hann dugdi væl at greina og tulka, og tá ið eg fekk onkra yrking hjá Kára P at tulka í skúlanum, bað eg hann hjálpa mær, og soleiðis komu vit at kennast betur og funnu saman, greiðir Rakul frá.

Men tað var ikki júst upplagda parið, sum hevði funnið saman.

- Tá vit nú hyggja eftir onkrum myndum frá fyrstu tíðini saman, hugsi eg onkuntíð um, hvat tað var, sum hendi. Tá eg møtti Johan, tók hann 11 sløg av heiligvági fyri angist, depressión og aðrar sjúkur, drakk illa og var provokerandi. Eg skilji ikki ordiliga, hvat tað var, sum hendi.

Og soleiðis høvdu nógv onnur fólk tað. Fólk fingu tað ikki at passa saman, at ein ung, vøkur kvinna skuldi fáa sær ein munandi eldri mann, sum livdi hart.

- Eg havi fingið sera nógvar viðmerkingar um tað. Fólk hava roynt at sagt við meg, at Johan er alvorliga sjúkur, og at hann var einki fyri meg. Summi søgdu, at tað mundi fara at ganga yvir, lat tey sjálvi finna út av tí. Men tað vóru allatíðina framstig, og vit hildu fram at verða saman, greiðir Rakul frá.

- Vit hava hesi fimm árini barst eitt sindur ímóti tí, sum fólk hava forútsagt um, at vit ikki fóru at uppnáa. Tey flestu fólkini hava sagt við Rakul, at tað loysir seg ikki at baksast við handan gamla, tvøra mannin. Men tað loysti seg, sigur Johan Dalsgaard.

Foreldrini hjá Rakul høvdu tað eisini trupult fyrstu tíðina, eftir at hon og Johan høvdu funnið saman.

- Eg skilji øgiliga væl, at tað var hart fyri tey í fyrstuni. Tí hvør ynskir sær, at dóttirin fær sær ein 20 ár eldri mann, sum hevur verið psykatriskur patientur og eitt skifti var meira ella minni heimleysur. Men nógv er broytt hesi 5 árini, vit hava verið saman, og fólk hava sæð, at tað ber til, og nú vita tey eisini, at vit meina tað alvorligt, tí vit eru gift. Vit hava heldur ikki fingið so nógvar viðmerkingar seinasta árið, sum vit fingu fyrstu tíðina, sigur Rakul.


Kundi verið pápi tín

Tey eru ikki bara ymisk sum persónar, stórur aldursmunur er eisini millum tey, og tað hava tey fingið nógvar viðmerkingar um. Men Rakul hevur funnið sær eitt gott svar:

- Fólk hava sagt við, at hann kundi verið pápi tín. Tá havi eg bara svarað, at “maðurin hjá tær kundi verið beiggi tín”.

- Tað eru 20 ár á muni millum okkum, men tað havi eg ongar trupulleikar við. Vit rigga sera væl saman, hóast vit eru fullkomnir mótsetningar.

- Eg vil helst hava stýr upp á, hvat skal henda, men Johan er totalt impulsivur. Saman við honum veit eg ongantíð, hvat dagurin hevur at bjóða. Hann kroystir meg eitt sindur at prøva ting av, men saman við honum tori eg taka kjansir. Onkuntíð verður sagt, at fólk vilja hava tryggleika ella frælsi, men saman hava vit tryggleika í frælsinum, sigur Rakul.


Gulløl við á møti

Fyrstu tíðina, tá ið Johan og Rakul gingu saman, drakk Johan illa, og tað var eitt stríð hjá honum at leggja av. Stundum vóru framstig, men so datt hann út í aftur.

- Eg havi gingið nógv í Evangeliihúsinum, og eg vildi hava Johan við mær á møti. Hann ivaðist eitt sindur, men segði at hann kundi koma, um hann slapp at hava øl við sær. Hann tordi ikki at verða edrúur á møti. So fyrstu tíðina hevði hann tvær gulløl í jakkalummanum, tá ið vit fóru á møti. Tær drakk hann so í onkrum steðgi og var altíð hálvfullur á møtinum.

- Fyrstu ferð, vit komu heim, og hann hevði aðra ølina við sær heimaftur, var eg sera glað, og vit prátaðu nógv um tað. Og so hendi tað eisini, at hann kom heimaftur við báðum fløskunum og hevði ikki brúk fyri at hava øl við sær á møti.

Johan stríddist við at leggja av at drekka, men tað var ikki lætt. Hann var niðri hjá trúðarfelagsskapinum Evangelist og fekk góða hjálp, men eftir at hann kom heimaftur, datt hann útíaftur.

Men so hendi tað, sum broytti hann fullkomiliga.

- Johan ringdi til mín eitt kvøldið og segði, at nakað heilt serligt var hent. Hann var bæði bangin og glaður, tí hann føldi á sær, at hann var givin at drekka. Hann kallar tað “tað bláa ljósið”, sum fekk hann at leggja av. Tað hendi simpelten frá einari løtu til aðra, og síðani hevur hann ikki drukkið. Eg hevði ikki klárað at fingið hann at lagt av, og hann hevði neyvan klárað tað sjálvur, men tað hendi eitt undur, sigur Rakul.


Búgva í Famará

Rakul og Johan Dalsgaard skulu búgva í Fámará í Suðuroy, har tey hava gjørt avbyrgdu húsini í stand.

- Tað verður rættiliga avsíðis at búgva har, og hatta er ikki nakað, sum eg vanliga hevði torað. Men saman við Johan vil eg gjarna búgva har. Vit hava ymiskar ætlanir fyri, hvat vit fara at gera, og eg gleði meg at flyta suður, sigur Rakul.

Komandi tíðina skal hon lutvíst búgva í Fámará og lutvíst í Havn. Hon lesur til pedagog á Læraraskúlanum og hevur eitt ár eftir.

- Nú er tað soleiðis, at eg eri í Havn mánadag, týsdag og mikudag, og so eri eg har suðuri hinar dagar, men tá eg eri liðug at lesa, flyti eg veruliga suður at búgva, sigur Rakul Dalsgaard.