an í ár, sigur Alvilda. Tað merkir, at spælir liðið ikki stabilan flogbólt, so er møguleikin at tapa nógv størri. Hon greiðir eisini frá, at venjingin í Danmark er harðari enn í Føroyum. Tær venja fýra [...] øvugta vegin. Spurdar um framtíðina siga báðar tvær, at tær ætla at halda fram at leika so leingi tær eru í lestrarørindum í Danmark. Hvørgin teirra hevur tó ambitiónir um at skifta til størri felag. Tær hava [...] liðfeløgunum hevur leikt landsdyst fyri Føroyar. Spurdar, um tað er ørvísið, at leika í donsku kappingini sigur Alvilda, at kappingin í Danmark er munandi harðari enn tann føroyska. ? Spælararnir eru størri
vísti á, at tað er púra burtur við at tosa um eina sjálvstýrislóg í ríkisfelagsskapinum. ? Hetta er eitt grovt álop á danska statsforfatningin, og skal tað fremjast í verki, so merkir tað, at danska ríkið [...] tjóðveldi. Til hetta svaraði Jóannes Eidesgaard greitt, at at tað kundi hann ikki. Óli Breckmann legði dent á, at Fólkaflokkurin ikki var fyri at seta á stovn føroyskt tjóðveldi, um tað merkti, at Føroyar skuldi [...] vísti á, at Bjørn á Heygum varð valdur á ting fyri at rudda upp, og at hann fekk flestar atkvøður. Hann spurdi: ? Hvat nú um tað er onkur mekanisma í heimastýrislógini sum er orsøkin til, at vit ikki fáa
Venus, sigur, at tað er irriterandi, at Útvarpið sendir við niðursettari megi. Tað ger, at skipini, sum eru bara eitt sindur úr landi, ikki hoyra alt, sum sent verður. Hann sigur, at tað argar at hoyra útv [...] sending Tað er alt ov ofta ólag á millumbylgjusendaranum hjá Útvarpinum, sigur Heðin Jørgensen, bestimaður á Venus. Hann sigur, at tað kemur alt ov ofta fyri, at óljóð ger, at illa ber til at fylgja við [...] tað sigur Jens Julian Reinert, at teir hava havt onkrar tekniskar trupuleikar um dagarnar, sum tað tykiskt ringt at finna. So er neyðugt at fara ígjøgnum alt kervið, og har er nógv, sum kannast skal. Niðursett
á einum málið um, at eldrarøktin er tann mest álvarsami, heilsupolitiski trupulleikin at loysa tey komandu árini. Men tað tykist ikki sum um fíggjarlig, ella politisk orka er til at loysa henda ovurstóra [...] og røktarheimi, og hevur tí havt høvi at eygleitt støðuna undir ymsum skipanum. Ansingarløn aftur í gildi At bíðislisti er at sleppa inn á ellis og røktarheim, er onki nýtt. ? Tað hevur tað altíð verið [...] órímiliga nógvar møguleikar at liva frá teimum, sum skulu ansa. ? Tað kann eitt nú verða , at tað ikki ber til hjá eini dóttir, ella verdóttir at arbeiða, tí tey noyðast at vera heima at ansa gomlum foreldrum
Rasmussen, at eru vit góð við ríkisfelagsskapin, so eiga vit at síggja hesi brekini, og vera opin fyri at broyta tey. ? Tað ringasta sum kann henda nú er, at vit bæði í Danmark og í Føroyum siga, at alt stendur [...] Vit í Javnaðarflokkinum duga at síggja, at tað eru nøkur viðurskifti, sum treingja til munandi ábøtur, og fyri at fáa ríkisfelagsskapin at virka betur framyvir, er neyðugt at koma við broytingum, sigur Jóannes [...] altíð hevur verið føroyskt sermál. ? Hetta er ein undirstriking av, at her eru nøkur brek, sum eru rættuliga sjónlig, og sum eiga at verða tikin til viðgerðar. ? Hetta er eisini tað, eg havi sagt í brævi til
peikar á, at málsetningurin hjá føroyskum myndugleikum - um so er at forkanningarnar eru lovandi - er at øki kunnu latast oljufeløgum at leita á í 1999. Um so er at møgulig fund vísa seg at verða lønandi [...] Nevndin sigur, at tað framvegis er óvist, um tað finst olja og gas á føroyskum øki í mongum og av slíkum slag, at lønandi vinna fæst burtur úr teimum. Víst verður eisini á, at hetta er ikki bert treytað [...] og síðani hevur eisini framtíðar olju- og gassprísurin nakað at siga. Enn er bert talan um forkanningar, har tað við seismikki verður roynt at finna strukturar í undirgrundini. Hesar kanningar verða fíggjaðar
Sverri Hansen. Hann sigur um at yvirtaka virkir við halli, at tað er fyri at tillaga tey til eina nýggja framtíð. Og tað eru eisini aktiv í Fiskasøluni, sum geva yvirskot. Talan er ikki bert um undirskot. Tapini [...] arbeiðsfólkini har. Tað er mín uppgáva. Uppgávan hjá politikararunum er at føra politikk. - Eg kann ikki leggja meg út í, hvat tingið ger. Tinglimir eru fólkavaldir og skulu lóggeva. Hetta er tann demokratiska [...] hevur verið so torgreitt at fáa skil á, er fyri Sverra Hansen púra greitt. Tað, at Framtaksgrunnurin varð stovnaður og fór undir virksemið, var tað einasta rætta. Peningurin er væl latin út, og hevur bjargað
virki eiga at vera sera varin at vera við í ivasomum útgávum, tí at hetta í flestu førum er peningaspilla. ? Virkini eiga at gera sær greitt, hvørjum marknaðum tey ætla at royna seg á, og seta seg inn í [...] krónur, men ikki er óvanligt, at prísurin kann vera tvær reistur hetta. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at um henda telduskrá í heila tikið er til, hevur hon neyvan nakað virði. Bert neyðugt at vera í tveimum [...] ? Vit eiga at læra okkum at duga at siga nei við smartar útlendskar seljarar. Hetta sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroyar Arbeiðsgevararfelag í eini ávaring móti smøtrum seljarum, sum Arbeið
fyrimun, at tað kann bara batnað, so hvørt fólkið kemur í betri venjing. ? Og eitt er vist: Hugurin, og viljin til at fáa hetta at bera til er so góður, sum eg ongastaðni havi sæð hann fyrr. Tað er eitt øgiligt [...] fortreyt fyri at tað gongur er, at vit hava bæði virkini í oynni, so vit fáa samskipað arbeiðið, leggur hann afturat. Hann sigur flutningurin til og úr Sandoynni er ein so stórur fløskuhálsur, at tað er neyðugt [...] Olsen heldur eisini, at bygnaðurin er skeivur. Hann sigur t.d., at íslendska fiskivinnan gongur avbera væl. ? Ein stórur munur á fiskivinnuni í Íslandi, og í Føroyum, er, at í Íslandi er hon samskipað lodrætt
Hóast dýrt er í Reykjavík, er ikki líkt til, at íslendingar lata tað ganga út yvir klædnabúnan. Tann, sum klagar um, at tað ikki er livandi fyri høgum prísum í Føroyum, hevur meira enn eitt sindur at uppliva [...] samanborið við íslendskar prísir. Og hóast tímalønin er nógv lægri enn okkara, er líkt til, at íslendingar klára at liva. Og teir liva eftir øllum at døma væl. »Hvussu vit gera?« undrast Einar, tá eg spyrji [...] øðrum stórbýum. Eg slái meg til tols við, at ivaleyst verða hesir gomlu tiknir niður, og nýtt bygt í staðin. Ikki tí, pláss er saktans fyri at byggja aftur at uttan at taka tað verandi niður. Nógv arbeiði Tað