Ráðgevandi Nevndin hjá danska forsætismálaráðharranum umrøður í seinastu frágreiðing síni eisini spurningin um olju við Føroyar.
Nevndin sigur, at tað framvegis er óvist, um tað finst olja og gas á føroyskum øki í mongum og av slíkum slag, at lønandi vinna fæst burtur úr teimum. Víst verður eisini á, at hetta er ikki bert treytað av jarðfrøðini, tað stendur og fellur eisini við, hvat oljuídnaðurin megnar reint tøkniliga sæð, og síðani hevur eisini framtíðar olju- og gassprísurin nakað at siga.
Enn er bert talan um forkanningar, har tað við seismikki verður roynt at finna strukturar í undirgrundini. Hesar kanningar verða fíggjaðar av oljuídnaðinum, meðan landsstýrið bert hevur havt smærri útreiðslur í sambandi við stovnsetan av og raksturi av eini oljuumsiting.
Nevndin peikar á, at málsetningurin hjá føroyskum myndugleikum - um so er at forkanningarnar eru lovandi - er at øki kunnu latast oljufeløgum at leita á í 1999. Um so er at møgulig fund vísa seg at verða lønandi, kann boring neyvan byrja fyrr enn í ár 2000. Ein verulig framleiðsla verður helst ikki at byrja fyrr enn um ár 2005 ella seinni. Ráðgevandi nevndin ger tó vart við, at ?tidspunktet for den endelige grænsedragning i forhold til Storbritannien kan blive afgørende for tidsplanen?.
Nevndin sigur víðari, at inntøkur frá eini olju- og gassframleiðslu koma neyvan fyrr enn væl seinni. Hon vísir síðani á arbeiðið uppá eina oljulóg og sigur, at henda lógin kann møguliga setast í verk við árslok.
Eitt uppskot um kolvetnisskatt er vorðið skotið út til seinni. Hetta snýr seg um, hvussu ein best kann skapa javnvág millum ætlanina at tryggja áhuga frá útlenskum feløgum fyri at bora og síðani áhugan hjá føroyska samfelagnum at tryggja sær so stórar inntøkur og virksemi frá oljuvinnuni sum møguligt.
Nevndin vísir á, at tað eru fleiri mátar at tryggja tí almenna pengar frá oljuvinnuni.
Enn er ikki endalig støða tikin til spurningin um eitt alment føroyskt oljufelag. Øðrumegin er tað náttúrligt, at Føroyar og føroysk feløg luttaka í eini framleiðslu. Hinvegin má ein rokna við, at meginparturin av tí neyðuga kapitalinum, ekspertisuni og fakútbúnu arbeiðsmegini kemur úr útlandinum. Tí verður lagt upp til ein optiónsmodell, har eitt føroyskt landsoljufelag longu í loyvitreytunum fær møguleika at vera luttakari í komandi menningini.
Ráðgevandi Nevndin sigur í niðurstøðu síni, at møguligar framtíðar stórar oljuinntøkur fara at seta krøv til ein neyvan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk.
-Ein slíkur politikkur er neyðugur fyri at forða fyri, at oljuinntøkurnar fáa ringa ávirkan á búskapin, soleiðis at hesar ikki vera til ampa fyri langsiktaðu framgongdina í tí partinum av búskapinum, sum einki hevur við olju at gera.