spurdu eru føroyingar í Danmark, sum fluttu í 1991 og í 1994, og tað er Fróðskaparsetur Føroya, Hagstova Føroya og Danmarks Statistik, ið hava skipað fyri hesi kanningini í 1996. Í hesi kanningini sigur [...] orsøkin til tað er, at í 1994 er fiskivinnan verri rakt av kreppuni enn í 1991, og føroyingar, sum áður hava verið í arbeiði í hesi vinnuni, flyta til Vesturjútland og halda fram í somu vinnu. Nógv eldri [...] eisini, at í 1991 vóru 40% av útisetunum í Danmark í aldrinum 25-29 ár, og hetta vísir greitt mynstrið, at serliga tey ungu rýmdu. Bústaðarmynstrið Størsti parturin av føroyingunum búsettu seg í Jútlandi
undir við ætlanini á Svangaskarði tá fyrst í 90-unum, so kann ikki sigast annað enn, at havnarmenn hava tikið dyggiliga undir við Tórsvølli. Tá hann varð gjørdur í fjør, varð eitt stórt sjálvboðið arbeiði [...] vóru teir í vendingini, tá toftamenn fingu í lag at gera fótbóltsstadion við grasvølli á Svangaskarði. Hesin vøllurin hevur havt stóran týdning og hevur verið við til at menna landsliðsfótbóltin í Føroyum [...] havnarmenn vóru eitt sindur seinir í vendingini tá. Høvdu vit ikki fingið eitt fótbóltsstadion á Svangaskarði tá, og eitt varð gjørt í Havnini, høvdu vit neyvan fingið nakað annað í bræði. Og neyðugt og gott er
hon kemur í gongd. Í dag umsitur Olaf Olsen teir 8 cubatrolararnar, sum í síni tíð vóru teir fyrstu føroysku bátarnir í oljuvinnuni, tá teir vórðu leigaðir út sum standbyskip í oljuvinnuni í Norðsjónum [...] var fyrst í 90-unum, tá hann og aðrir stovnaðu oljufelagið ?Kolan?, ið hevði til endamál at savna vitan um olju og fáa samband við teir, sum vóru í oljuvinnuni, at fáa føroyingar at virka í hesi vinnu [...] við á oljumessuni í Stavanger í hesum døgum er eingin minni enn ?the grand old man? í føroyskari fiskivinnu og fyrrv. landsstýrismaðurin Olaf Olsen. Vanliga seta vit navnið Olaf Olsen í samband við fiskivinnu
jól í fjør fór Rás 2 í luftina fyri fyrstu ferð, og eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan, hevur Rás 2 ment seg til at verða ein verulig útvarpsstøð, sum bjóðar alskyns útvarpstilfar. Stjórin í felagnum [...] Sound eigur hann meirilutan í Rás 2, og tað er hann, sum saman við sínum nærmastu hevur avgerandi orðið at siga. 47 ára gamli Petur Jacobsen er uppvaksin í Havn, Klaksvík og í Søldafirði. Pápi hansara var [...] Jacobsen fór í læru sum bilmekanikari, tá hann sum 14 ára gamal flutti úr Klaksvík til Søldafirðar, og mesta av tíðini eftir tað hevur hann brúkt til ymiskt handverk. Men fyrst í 90'unum fór hann at takast
sitið so væl um sátt og langt frá tí. Óneyðugt er at fara øldir aftur í tíðina, tí vit hava feskastu dømini her í byrjanini av 90´unum, har stríðið mangan var sera harðligt millum partarnar. Men so við og [...] Og nú hevur friður valdað í eina tíð, men knappliga bendir mangt á, at menn nú við beráddum huga aftur eru í ferð við at festa í aftur. Og samanbrestirnir eru eitt endamál í sær sjálvum. Seinastu tíðina [...] aðalskrivaran í Nato Hóast málini eru ymisk í innihaldi, so er tað týðiligt at felagsnevnarin er, at landsstýrið og stjórnin duga ikki einfælt samráðingarlag. Eg eri sannførdur um, at í hvørfall hesi seinastu
vísur í, at grundarlagið var gott til at byrja eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, men tað skuldu altso ganga umleið 15 ár, áðrenn tað veruliga kom. Formaðurin í Kommunufelagnum sær einki løgið í at gera [...] tær kunnu koma upp í aftaná. - Føroya Kommunufelag stendur sum stigtakari av felagnum, men tað merkir ikki, at felagið bara er ætlaður limakommununum í Kommunufelagnum. Allar kommunur í landinum eru vælkomnar [...] ov nógv frá hvørjum øðrum, at nýggja felagið verður stovnað. - Í løtuni gongur rákið tann vegin, at lønarlagið verður eins líkamikið hvar í landinum tú er, og tað er fyri at halda eitt javnt hóskandi lønarlag
skipaði hana sum ein veruligan giro-banka, tá álitið á peningastovnarnar var niðri á nullpunktinum í 90-unum. Fyri tey nógvu hevði tað verið nógv lættari at havt ein giro-banka, tá hugsað verður um at senda [...] samstundis sum Postverkið hevur siglt afturút bæði á ein og annan hátt. Í HESUM sambandi kann spurnartekin setast við, um leiðslan í Postverki Føroya ikki hevur verið alt ov lítið framskyggin seinastu 10 [...] Sjálvt eitt so lítið amboð sum eitt telefax, sum 10. hvørt húski hevur í dag, finst ikki á fleiri av posthúsunum ? sjálvt ikki í teimum størru bygdunum. Harafturat kann spurnartekin setast við, hví Postverkið
ein minniligur og týðandi dagur - varði - í søguni hjá fólkinum í Kirkjubøar-Velbastaðar sókn. Henda dagin varð nevniliga nýggi skúlin í sóknini tikin alment í nýtslu. Tað er so avgjørt ikki nøkur gera [...] ásannaði, at barnatalið í kommununi er vaksið munandi og framvegis veksur. Seinast í 1997 varð gjørt av at fara undir at projektera og gera nýggja skúla. -Vit standa so her í dag í einum nýggjum skúla og [...] gjøgnumførd segði Annfinn Brekkstein, sum ásannaði, at hetta er fyrsti skúlin í Føroyum, sum er tikin í brúk í nýggju øldini. Í røðu síni fyri umleið 200 bygdarfólkum, børnum, ungum, tilkomnum og eldri og
dámdi sera væl tíðina í Havn, og tosar hann ofta um Havnina í 20?unum, tá hann seymaði sjómonnum stylvar á verkstaðnum hjá Knút í Smiðjustovu í Bringsnargøtu - og veit hann okkum nógv at siga um gomlu [...] ið tá í stóran mun fevndi um Reynið og leiðirnar har um vegir. Í 1930 fór abbi til Fuglafirðar. Hví hann júst endaði har, veit eg ikki rættuliga, men mær er fortalt, at onkur lat hann vita, at í Fuglafirði [...] og vaskaði klæði. Í dag brúkar abbi ikki so nógvar tímar á verkastaðnum. Nú eru tímarnir fleiri í køkinum, har hann bakar og matger. Stórur saknur var, tá omma í 1977 doyði, men lívið skuldi halda fram
FCK málið í 53. minutti. Johan fastur maður Tá Johan B. Hansen fyrst í mánaðinum var í Føroyum í sambandi við landsdystin ímóti Slovenia, hevði hann ongantíð verið ímillum teir fyrstu ellivu í OB. Nú tykist [...] vinnur tann dystin verður leikliga kreppan fullkomin, siga teir í AGF. Jákup og teir uppí Í dag verður lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í fimta umfarinum í steypakappingini. Tá vera Herfølge [...] Sunnudagin var hann á OB liðnum í Parkini ímóti FCK ? í OB halda teir, at hann stóð seg sera væl ? og mikudagin var hann aftur á liðnum í lokaluppgerðini ímóti B1909. Hóast B1909 er í 2. deild, so var áhugin á